Á skránni í Fraklandi verður amerikanska uppskotið til eina friðarætlan í stríðnum millum Russland og Ukraina.
Endmálið við vitjanini hjá ukrainska forsetanum er at hoyra, hvat franski forsetin heldur um ætlaða uppskotið, og hvussu uppskotið kann tillagast ynskjunum hjá Evropa.
Tað var franski forsetin sjálvur, Emmanuel Macron, sum tók ímóti Volodymyr Zelenskyj, tá hann kom til landið.
Útlendskir miðlar vita at siga, at einki ítøkiligt er likið út um samrøðurnar, men franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, hevur sagt okkurt um, at endamálið er at føra samráðingarnar víðari fram á leið.
Í gjár var amerikanski forsetin, Donald Trump, bjartskygdur um útlitini fyri einari avtalu, sum kann føra til ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.
Fundur hevur eisini verið millum samráðingarfólk úr Ukraina og USA í Florida, og sagt verður haðani, at hetta var ein góður og positivur fundur.
- USA ynskir at brúka sína friðarætlan sum eitt grundarlag fyri friðarsamráðingunum, sum vónandi koma í lag millum Russland og Ukraina, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.










