Jan Mølby sekkin í Hull

Fótbóltur: Tá Julian Johnsson í juli mánaði vendi heimaftur til føroyskan fótbólt og B36, eftir at hava roynt seg í enska 3. deildarfelagnum Hull City, hevði hann nakrar mánaðir frammanundan fingið nýggjan venjara.
Fyrrverandi danski landsliðsspælarin Jan Mølby tók við starvinum í apríl, og millum annað segði hann seg hava brúk fyri einum spælara sum Julian Johnsson í sínum framtíðarætlanum fyri liðið.
Men í fyrrakvøldið vóru dagarnir hjá Jan Mølby í felagnum taldur, eftir at tað hevur gingið serstakliga illa í landskappingini. Hull City hevur bara vunnið tveir av teimum tólv dystunum higartil, og liðið liggur sum nummar 18 av teimum 24 liðunum í fjórðbestu ensku deildini.
Um støðan so er íkomin, kanska tí Julian fór frá felagnum fyri góðum trimum mánaðum síðani, skulu vit ikki siga, men í øllum førum hevur ikki eydnast Jan Mølby at fáa vind í seglini hetta hálva árið, hann hevur sitið í venjarasessinum.
Sum skilst, bjóðaði Mølby seg fyri viku síðani til at leggja starvið frá sær, men leiðslan í felagnum gav honum tá eina viku aftrat at prógva, at hann kundi betra um støðuna.
Men longu hósdagin - áðrenn nakar dystur hevði verið aftrat - tók leiðslan nýggja avgerð og valdi at loysa Jan Mølby úr starvinum.
Fyrrapartin í gjár varð so Peter Taylor settur í starvið í hansara stað. Hann hevur fyrr vant Leicester, Brighton og enska U21-landsliðið, umframt at hann eitt skifti var fyribils venjari hjá enska A-landsliðnum.