ODDAGREIN: Troyta avmarkaða marknaðin

At tað kann vera trupult at reka fjøl­miðl­a­virk­semi hava seinastu dag­ar­nir víst. Í síðstu viku steðgaði ung­dóms­port­al­ur­in, Mess, tí áhugi ikki var at lýsa, segði stjór­in, sam­stund­is sum hann be­dýr­aði, at ó­keyp­is vik­u­blað­ið V fram­hald­andi fór at koma út.

At hetta seinna var ein sannleiki við mod­i­fikatiónum gekk sjón fyri søgn, tá hann fáar dagar seinni segði øll­um starvs­fólk­u­num upp og steðg­aði blaðnum.

Í miðlum hevur nógv verið gjørt nógv burt­ur úr hes­um, og víst verð­ur á, hvussu synd­ar­ligt tað er, at tað ikki ber til við einum ung­dóms­port­ali. Og tað er spell, at lýs­arar ikki hava á­huga í tí smala markn­að­i­num, sum ungdómurin er.
Eyð­vitað er tað trupult at geva út ó­keypis bløð hvørja viku. Tað eigur ikki at geva nakran hvøkk hjá tí, ið kenn­ir hesa vinnugrein. Vit hava tvær gaml­ar fyritøkur, sum hava ver­ið á markn­að­i­num í á­vik­a­vist 133 ár og í 83 ár, Dimmalætting og Sos­i­alin/Miðla­húsið. So høgur ald­ur gev­ur sjálv­andi roynd­ir og vís­dóm - sum verða borin næsta ætt­ar­liði.

Kortini koma nýggir aktørar á markn­að­in - sum skulu verða betri og bí­lig­ari. Kanska onkur heldur upp­á, at gomlu miðla­fyr­i­tøk­ur­nar taka alt ov høgar prísir, og at vit ikki duga eins væl, sum hesi væl­lærdu fólk­ini, sum siga seg seta bú­skap­ar­mod­ellið um útboð og eftir­spurn­ing í hásæti.
Og so koma umberingar. Men tað sum verður gloymt í øllum hesum er tað mest grundleggjandi av øllum: Púra vanligur handilsskapur!

Heldur enn at dumpa prísir og und­ir­bjóða hvønn annan, so eiga all­ir ak­tør­ar at virða hvønn annan og virða teir prísir, sum eru á markn­að­i­num við einum seriøsum prís­út­rokn­ing­ar­grund­ar­lagi. Slík und­ir­bjóð­ing, sum vit hava sæð sein­astu ár­ini før­ir til reinu armóð - tað vísa all­ir hús­a­gang­ir­nir og tær tíggj­u­tals mill­i­ón­ir­nar, sum gomlu parta­eig­ar­ar­nir í Dimma­lætt­ing hava mist.

At Mentamálaráðið letur Kring­varp­ið kapp­ast við okkum á so ó­jøvn­um grund­ar­lag, tað eigur ikki at bera til í ein­­um samfelag, har vit hava skipaðar kapp­ing­ar­treyt­ir. Men tað verður gjørt við væl­sign­ilsi frá lands­stýr­is­kvinn­uni í ment­a­mál­um.

Vit hava ein avmarkaðan lýs­ing­ar­markn­­að.­ Men hann kann skip­ast, um vit hava eitt ser­i­øst, gjøgn­um­­skygt út­rokn­ing­ar­grund­ar­lag fyri prís­ir, tað kunnu ak­tør­ar­nir á markn­að­i­num tryggja.

Men tað eru ómentaðir poli­tik­ar­ar, sum lata eitt alment fíggj­að pub­lic ser­vice kringvarp kvala privatar miðl­ar - tí tá hevur mentanin mist nógv.