FÍGGJARLÓGIN
Fyrsta viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002 er nú liðugt. Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum, heldur, at orðaskiftið í ár hevur verið eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, tá hon hevur verið við.
?Viðgerðin hevur verið øðrvísi á tann hátt, at tað eru onnur fólk við hesaferð. Tað merkist, at tað eru komin nýggj og yngri fólk í tingi, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon heldur, at orðaljóðið hevur verið sera hart til tíðir, og nógv orð, sum eru søgd, eiga ikki at verða søgd í tinginum, heldur Lisbeth.
Ikki gjørt av
Sjálv er Lisbeth L. Petersen eisini limur í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum fyri Sambandsflokkin. Fíggjarnevndin skal nú viðgera fíggjarlógaruppskotið, og forkvinnnan í Sambandsflokkinum sigur, at flokkur hennara ikki hevur gjørt, hvussu nógv, hann vil ganga við til í sparingum.
?Nú mugu vit fyrst hyggja eftir, hvat er møguligt, áðrenn vit fara at siga nakað meira, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon metir, at tað kunnu sjálvandi gerast sparingar, men nógvar møguleikar dugir hon ikki at fáa eyga, uttan sjálvandi tær nógvu ætlaðu yvirtøkurnar, men har eru fleiri avgerðir um yvirtøkur longu tiknar, sigur hon.
?Tað verður trupult at finna sparingar. Eg ivist eisini stórliga í, um tað ber til at finna eina semju millum samgongu og andstøðu, tí raðfestingarnar eru so ymiskar, sigur Lisbeth L. Petersen.
Forkvinnan heldur ikki gongdina við støðugt størri umsiting hjá tí almenna vera hepna. Hon sigur seg eisini rokna við enn størri umsiting, nú fleiri og fleiri mál skulu yvirtakast.