Hallo øll børn í Føroyum!

Hetta er heitið á sending fyri tey smærru børnini, sum verður at hoyra á Rás 2, fyrstu ferð í dag klokkan 17.15 Vertur í hesum barnasendingum er Annika Steintórsdóttir. Í fyrstu sendingini verður undirhildið við upplestri, sangi og práti. Vit fáa vitjan av tveimum fittum smágentum og Trølla Pætur og Omman koma eisini á gátt at siga søgur fyri børnunum. Sendingin er sum sagt tann fyrsta í røðini, og verður hon endursend hvønn leygardag kl. 10.00. Tað er Alvin Ellebye Andersen sum er tøkningur.