Tað eydnaðist so ikki hesaferð, men sundalagsmenn kunnu í øllum førum erpa sær av, at teir ikki fingu mál ígjøgnum ímóti City í heili 110 minuttir. Dietmar Hamann skoraði eftir 27 minuttum á Tórsvølli [...] tíð, áðrenn teir aftur fingu bóltin framvið René Torgarð. EB/Streymur hevði helst einki havt ímóti at fingið javnleik í øðrum av dystunum, og síðan tapt hin við 4-0. Soleiðis skuldi tó ikki ganga.
Fyrrapartin varð ein ungur maður skotin nærhendis Christiania. Løgreglan sigur, at maðurin varð avrættaður Tann 26 ára gamli maðurin varð skotin tríggjar ferðir í nakkan, meðan hann sat inni í einum bili [...] bili, sigur løgreglan. Maðurin var av iranskum uppruna. Løgreglan kendi hann, men sigur, at hann hevði ikki samband við stríðið millum rokkarar og innflytarar. Vitni sóu ein ungan mann fara av skotstaðnum
Fram og Vestmenningur, sum hava skift høvuðsmotor á Tórshavnar Skipasmiðju, verða skjótt klárir at fara til fiskiskap aftur, teir fara royndartúr leygarmorgunin kl. 8. Arbeiðið hevur gingið væl, teir byrjaðu [...] slagnum Wartsila, eru 1305 HK, skipini høvdu MWM maskinur, sum eisini vóru 1305 HK. Um alt vísir seg at rigga væl leygarmorgunin, verður farið til fiskiskap aftur mánadagin, og tá verður farið á gulllak
! Summar er hvørkikynsorð og eitur summars í hvørsfalli, eintal, óbundið. Tí ber til at siga summarsins. Spell, at sungið verður vetrarsins í almennum sangupptøkum! E.S.: Eingir fosturlandssangir/flaggsangir
Aftur í ár verður stór dansikapping undir heitinum Lort í Býin, har ungir dansarar sleppa at sýna síni kynstur. Kappingin byrjar 2. mai. Lort í Býin letur pallin yvir til ung ímillum 7 ? 13 ár, har bólkar [...] hvør av dansarunum er best, og viðkomandi fær alskyns gávulutir í vinningi. Enn ber til hjá áhugaðum at melda seg til kappingina, og meira kann frættast um hetta á heimasíðuni hjá SMS www.sms.fo
Sundaberg, sum hevur roynt í Barentshavinum, fór í dag at sigla heim við uml. 760 tonsum av flaki. Sundaberg fór av Klaksvík 3. januar, teir byrjaðu fiskiskap í norskum sjógvi, men máttu flyta í russiskan [...] á pláss, teir royndu í russiskum sjógvi til uml. hálvan februar, tá teir aftur komu í norskan sjógv at royna. Væntandi verður Sundaberg á Klaksvík leygardagin, har veiðan verður løgd upp. Manningin telur
Hetta er heitið á sending fyri tey smærru børnini, sum verður at hoyra á Rás 2, fyrstu ferð í dag klokkan 17.15 Vertur í hesum barnasendingum er Annika Steintórsdóttir. Í fyrstu sendingini verður undirhildið [...] sangi og práti. Vit fáa vitjan av tveimum fittum smágentum og Trølla Pætur og Omman koma eisini á gátt at siga søgur fyri børnunum. Sendingin er sum sagt tann fyrsta í røðini, og verður hon endursend hvønn
gjáranáttina, og umleið 70.000 eru heimleys Myndugleikarnir siga, at talið á deyðum veksur í hvørjum. Men tað hendir framvegis meiri enn so, at fólk verða funnin á lívi undir húsaleivdunum, og higartil eru
25. mars. Mariumessa um várið. Til minnis um, at eingilin Gabriel boðaði Mariu Moy frá, at hon skuldi bera frelsaran í heim (Lukas 1, 26-38). Grikska navnið navnið Maria er tað sama sum hebráiska Mirjam
Josef Fritzl byrjar í dag Josef Fritzl er ákærdur fyri morð, trælahald, incest, burturflyting og fyri at hava neyðtikið eina dóttir sína meiri enn 3.000 ferðir tey 24 árini, hann hevði hana sitandi fanga [...] fyri morð, tá eitt av børnunum, sum hann fekk við dótturini, doyði í kjallaranum tríggjar dagar eftir, at tað var borið í heim.