hesa vinnu. Ein ráðstevna kann vera við til lata upp fyri einum dialogi. Vit hava brúk fyri oljufeløgunum, og tey skulu eisini hava brúk fyri okkum. Partur av teirra virksemi er, heldur enn at gera tað torført [...] Hetta hús, sum fyrst og fremst er ætlað at hýsa mentanarligum tiltøkum, er í oktober karmur um tvey áhugaverd vinnulig tiltøk - fiskivinnuna, sum roynir at betra um flutningsmøguleikarnar fyri at økja [...] Og høvundin er eingin annar enn stjórin í sama mentanarhúsi. Helga Hjørvar rakar seymin á høvdið, tá hon tengir saman vinnu og mentan og vísir á, hvussu hesi bæði kunnu byggja brúgv til eitt betri og
eini 20 ár hava havt ynski um, at Strandferðslan ikki skal leggjast, tá verkfall er. Vit skilja væl fólkið sunnanfjørðs, tí tey í Sandoy og Suðuroy verða so nógv harðari rakt, tá Starvsman [...] tingfólk skulu hava skattafríar koyripengar at koyra til Havnar fyri, tí at arbeiðsplássið hjá tingfólki – altso hjá teimum sum búgva uttan fyri Havnina – er heima við hús. Tá tey fara til Havnar [...] støðan fastlæst, og eingin broyting er at hóma. Vit kunnu siga tað sama um hesar vælsignaðu koyripengarnar, har politikarar sjálvir hava gjørt síni egnu viðurskifti so lukrativ, at la
savna inn pening til Fountain Húsi, sum tá longu varð komið á breddan. Fyrsta stigið var ein stuðulskonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. Síðani hava hópin av tiltøkum verið til tess at savna [...] arbeiðsrættað tilboð við Fountain Hús sum fyrimynd. Tað er hetta, sum nú er vorðið veruleiki í Heinesenshúsum á Tinghúsvegnum í Havn. – Endamálið við Fountain Hús er at skapa møguleikar hjá fólki við [...] eins og aðrar sjúkur, sum eisini hava rætt til heilsubót – sum í hesum føri er at skapa teimum umstøður, sum kunnu slúsa fólk út aftur í arbeiðslívið, sum hava verið merkt av hesar sjúku. Hetta er
í samfelag okkara. At skipanin við Eik Banka bara kundi endað galið, tað hava myndugleikar og bankaleiðsla vitað í fleiri ár. Í Danmark eru fleiri dømi, har tað gekk galið, tí at nevnd og [...] tveir privatpersónar, sum fáa eina feita løn, og um ein tingmann, sum øvundar teimum. Tí vit hava onnur dømi um ókompetentar leiðslur, sum stýra sera stórum peningaupphæddum – og sum [...] um Føroya Sparikassa, sum varð til Eik Banka, er ein syrgilig søga um, hvussu illa tað kann ganga, tá ein inkompetent leiðsla og ein inkompetent nevnd sleppa at skalta og valta við virðum hjá øðrum
ðing, sum vit hava sæð seinastu árini førir til reinu armóð - tað vísa allir húsagangirnir og tær tíggjutals milliónirnar, sum gomlu partaeigararnir í Dimmalætting hava mist. At M [...] at bera til í einum samfelag, har vit hava skipaðar kappingartreytir. Men tað verður gjørt við vælsignilsi frá landsstýriskvinnuni í mentamálum. Vit hava ein avmarkaðan lýsingarmarknað [...] hvørja viku. Tað eigur ikki at geva nakran hvøkk hjá tí, ið kennir hesa vinnugrein. Vit hava tvær gamlar fyritøkur, sum hava verið á marknaðinum í ávikavist 133 ár og í 83 ár, Dimmalætting og Sosi
ambassadørur fyri føroysku tjóðina. Talvið er tað so sanniliga eisini. VIT eru fá og smá men vit megna nógv vilja vit tað. Tað hava ikki minst okkara ítróttafólk víst á vølli. Men tað eru ikki bara úrslitini [...] viku vóru talvfólkini har. Føroyingar allir sum ein hava alla orsøk til at fegnast um hetta frálíka hús, sum skorar eitt 11-tal fyri og annað eftir. Og vit vilja eisini bera leiðsluni og starvsfólkunum har [...] langt við síðuna av at siga, at millum útlendsku telvararnar, sum hava víst fram síni kynstur í Norðurlandahúsinum seinastu dagarnar, finna vit ein komandi heimsmeistara. Meira um hetta inni í blaðnum. HVÍ
sundur. Vit hava ferð eftir ferð á hesum stað spurt, hvar fakfeløgini eru. Jørgen Niclasen, sum frammanundan hevur frítt spæl í samgonguni og í løgtinginum tykist eisini hava frítt spæl [...] hevur frítt spæl. Vit hava fyrr havt víðgongdar fólkaflokspolitikarar á tingi. Ein var ímyndin av høgraveinginum í Fólkaflokkinum, stavnamaðurin nevndur, og mangan hava fólk ógvast við [...] uttan fyri løgtingið, vóru langt síðani farin til hús. Tað sum er so ófrættakent við hesum er, at hetta júst er ímyndin av fakfeløgunum í dag. Vit spyrja tí, um tey ikki orka ella um tey ikki tíma
politiskt mál, sum vit enn ikki hava megnað at loyst. Vit vilja líkasum framvegis bæði hava almennar fyritøkur, sum vit bara kalla nakað annað. Hetta er ein stórur politiskur spurningur, sum vit ikki sleppa undan [...] ábyrgd á Atlantsflog. Tað er ein stór og tung ábyrgd at sita í eini monopollíknadi støðu. Hetta veri sagt, hóast vit væl vita, at Atlantsflog einsamalt ræður ikki yvir prísunum al tann tíð flogferðsla millum [...] bilti við marknaðarføringini frá fyrsta degi. Sama ger nú – vit og mong við okkum harmast og halda, at hetta veruliga er almikið spell, at vit ikki varðveittu kappingina á flogleiðini til útheimin.
eitt boð upp á, hvussu vit fíggja vælferðina í framtíðini. Tá so nógvir politikarar bara hugsa um, hvussu vit lækka inntøkurnar hjá landskassanum, so er tíð uppá, at vit fáa eitt boð uppá, hvussu [...] hvussu vælferðin skal tryggjast framyvir, og hvussu vit í heila tikið fáa húsarhaldið at ganga upp komandi árini. Javnaðarflokkurin tosar um eina »fólkatrygd«, har fleiri verða við til at gjalda [...] Í skrivandi stund kenna vit ikki allar smálutirnar í uppskotinum, men vónandi fara hinir flokkarnir at taka ímóti tí við einum konstruktivum vilja heldur enn at jarða tað á tann hátt,
Pengar skulu vit hava, og vit skulu sambært flestu politikarum hava so nógv fleiri pengar, enn vit hava. Tosað verður negativt um »stuðulsbúskapin«, sum heldur føroyska húsarhaldinum [...] arbeiðsgevarar hava trupult við at fáa fólk til arbeiðis. Bera vit saman okkara marginalskattatrýst við trýstið í øðrum londum, so liggja vit – sambært FAG – klárt á odda við at hava eitt marg [...] sigur seg sjálvt, at tá tíma fólk ikki at arbeiða, um landið skal hava tvífalt so nógv, sum tú fært sjálvur. Tí kunnu vit bara taka undir við Føroya Arbeiðsgevarafelag, tá mælt verður til at