Orcades Viking loysir aftur fyrst í september

Skipið hevur ligið á Skála við brotnum motori síðan í januar, og tvídráttur hevur verið millum eigararnar av skipinum og tryggingarfelagið í Noregi.

Fiskivinna

Líka síðan í januar hevur fyrrverandi Heygadrangur ella Orcades Viking, sum hann eitur, ligið á Skála við brotnum motori. Skipið, sum er heimahoyrandi í Kirkwall, er væl kent í Føroyum og hevur lagt nógv túsund tonsini av uppisjóvarfiski upp til Faroe Cold Stores í Vági, sum er heitið á stóru frystigoymsluni, ið Jóhan Dahl eigur saman við útlendingum.
Samstarvið millum reiðaríið hjá Orcades Viking og Faroe Cold Stores hevur lagt nógvar tímalønir eftir seg í Vági. Og tað er ikki sørt, at vágbingar hava saknað skipið, nú tað hevur ligið svínabundið so leingi.

Togan um motorin
Í januar hendi tað, at motorurin á skipinum fór so illa, at reiðaríið metti, at skipið mátti fáa nýggjan motor.
Tvídráttur tók seg upp millum reiðaríið og tryggingarfelagið í Noregi, har skipið er tryggjað.
Jóhan Dahl í Vági sigur, at reiðaríið vildi hava nýggjan motor í skipið, meðan norska tryggingarfelagið helt, at málið kundi loysast við einum brúktum motori.
Tí dróg út at fáa tryggingarspurningin avgreiddan.

Liðugur um 1 mðr.
- Eg havi ikki sett meg so nógv inn í hetta málið, men havi skilt, at
tryggingarspurningurin nú er avgreiddur, soleiðis at skipið kann loysa fyrst í september við nýggjum motori.
Jóhan sigur, at nýggi motorurin á Orcades Viking er ein Wartsila, sum
er góðar 5000 hk., men er blombaður niður á somu hestakreftir, sum gamla maskinan var.
Spurdur, hví tað er gjørt, heldur Jóhan Dahl, at hetta hevur nakað við fiskiloyvini hjá skipinum at gera.