Fiskivinna
Nú fleiri virkir norðanfjørðs hava verið stongd í 2-3 vikur í summar, er rættiliga nógvur fiskur komin uppá land í Suðuroy, har øll fiskavirkini hava verið opin alt summarið.
Martin Hentze, sum starvast á Fiskavirking á Tvøroyri, sigur, at tey har suðuri hava havt úr at gera seinastu vikurnar.
- Her hava nógvar landingar verið í summar, sigur hann.
Hesa vikuna hava fýra trolarar lagt veiðina upp til Fiskavirking á Tvøroyri.
Skansatangi og Research hava verið inni við ávikavist 72.000 og 64.000 pundum, Vesturskin við 187.000 og Safir, sum landaði í gjár, var við umleið 100.000 pundum.
Misjavnur upsi
Martin sigur, at upsin hjá Skansatanga og Research var smáur, upsin hjá Vesturskin hampiligur, men upsin hjá Safir var góður í mun til støddina á upsanum annars.
Hjá garnabátunum hevur summarið ikki roynst nakað serligt. Fiskiskapurin hevur verið smáligur og nøgdirnar av svartkalva, sum lagdar eru upp á Tvøroyri seinastu vikurnar, hava yvirhøvur verið smáar.
- Frægasta svartkalvalastin í seinastuni, er lastin hjá Anitu, sum í síðstu viku legði 24-25.000 pund upp á Tvøroyri. Annars hava skipini ligið millum 8-10.000 pund hvønn túrin, sigur Martin Hentze, sum ásannar, at nógv minni av svartkalva hevur verið at fingið í summar enn seinasta summar.
Lítil útróður hevur eisini verið seinastu tíðina, og við snelluni hevur lítið borið til. Teir, sum royna við línu, gera tó ein hampiligan túr av og á.