Vetrarins og summarsins

Eyðun á Borg

 

Í flaggsanginum syngja vit: »vetrarins ljóð« og »summarsins lot«.

Vetur er kallkynsorð og eitur vetrar í hvørsfalli, eintal, óbundið. Tí eitur tað vetrarins og ikki vetrarsins!

Summar er hvørkikynsorð og eitur summars í hvørsfalli, eintal, óbundið. Tí ber til at siga summarsins.

Spell, at sungið verður vetrarsins í almennum sangupptøkum!

E.S.: Eingir fosturlandssangir/flaggsangir í døgurðatónleikinum í Útvarpinum flaggdagin, sum siður hevur verið í hálva øld!? Er ”tíðin” farin frá slíkum?

Við várligari flaggkvøðu

Á Borg á Argjum á gamla summarmála 2009