? Arbeiðsbyrðan hjá okkum er ov stór í mun til tað peningaliga tilfeingið, ið stovnurin hevur at ráða yvir, sigur Palli Mortensen, ið er leiðari á Hjálpartólamiðstøðini.
Hetta er óivað orsøkin til ónøgdina, ið hevur tikið seg upp á Serstovnadeildini um tænastuna frá Hjálpartólamiðstøðini.
Palli Mortensen sigur, at Hjálpartólamiðstøðin skal syrgja fyri hjálpartólum til allar Føroyar. Tænastuøkið fevnir sostatt um alt landið, og hetta er eitt stórt øki, tá hugt verður at tí arbeiðsorku, ið stovnurin hevur, greiðir Palli Mortensen frá.
? Tað kann altíð tosast um vit ikki kunnu gera okkurt betri, men tað er hinvegin torført at fara inn og gera broytingar, tá arbeiðsuppgávurnar eru so ómetaliga stórar frammanundan.
Fleiri málsviðgerðir
Í sambandi við ta stóru arbeiðsbyrðuna hjá stovninum, sigur Palli Mortensen, at talið av málsviðgerðum hjá stovninum er økt munandi seinastu árini.
? Seinastu tvey árini er málstilgongdin økt munandi, uttan at játtanin er økt samsvarandi. Vit klára ikki at loysa øll innkomin mál, og tí verður ein bíðirøð, sigur Palli.
Orsøkin til hesa økingina er, at Hjálpartólamiðstøðin gerst kendari millum manna, og tí eru fleiri, ið vilja nýta hesa tænastuna. Eisini er heimarøktin farin at virka betur, og tað hevur við sær, at fleiri eldri fólk søkja um hjálpartól.
Eisini vísir Palli Mortensen á, at málini eru ógvuliga ymisk. Nøkur mál kunnu gerast í eini handavending, meðan onnur taka langa tíð.
At enda sigur leiðarin á Hjálpartólamiðstøðini, at stovnurin hevur eina bráfeingistænastu, um fólk hava tørv á bráfeingis hjálp.