Teir rokna við at vera á Klaksvík í vikuskiftinum ella tíðliga í næstu viku við 700 tonsum av frystum flaki Sundaberg siglir heim úr Barentshavinum. Seinnapartin í gjár hálaðu teir fyri síðstu ferð. So var kósin sett heim, og um veðrið verður til vildar, so rokna teir við at vera á Klaksvík í vikuskiftinum ella tíðliga í næstu viku. Sundaberg fór av vánni í Klaksvík týsdagin 8. januar. Tað vil siga, at teir hava verið burturi í knappliga hálvan triðja mánað.
Veiðan er 700 tons av frystum flaki. Fiskaríið hevur verið soleiðis, at 1. februar fóru teir um 200 tons, 26. februar høvdu teir 500 tons, 9. mars høvdu teir 600 tons, og í gjár fóru teir at sigla heim við 700 tonsum.