ODDAGREIN: Umsíðir kom fountain húsið

Umsíðir bar stríðið á mál hjá ein­stak­ling­um og felagsskapum, sum sein­­astu árini hava stríðst fyri at seta á stovn eitt Fountain Hús í Før­oyum.

Týsdagin boðaði Annika Olsen, lands­­stýriskvinna, frá, at stuðul nú verð­­ur veittur til verkætlanina.

Ítøkiliga merkir tað, at lands­stýr­is­­kvinn­an hevur gjørt av at lata Foun­tain Húsi tvær milliónir krónur í stuð­uli til eina royndarverkætlan at seta á stovn eitt arbeiðsrættað ­til­boð til fólk, sum eru sálarsjúk ella hava sálarligar trupulleikar.

Stríðið fyri Fountain Húsinum hev­ur sín uppruna í lagnuni hjá Ras­musi Ras­mus­sen, ið var sál­ar­sjúk­ur og tók sítt egna lív á sjálvum sál­ar­sjúk­u­degnum 10. oktober í 2012.

Longu nakrar fáar dagar seinni tók barn­­dóms­vinur hansara, Herg­eir Staks­berg, stig til at savna inn pen­­ing til Fountain Húsi, sum tá longu varð komið á breddan.

Fyrsta stigið var ein stuð­uls­kon­sert í Sjón­leik­ar­hús­i­num í Havn. Síð­­ani hava hópin av tiltøkum verið til tess at savna pening.

Tvær milliónir krónur eru nú játt­að­ar á fíggjarlógini fyri 2014, og tær eru markaðar til at skipa eitt ar­beiðs­rættað tilboð við Fountain Hús sum fyrimynd.

Tað er hetta, sum nú er vorðið veru­leiki í Heinesenshúsum á Ting­hús­veg­num í Havn.

– Endamálið við Fountain Hús er at skapa møguleikar hjá fólki við sál­ar­trupulleikum/sjúkum at virka á jøvn­um føti við aðrar borgarar í sam­fel­ag­num. Málið er, at fleiri sál­ar­sjúk fáa eina meiningsfulla til­veru, sum gevur teimum inni­hald í gerandisdegnum, sigur lands­stýr­is­kvinn­an í fráboðanini týsdagin.

Hetta málið er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu náa einum góð­um úrsliti, hóast viljin hjá mynd­ug­leik­a­num ikki var til staðar.

Fólksligt trýst og fólksligur stuð­ul kann broyta politiska vilj­an, og tað er at fegnast um, at landsstýriskvinnan og øll tann politiska skipanin hevur skilt álvran í hesum máli, sum í ver­u­leik­a­num snýr seg um at virða fólk við sál­ar­sjúku.
Tað snýr seg um at viðurkenna, at sál­arsjúka er ein sjúka, eins og aðr­a­r sjúkur, sum eisini hava rætt til heil­s­ubót – sum í hesum føri er at skapa teimum umstøður, sum kunnu slúsa fólk út aftur í ar­beiðslívið, sum hava verið merkt av hesar sjúku.

Hetta er eitt gott tiltak, sum fyr­i­rei­k­ararnir og myndugleikin eigur rós fyri.