ODDAGREIN: Tá nevndin er inkompetent

Løgtingið avgjørdi í gjár, at løg­mað­ur skal svara ein­um fyr­i­spurn­ingi frá Kára P. Høj­gaard, løg­tings­manni, sum vil hava at vita, um løg­mað­ur held­ur tað vera í ord­an, at Marn­er Jac­ob­sen og Bjarni Ol­sen, fyrr­ver­andi stjór­ar í Eik Banka, fingu nakr­ar mill­i­ón­ir sum »gylt lógva­tak«, tá teir fóru frá sum stjór­ar, beint áðr­enn teir høvdu stýrt bank­an á hús­a­gang.

Søgan um Føroya Sparikassa, sum varð til Eik Banka, er ein syrg­i­lig søga um, hvussu illa tað kann ganga, tá ein in­kom­pe­tent leiðsla og ein in­komp­e­tent nevnd sleppa at skalta og valta við virð­­um hjá øðr­um – og seta alt yvir stýr, uttan at nak­ar steðgar ørskapinum.

Tað var ein áhugaverd sending á P1 hjá DR í síðstu viku, tá teir tríggir banka­rudd­ar­ar­nir hjá Finansiel Sta­bi­li­tet, Henn­ing Kruse Ped­er­sen, Jørn Astrup Hansen og Steen Hove søgdu sína hugs­an um, hví tað gekk so gal­ið hjá fleiri bankum í konga­rík­i­num.

Amagerbankin er eitt skrekk­sek­sem­pul – ikki minst tá tað snýr seg um eina út av lagi ó­kom­pe­tenta banka­nevnd, sum gev­ur stjór­a­num parta­brøv í hundr­að mil­l­i­óna klassa­num, og sum let­ur stjór­an sjálv­an sleppa at gera av, nær hann tekur sær »gylta lógva­takið«·

Fyri vanlig fólk er tað jú beinleiðis hol í høvd­ið, at nevnd­in í Eik Banka ger av at gjalda stjór­u­num fleiri milli­ónir í frá­far­ing­ar­løn, beint áðr­enn bank­in fer á heys­in. Tað luktar langan veg av in­kom­pe­tansu – ella tí, sum nógv verri er.

Tað er helst ein veruleiki, at júst in­komp­e­tansa er ein stór­ur trup­ul­leiki í nógv­um løg­um í sam­fel­ag okk­ara. At skip­an­in við Eik Banka bara kundi end­að gal­ið, tað hava mynd­ug­leik­ar og bank­a­leiðsla vit­að í fleiri ár. Í Dan­mark eru fleiri dømi, har tað gekk gal­ið, tí at nevnd og leiðsla høvdu alt vald­ið. Bara fyri Eik Banka hev­ur hetta kost­að Fin­an­s­i­el Sta­b­i­li­tet milli­arda­upp­hædd, eins og tað eis­ini hev­ur kost­að parta­eig­ar­u­num milli­ard­a­upp­hædd­ir. Fleiri aðr­ir hús­a­gang­ir stand­ast av hes­um fall­itt­ið, tí bankin sigur upp kredittir – eitt dømi er í­búð­ar­bygg­in­g­in undir Kongavarða á Argjum.

Spennandi verður at frætta, hvat løg­mað­ur hev­ur at siga, tí hetta er ikki bara eitt mál um tveir privat­per­són­ar, sum fáa eina feita løn, og um ein ting­mann, sum øv­und­ar teim­um. Tí vit hava onnur dømi um ó­kom­pe­tent­ar leiðsl­ur, sum stýra sera stór­um pen­ing­a­upp­hædd­um – og sum freist­ast at geva stórar løn­ir og stór­ar fr­á­faring­ar­løn­ir við vón um, at tað dryppar á deknin, sum kanska kýnir leiðsluni.

Her tørvar okkum greiðar reglur, sum seta skilvísi og kompetansu í hásæti, og tí hvílir stór ábyrgd á løgmanni.