Nú minst 179 deyð í Italia

179 fólk eru nú funnin deyð aftan á jarðskjálvtan í Italia gjáranáttina, og umleið 70.000 eru heimleys Myndugleikarnir siga, at talið á deyðum veksur í hvørjum. Men tað hendir framvegis meiri enn so, at fólk verða funnin á lívi undir húsaleivdunum, og higartil eru meiri enn 100 bjargað undan leivdunum.

Umleið 1.500 fólk eru løstað, og næstan 70.000 eru heimleys.

Bjargingarfólk hava leitað eftir fólki alla nátt í býnum L´Aquila og í bygdunum rundan um býin. Í gjárkvøldið vóru fleiri smáir eftirskjálvtar.