ODDAGREIN: Vinna og mentan

Ikki meira enn hevur seinasti luttakarin á fiskivinnutinginum í Norðurlandahúsinum latið dyrnar aftur eftir seg, verða somu dyr latnar upp aftur fyri luttakarunum á stórari oljuráðstevnu.

 

Hetta hús, sum fyrst og fremst er ætlað at hýsa mentanarligum tiltøkum, er í oktober karmur um tvey áhugaverd vinnulig tiltøk - fiskivinnuna, sum roynir at betra um flutningsmøguleikarnar fyri at økja um útflutningsvirðið á okkara fiski - og oljuvinnuna, sum stendur á gáttini og vil gerast partur av framtíðar føroyska samfelagnum.

Tað er vert at geva júst hesum gætur, at tað er eitt mentanarhús, sum er við til at eggja vinnufólki til at bróta upp úr nýggjum og leita nýggjar leiðir fyri at tryggja Føroyum inntøkumøguleikar.

Hetta við vinnu og mentan er so eisini tað, sum ein av høvundunum í serblaðnum, sum Sosialurin gevur út í dag, nemur við. Og høvundin er eingin annar enn stjórin í sama mentanarhúsi. Helga Hjørvar rakar seymin á høvdið, tá hon tengir saman vinnu og mentan og vísir á, hvussu hesi bæði kunnu byggja brúgv til eitt betri og sterkari samfelag, hvussu vinnulívið kann stuðla undir mentanini og øvugt. Hvussu hesi bæði sum tvær týðandi súlur undir samfelagnum kunnu birta uppundir støðuga menning. Vinna og mentan = vinnumenning.

Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum í dag og í morgin kann fyri mong sýnast sum eitt vanligt tiltak, sum nakað, sum kemur og fer. Hon er tó nakað meira. Tí hon setir ljóskastaran á føroyskt vinnulív í einum nýggjum høpi, nevniliga hvussu fyritøkur í Føroyum kunnu gearast til at luttaka í eini nýggjari altjóða vinnu sum oljuvinnan er tað.

Tað er eftir okkara tykki bæði rætt og skilagott at stíla fyri slíkari ráðstevnu júst nú, soleiðis at tey feløg, sum hava fingið tillutað loyvi at bora á landgrunninum, vísa málinum um føroyska luttøku størsta álvarsemi. Men tað hevur eisini alstóran týdning, at somu oljufeløg gera føroyskum vinnulívi greitt, hvørji krøv tað má liva upp til fyri at kunna gerast veitari til hesa vinnu.

Ein ráðstevna kann vera við til lata upp fyri einum dialogi. Vit hava brúk fyri oljufeløgunum, og tey skulu eisini hava brúk fyri okkum. Partur av teirra virksemi er, heldur enn at gera tað torført og ómøguligt, at stuðla uppundir okkara vinnulív, soleiðis at tað kann liva upp til nýggju avbjóðingarnar, sum oljuvinnan setir. Skal talan vera um eina "win to win" støðu, so mugu oljufeløgini eisini gera sítt til fyri at fáa føroyska vinnulívið við í menningina. Men tað krevur so aftur av vinnulívinum, at tað ger eitt dygdargott arbeiði.