Tað er mikið spell, at royndin við Faroe Jet miseydnaðist. Øll kunnu væl uttan víðari vera samd um, at stórur tørvur er á kapping innan loftvegis flutning millum Føroyar og útheimin. Kapping er altíð av tí góða, og kapping er góð fyri brúkarararnar, einstaklingar og vinnulív. At fáa Faroe Jet stovnað og at reka felagið var eitt ódnartak. Leiðsla og manning gjørdu eitt megnararbeiði, og ferðafólk kendu seg sera væl umborð á flogfarinum. Tænastan var í top, og manningin í stýrhúsi eins væl og í kabinu var framúr dugnalig.
Hóast dugnaskap og áræði megnaði Faroe Jet ikki kappingna við Atlantsflog. Onkur hevur rikið upp undir, at ein orsøkin skuldi verið tann, at Atlantsflog er eitt alment felag. Hetta kann ikki heilt afturvísast, og tað er als ikki ókent í Føroyum, at almennar fyritøkur eru í kapping við privatar fyritøkur. Hetta er eitt politiskt mál, sum vit enn ikki hava megnað at loyst. Vit vilja líkasum framvegis bæði hava almennar fyritøkur, sum vit bara kalla nakað annað. Hetta er ein stórur politiskur spurningur, sum vit ikki sleppa undan at taka støðu til.
Hetta, at Faroe Jet er givið, er nakað av einum sorgarleiki, og tað fer at ganga long tíð, áðrenn nakar roynir aftur. Henda hending leggur eisini eina sera stóra ábyrgd á Atlantsflog. Tað er ein stór og tung ábyrgd at sita í eini monopollíknadi støðu. Hetta veri sagt, hóast vit væl vita, at Atlantsflog einsamalt ræður ikki yvir prísunum al tann tíð flogferðsla millum Føroyar og útheimin enn ikki er frí vinna. Men gongur sum ætlað, verður hetta frí vinna longu í 2007 og tá avger viðkomandi flogfelag sjálvt prísirnar. Samantikið var Faroe Jet ein sera áhugaverd roynd men fyri eigarar og stovnarar eisini ein vandamikil roynd. Henda roynd miseydnaðist tíverri, men tað tænir ongum endamáli at geva myndugleikum skyldina. Felagið var ikki nóg sjónligt frá byrjan av, og okkurt bilti við marknaðarføringini frá fyrsta degi. Sama ger nú – vit og mong við okkum harmast og halda, at hetta veruliga er almikið spell, at vit ikki varðveittu kappingina á flogleiðini til útheimin.