Ivaleyst var áskoðarafjøldin í Klaksvík sunnudagin størri, enn hon hevur verið til nakran annan landskappingardyst í ár. Tað fingu KÍ og strandferðslan ikki so lítið burturúr, og áskoðararnir vóru vitni til eitt veldugt drama.
Javnleikurin hevur við sær, at klaksvíkingar ikki bara í veruleikanum, men eisini í teoriini, hava mist møguleikan at vinna FM. Javnleikurin hjá HB var ikki nóg mikið til at vinna FM, tí grannarnir í B36 vunnu 2-0 á NSÍ, og tað gjørdu teir, sjálvt um álopstrumfarnir Jákup á Borg og John Petersen lógu veðurfastir uttanlands.
Støðutalvan vísir, at HB og B36 eru á veg til at vinna gull og silvur, og tað er í tráð við tað, sum vit so ofta hava staðfest í ár, nevniliga at tyngdin í føroyskum fótbólti er á veg úr Eysturoynni og í høvuðsstaðin.
NSÍ er hótt
Teir í Runavík hava havt eitt gott kappingarár, men tað er greitt, at teir fara ikki at vinna fyrsta heiðurskrónasettið í ár.
Spurningurin er so, um teir fara at megna at halda tørn um fjórða plássið og harvið rættin til komandi summar at taka lut í Intertoto Cup. GÍ tók seg trý stig inn á NSÍ, og nú er munurin millum hesi bæði eysturoyarliðini trý stig.
B36 stórt tak
Um vit líta at skránni fyri komandi vikuskifti, so er uppgávan hjá B36 torførari enn hjá hinum oddaliðunum. FM vinnararnir í 1997 skulu til Gøtu, men tað kann fara at vísa seg, at uppgávan verður lættari, enn frammanundan roknað við. Svenn Olsen verður leikbannaður, og Símun Petur Justinussen og Poul Ennigarð fóru báðir út við skaða, tá GÍ var í Fuglafirði. Gøtumenn hava ikki serliga breiðan hóp.
KÍ rundar av á heimavølli, tá toftamenn koma at vitja. Men sjálvt um munurin á liðunum tykist stórur á støðutalvuni, so er ikki sagt, at hetta fer at vera so lætt hjá KÍ, sum ofta hevur havt tað trupult á heimavølli móti B68.
TB tyngst
Í botnstríðnum er einki avgjørt. Men úrslitini hesa ferð hava við sær, at TB aftur er aftast.
Komandi vikuskifti skulu teir til Runavíkar, og so kemur GÍ suður á Sevmýri. Sumba skal í Gundadal móti HB, og tað er neyvan annað væntandi, enn at Gundadalur verður snollaður upp, og at alt verður fyrireika til gull og skreyt. Í tí sambandinum skal Sumba ivaleyst verða kanónføði, men nú fáa vit at síggja. Í síðsta umfarinum fáa sumbingar vitjan av KÍ.
Fuglfirðingar eru triðja liðið í niðurflytingarvanda, og teir mugu fyrst og fremst líta á og vóna, at tey bæði suðuroyarliðini, sum teir hava undir sær, ikki fara at fáa stig. Í síðsta umfarinum fær ÍF vitjan av HB, og skulu teir bjarga sær okkurt stigið afturat, so skal tað ivaleyst vera móti VB í Vági komandi sunnudag.
At VB ikki megnaði meiri enn javnleik móti Sumba, sum hevur tapt so nógv síðani summarsteðgin, ber boð um, at luftin er farin úr vágbingum, sum hava sligið seg til tols við, at teir enda niðanfyri miðjuna í ár, men alíkavæl eitt fitt petti frá niðurflytingini.