Maður avrættaður í Keypmannahavn

Fyrrapartin varð ein ungur maður skotin nærhendis Christiania. Løgreglan sigur, at maðurin varð avrættaður Tann 26 ára gamli maðurin varð skotin tríggjar ferðir í nakkan, meðan hann sat inni í einum bili, sigur løgreglan.

Maðurin var av iranskum uppruna. Løgreglan kendi hann, men sigur, at hann hevði ikki samband við stríðið millum rokkarar og innflytarar.

Vitni sóu ein ungan mann fara av skotstaðnum, men løgreglan veit ikki, um tað var hann, sum skeyt. Løgreglan hevur ikki funnið nakað vitni til sjálvan skottilburðin, sigur TV2.