Rættarmálið ímóti eysturríkaranum Josef Fritzl byrjar í dag Josef Fritzl er ákærdur fyri morð, trælahald, incest, burturflyting og fyri at hava neyðtikið eina dóttir sína meiri enn 3.000 ferðir tey 24 árini, hann hevði hana sitandi fanga í kjallaranum.
Verður hann funnin sekur, kann hann fáa millum 15 ár og lívlanga fongsulsrevsing.
Avgerandi fyri dómin er, um Fritzl verður dømdur fyri morð, tá eitt av børnunum, sum hann fekk við dótturini, doyði í kjallaranum tríggjar dagar eftir, at tað var borið í heim.









