LÆRUBÓK
Nýggj lærubók við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki er komin. Føroya Skúlabókagrunnur gevur út.
Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini "Ny fysik/kemi", ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Námsfrøðiligur stuðulsbólkur við Harriet Hansen, Selmar Jacobsen og Jacob Thomsen hevur viðgjørt handritið. Lærubókin er prýdd við litføgrum og skemtiligum myndum eftir Óla Petersen. Harafturat eru fotomyndir úr føroyska gerandislívinum, sum ger tilfarið viðkomandi og áhugavert. Arbeiðsbókina hevur Janus Dam Guttesen myndprýtt, við góðum og frá-greiðandi tekningum til hvørja arbeiðsuppgávu.
Lagt verður upp til, at næmingarnir skulu nýta sítt íborna forvitni at undrast
á tað, sum eygað sær. Bókarøðin byggir víðari á innihaldið í lærugreinini náttúru og tøkni í 4., 5. og 6. flokki. Har eru næmingarnir vanir at eygleiða náttúrufyribrigdi, undrast á og spyrja, og síðani finna svarini. Nógvu royndirnar og uppgávurnar eru ætlaðar at lætta um innlæringina. Aftast í lærarabókini eru nakrar smáar uppgávur, ið lærarin kann fjølrita til næmingarnar. Har eru eisini støðuroyndir, har sum næmingarnir sjálvir skulu orða hóskandi uppgávusvar.
»Alisfrøði og evnafrøði 1« er fyrsta bókaheildin í eini lærubókarøð í alisfrøði og evnafrøði ætlað 7., 8. og 9. flokki fólkaskúlans.
Umbróting, reproarbeiði og prentumsiting hevur Repro-Z staðið fyri.
Lærubókin er 163 blaðsíður og kostar kostar 180 krónur. Arbeiðsbókin er 89 blaðsíður og kostar 64 krónur. Lærarabókin er 39 blaðsíður og kostar 48 krónur.