Hon undrast á, at fakfeløgini ikki gera uppreistur, nú samgongan er við at knúsa vælferðarsamfelagið sundur.
Vit hava ferð eftir ferð á hesum stað spurt, hvar fakfeløgini eru. Jørgen Niclasen, sum frammanundan hevur frítt spæl í samgonguni og í løgtinginum tykist eisini hava frítt spæl frá fakfeløgunum. Hóast tey hóttu við at seta hart ímóti hørðum í sambandi við flatskattin og skattingina av pensjónum, megnaðu tey ikki so mikið sum at møta upp í løgtinginum, tá avgerðin varð tikin beint fyri jól. Tað vóru bara umboð fyri Havnar Arbeiðsmannafelag, sum høvdu bindindi til at sita í tinginum og fylgja orðaskiftinum á tamb og atkvøðugreiðsluni, sum var aftaná. Hini fólkini – fakfelagsfólk og fólk úr politisku ungmannafeløgunum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum – sum høvdu hugnað sær við nógum gangi uttan fyri løgtingið, vóru langt síðani farin til hús.
Tað sum er so ófrættakent við hesum er, at hetta júst er ímyndin av fakfeløgunum í dag. Vit spyrja tí, um tey ikki orka ella um tey ikki tíma at geva Jørgen Niclasen mótspæl – men kunnu bara staðfesta, at hann tí hevur frítt spæl.
Vit hava fyrr havt víðgongdar fólkaflokspolitikarar á tingi. Ein var ímyndin av høgraveinginum í Fólkaflokkinum, stavnamaðurin nevndur, og mangan hava fólk ógvast við hansara besøgnu og mangan mannahatsku útsagnir. Munurin á Jørgeni Niclasen og honum er tó, at hjá stavnamanninum sat tað bara oman fyri hálsvølin. Hann var ein politiskur undirhaldari, sum ongantíð hevði politisk álitisstørv. Men hjá Jørgeni Niclasen sæst politikkurin aftur í gerðum, sum hann fær framt, tí hann hevur politiska valdið í sínu hulu hond – og við stuðulsmonnum sum løgmanni, Jenisi av Rana og frá Kára Post fær hann framt sínar politisku nýskipanir.
Men harfyri nýtast fakfeløgini ikki at falla í fátt ? um tey altso ikki taka undir við politikkinum hjá Jørgen Niclasen og samgongu hansara.
Gamla stríðskvinnan í Vági er ikki í iva:
– Eg haldi, at tey skuldu gjørt bart. Tað kunnu tey gera við at fara í aðalverkfall til samgongan hevur lagt frá sær, ella í minsta lagi til hon sleppur øllum tiltøkum, sum avmontera vælferðarsamfelagið.
Ingeborg Vinther sigur eisini, at var hon virkin fakfelagsfólk í dag, hevði hon lagt alla orku í at fingið øll fakfeløgini við upp á eitt aðalverkfall. Vit bíða spent at vita, hvussu leikur fer...










