Málleyst í 110 minuttir

Tað hevði verið ótrúligt, um tað hevði lukkast EB/Streymi at fingið javnleik ímóti mæta Manchester City

Tað eydnaðist so ikki hesaferð, men sundalagsmenn kunnu í øllum førum erpa sær av, at teir ikki fingu mál ígjøgnum ímóti City í heili 110 minuttir. Dietmar Hamann skoraði eftir 27 minuttum á Tórsvølli, áðrenn Martin Petrov legði onglendingarnar á odda tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik í gjár. Tískil gekk rúm tíð, áðrenn teir aftur fingu bóltin framvið René Torgarð.

EB/Streymur hevði helst einki havt ímóti at fingið javnleik í øðrum av dystunum, og síðan tapt hin við 4-0. Soleiðis skuldi tó ikki ganga.