Tveir spælarar eru givnir í NSÍ

Norski miðverjin er langtíðarskaddur, og Pætur Hentze fer av landinum í lestrarørindum

Tveir av teimum, sum undan summarsteðginum vóru á listanum hjá NSÍ, eru nú givnir í felagnum.

 

Talan er um Kevin Jablinski og Pætur Hentze.

 

Norski miðverjin Kevin Jablinski spældi í 2021 við 07 Vestur. Hann sá út til at vera góður styrkur, tá ið hann í vár spældi við NSÍ, men hann spældi bara sjey dystir, og síðani 17. apríl, tá ið NSÍ vann 1-0 á heimavølli, hevur hann ikki verið á vøllinum. Tað er fótskaði, sum er orsøkin til, at miðverjin ikki hevur spælt, og tá ið talan er um skaða, sum tað sær út til at vera ógvuliga torført at fáa bilbukt við, hevur 29 ára gamli norðmaðurin gjørt av at gevast, veit NSÍ at siga í morgun.

 

Pætur Hentze er vaksin upp í felagnum. Hann gevst nú at spæla, tí hann fer av landinum í lestrarørindum. Sambært FaroeSoccer hevur 25 ára gamli Pætur Hentze spælt 130 landskappingardystir í bestu deildini.