samtakinum, sum nú hevur lagt til brots í føroyskari fiskivinnu. Tey seks skipini í samtakinum eru farin til fiskiskap, og tað næsta verður at lata nøkur av virkjunum uppaftur. Poul Hansen hevur góðar vónir um [...] um raksturin, men hann ásannar, at tað mangan hevur verið trupult hjá heimaflotanum, eins tað eisini hevur verið trupult at fáa góðan rakstur í fiskavirkini á landi. - Men vit trúgva upp á, at hetta fer [...] í dag. Hann vísir á, at hóast føroysk skipavinna í heimasjógvi og føroysk fiskaframleiðsla mangan hevur hingið tungt í sjónum, eigur eingin kortini at ivast í týdninginum. - Vinnan skapar nógvar ringvirkningar
leigugjaldið av traðum og urtagarðsstykkjum munandi. Tað hevur higartil verið rættiliga bíligt at leiga traðir frá Tórshavnar kommunu. Higartil hevur tað kosta umleið 10 oyru fermeturin í meðal at leiga traðir [...] fermetrar. Eisini her hevur leiguprísurin verið eins, 200 krónur fyri stykkið. Nú skal leigugjaldið gjaldast eftir, hvussu stórar traðirnar eru. Meðalprísurin fyri leigugjaldið hevur verið 10 oyru fermeturin [...] fyri traðir upp til 10.000 fermetrar og 1.000 fyri traðir oman fyri 10.000 fermetrar. Umsitingin hevur arbeitt við málinum í eina tíð, og væntandi verður málið samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið. Ein
felagnum fyri føroysku peningastovnarnar við Rás 2. Felagið hevur verið í samráð við Fíggjarnevndina í samband við eitt uppskot, sum Miðflokkurin hevur lagt fyri Tingið um at lógina fyri Húsalánsgrunnin, so [...] privatu peningastovnarnar á økinum. Óansæð hevur bankastjóran neyvan nakað at óttast. Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið, sum hevur aðru viðgerð í dag [...] ein týðandi part av uppgávuni frá peningastovnunum?, stendur m.a. í álitinum, sum Fíggjarnevndin hevur lagt fyri tingið. Men okkurt bendir á, at politikararnir hava tikið ov rívan, tá teir endursiga p
Tað er so stórur vandi fyri eitrandi royki frá eldinum á Athenu, at politiið hevur evakuerað fólk á Skála. Politiið hevur heitt á okkum á Portalinum um at boða frá, at fólk verða savnað í Bygdarhúsinum [...] Hann er eystan í ættini í morgun, og tí rekur roykurin serliga móti Skála bygd og norðureftir. Tí hevur politiið savnað øll fólk á Skála í Bygdarhúsinum á Strondum. - Tað eru 16 tons av ammoniakki umborð [...] vandi fyri eitrandi royki, sum kann eitra andingargøgnini, sigur Hallgrím Hansen, løgerglumaður, sum hevur leiðsluna á staðnum. Hann vil ávara fólk, sum arbeiða í økinum, ið verður evakuerað, um ikki at fara
hjá Gibraltar. Hesin dystur verður spældur fríggjakvøldið 11. mars. Gibraltar hevur hvørki limaskap í FIFA ella UEFA, men hevur síðani 1997 stríðst fyri at sleppa upp í part. Spaniólar hava ligið í buktini [...] limaskap. Eitt sindur løgið, tá havt verður í huga, at Gibraltar hevur havt egið fótbóltssamband síðani 1895 og síðani 1901 hevur spælt landsdystir. Teir 22 spælararnir, ið eru farnir avstað við [...] Spania, har venjingarlega er á skránni í eina viku, til 12. mars. Landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevur tikið 22 spælarar út til venjingarleguna, og er talan um ein rættiliga ungan hóp, tí miðalaldurin
United-venjarin, Alex Ferguson hevur eisini umberandi orð at bera starvsfelagi sínum: - Eg haldi, at atfinningarnar eru ikki rættar. Eg meini, - at tað arbeiðið hann hevur gjørt í Arsenal tey seinastu árini [...] Wenger er til reiðar at fylla innkeypsvognin, áðrenn transfer-vindeygað letur aftur hósdagin. Tapið hevur sett Arsenal í nánd av botnliðunum í Premier League, og er at finna á 4. niðasta plássi, eftir tríggjar [...] árini, har hann heldur fast við sína filosofi, hevur givið liðnum nakrar framúr góðar spælarar. - Men vit liva í eini kyniskum heimi, og um tú tapir nakrar dystir, verður ein dømdur. Og ein sær tí eisini
000 krónur. - Nú hevur landsstýrismaðurin í staðin sett eitt inntøkumark fyri bólk 5 A á 400.000 krónur, meðan krøvini um aðra inntøku eru slept. Hetta kann merkja, at ein maður, sum hevur gott starv og nógva [...] r, sum bara hevur útróður at liva av, ikki megnar inntøkumarkið í bólki 5 A. Veksandi veiðitrýst Kári P. Højgaard heldur, at skipanin, soleiðis sum landsstýrismaðurin, Johan Dahl, nú hevur gjørt av, fjálgar [...] ÚTRÓÐUR Kári P. Højgaard sigur, at broytingin, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur sett í verk við, rættiliga er við til at kuppa høvdið av snelluveiðini hjá útróðrarmonnum í bólki 5 A. Hann sigur
Javnaðarflokkurin hevur boðið til tíðindafundar í morginári klokkan 8, har listin til fólkatingsvalið verður almannakunngjørdur. Tjóðveldi hevur somuleiðis boðið til fundar um sama mál klokkan 9. Portalurin [...] valgreinar og eingin í Tjóðveldinum hevur nakran reellan møguleika at fáa fleiri atkvøður enn Høgni Hoydal. Men Tórbjørn Jacobsen, sum fyri langari tíð síðani hevur boðað frá, at hann gevst í politikki [...] fer at koyra uppá, at somu fólk ikki skulu sita á fólkatingi og í løgtinginum. Jóannes Eidesgaard hevur váttað, at hann verður ikki á listanum. Men alt hetta vita vit meira um í morginári, og vit á Portalinum
drotning í Bretlandi, sum hevur útbúgving av universiteti. - Skal eg vera glað fyri at vera saman við William? Eg haldi, at hann skal verða glaður fyri at sleppa at vera saman við mær, hevur Kate sagt í eini samrøðu [...] Í dag hevur Bretlandi verið á gosi, tí krúnprinsurin William giftist Kate Middleton. Hetta er størsta hending í bretska kongshúsinum í nógv ár, og bretar, sum fylgja væl við kongshúsinum, hava veruliga [...] hildu nógv saman á skúlanum, og tað eru átta ár liðin, síðani tey av álvara funnu saman. William hevur verið bangin fyri, at Kate skuldi fáa somu lagnu sum mamma sín, Diana prinsessa, sum ikki var so vælkomin
einasta liðið í La Liga, sum hevur vunnið á Barcelona hetta kappingarárið. Hesa ferð var tó ongin ivi. Barcelona kom á odda í fyrra halvleiki við máli frá Pedro, sum hevur skorað í teimum seinastu seks [...] og 3-0, sum gjørdist endaliga úrslitið. Barcelona hevur nú vunnið teir seinastu 15 dystirnar í La Liga, sum er eins nógv og metið, ið Real Madrid hevur frá kappingarárinum 1960/61. Hetta var eisini sættu [...] á rað, at Barcelona skorar fleiri enn trý mál og tað er eisini eins nógv og metið, ið Real Madrid hevur frá 1986. Barcelona liggur nú sjey stig fremman fyri Real Madrid. Barcelona og Real Madrid hava bæði