Norðoya Kunningarstova hevur í summar skipað fyri trimum útferðum í Norðoyggjum, og hesar hava eydnast sera væl.
Fyrsta túrin vóru eini 100 fólk við, og tað var helst í meira lagi. Síðani hava eini 100 fólk tilsamans verið til teir báðar seinni túrarnar.
? Tað eru fyrst og fremst føroyingar, sum hava verið við á hesum útferðum, og tað vísir, at tað ber væl til at skipa fyri ferðavinnutilboðum til føroyingar í summarferiuni, sigur Christian Olsen, sum er leiðari á Norðoya Kunningarstovu.
? Undirtøkan til ferðirnar hevur verið sera góð, og tað eru vit væl nøgd við, sigur hann.
Vitjaðu Blankskála
Seinasta útferðin var farna vikuskiftið, tá 55 fólk gingu til Blankskála á Kalsoynni. Hendan ferðin var útsett eina viku orsaka av veðri, men nú hon varð gjøgnumførd, gekk hon sera væl.
Asbjørn Lómaklett greiddi frá um Blankskála í gomlum døgum, og fólkini kvøddu eisini eina vísu og sungu ein sang á staðnum.
Tað verða ikki gjørdar fleiri útferðir í ár, men hetta summarið vísir, at tað er grundarlag fyri at skipa fyri slíkum ferðum til føroyingar.
Fleiri vitjandi
Norðoya Kunningarstova hevur havt úr at gera í summar. Frá mars til juli vóru 3200 vitjandi á Kunningarstovuni, og hetta er meira, enn tað hevur verið seinnu árini.
Gistingarhúsini í Norðoyggjum hava eisini havt fleiri vitjandi, enn tey høvdu í fjør, so hóast summarið hevur verið hálvvánaligt, tá hugsað verður um veður, so hava nógv ferðafólk vitja norðanfyri í summar.