fingið gjørt slíkt, hava fingið tað gjørt í Danmark ella aðrastaðnis úti í heimi. Fyrr í ár var so fyri fyrstu ferð møguleiki at fáa gjørt tatoveringar í Føroyum, og hópurin av føroyingum valdu at gera sær [...] standa fyri "skotum". Ringur í eygnabrýrnum, keta í vørruni, ringur í tunguni, umframt ringar á øðrum kendum, men betur ónevndum støðum, alt hetta er við at gerast gerandiskostur í føroyska samfelagnum. Hetta [...] vinnur nógv fram kring allan heim í hesum døgum, og Føroyar eru einki undantak í so máta. Ikki tí, tað hevur ikki verið nøkur óvanlig sjón at sæð ungar gentur við ringi í nøsini og eisini nalvanum, men nú
sjey á morgni. Støðan í dag Hjá teimum ungu, sum hava hug at leita sær í býin eitt leygarkvøld, eru ikki nógvir møguleikar í at velja. Eru tey yngri enn 18 ár, so sleppa tey bert í dans, tá ið eitthvørt [...] fyllast, og ikki er tað hugaligt at dansa í einari hálvtómari, kaldari og myrkari høll. Soleiðis sum dansimentanin í Føroyum, kanska serliga Havnini, er skipað í dag, er tað tíverri so, at tey flestu av [...] taka útgangsstøði í náttarlívinum í Havn, so kunnu vit siga, at tað eru sera stórar broytingar farnar fram, hvat viðvíkur dansiumstøðunum seinastu árini. Leita vit 10 ár aftur í tíðina, so vóru tað tá dansihølir
eins og tí lítla í tilveruni. Hetta er serliga sýniligt í hansara seinastu bókum, »Ängeln och den blåa hästen« (1997) og »Når pappa visade Mej Världsalltet« (1998). Hann kennir »galskapin« í menniskjunum, [...] Í skaldskapi sínum trívur Ulf Stark í stóru eksistentiellu lívsspurningarnar. Hann megnar til fulnar at avdramatisera uttan tó at foreinkla. Sniðfundiga sigur hann frá, hvat tað vil siga at liva, og aldrin [...] menneskelig erkendelse« (skrivar rithøvundurin Jens Christian Grøndahl í »Politiken« 26.04.98). Hetta er júst tað, Ulf Stark ger í bókum sínum. Hann er egin, originalur og ektaður. Afturat kunnu bøkur hansara
at tað verður ofta sagt, at í øðrum londum ber tað væl til at stuðla fiskivinnuni, tí hon hevur ikki so nógv at siga í øðrum londum. ?Eg vil venda tí við og siga, at í Føroyum mugu vit stuðla fiskivinnuni [...] hvørt einasta ár. Á kjakfundinum í Nóatúni herfyri vísti Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur á, at fiskiflotin hevði givið 200 milliónir í undirskoti í miðal um árið síðani 1974. ?Og hvat so. Skulu vit [...] ni nettupp tí, at hon hevur so stóran týdning. ? Og tað fer í hvussu so er ongin við sínum fullu fimm at gera íløgur í fiskiskip við støði í teimum prísum, sum eru nú. Reiðarin á Glyvrum sigur, at annars
Mogens Lykketoft var í Føroyum í mai mánað í ár, segði hann at danska stjórnin helst vildi hava samráðingarloysn við Den Danske Bank í bankamálinum, fyri at sleppa udan at fara í rættin við málinum. Síðani [...] hevur ikki sent Danske Bank nakað semingsuppskot, sambært grein í Berlingske Tidende í fyrradagin. Tá danska stjórnin og Landsstýrið 10. juni í ár skrivaðu undir avtaluna millum londini bæði, gjørdu partarnir [...] rágreiðingin skuldi nýtast sum grundarlag í møguligum rættarmáli, staðfesti dómarin, at ein rættarúrskurður 13. desember í ár, skal gera av, hvørt bind 1-3 í frágreiðingini skal nýtast ella ikki. Den Danske
upprunaliga bedingin kom í 1914. Tann nýggi vognurin kom í 1985 og nú hava teir havt skip uppá 2.200 brt. á beding í Vági. Bygdu skip í Vági Tað eru eisini nøkur skip bygt í Vági. Í 1966 fóru teir undir [...] sum varð turkaður í teimum ymsu bygdunum. Tá íð tíðini turkaðu tey fisk í fleiri bygdum í Suðuroynni. Báturin, teir høvdu til tað brúki var Leif. Henry sigur, at tá var nógv arbeiðið í Vági. ? Allur niðari [...] Ein er í Klaksvík, ein í Miðvági og ein á Tvøroyri, so vítt hann minnist. Men teir hava eisini havt onnur stór arbeiði á bedingini. M.a. longdu teir eisini tveir bátar, sum teir fyrstu í Føroyum. Magnus
handritum o.s.fr. í Samkomuhúsinum Tað vóru Fimmboði og Daniel Johan Lisberg í Sumba, sum skipaðu fyri kvøldsetuni í samstarvi við Norrøna felagið í Føroyum, Norðurlandahúsið í Føroyum og Føroya Landsbókasavn [...] Leygarkvøldið var stór kvøldseta í Samkomuhúsinum í Sumba til heiðurs fyri skaldið Poul F., sum hevði fylt 100 ár í morgin, 18. november, hevði hann livað. Samkomuhúsið varð stúgvandi fult at fólki, sum [...] -yngsti beiggin var bara ársgamal, tá ið pápin doyði- vuksu tey upp í einum fjálgum og tryggum heimi uppi í Hørg, har mentanin var hildin í hásæti, segði Flora. Hon segði, at tað var sær ein æra at vera við
ikki serliga kent í Føroyum, men venjarin er eitt kent navn. Tað er Dia Midjord, sum í nógv ár spældi við besta mansliðnum hjá Kyndli og eisini var venjari hjá teimum okkurt árið. ? Jú, tað gongur væl [...] segði Dia, tá vit høvdu hann í telefonini um middagsleitið í gjár. ? Eg veit ikki, um tað er so nógv at skriva um, tí tað er bara 4. deild, men vit flyta so væntandi upp í 3. deild. Higartil hevur Florø [...] somikið høgt, at liðið væl hevði kunnað staðið seg í føroysku 1. deild. ? Umstøðurnar eru góðar, og eg trívist væl, sigur Dia, sum letur heilsa øllum í Føroyum.
ella luttøku frá almennari síðu í privatum oljufeløgum! Hann sigur, at tað al-menna hevur rætt eins og øll onnur at seta pening í privata oljufelagið men tó í mesta lagi 20% í felagið. Eingin kann forða tí [...] hjá landsstýrinum tann, at fyrsta lisensrundan skal verða boðin út í vár, soleiðis at oljufeløg sleppa í gongd at bora seint í 99 ella í ár 2000. [...] um eina handilsliga avtalu, so kanst tú ikki vera í fleiri samtøkum. Hevur tú valt eitt samtak at arbeiða saman við, so mást tú vera har í hvussu er í fyrstu rundu. Kjartan Hoydal leggur alstóran dent
um eina samsvarandi kanning í sambandi við fregnartænastuna og politiska umhvørvið í Føroyum. Spurningurin hevur tikið seg upp, eftir at danski løgmálaráðharrin Frank Jensen í Fólkatinginum hevur lagt fram [...] r politikarar hava sett fram krav um at vita, í hvussu stóran mun fregnartænastan hjá danska politinum (PET) hevur skrásett politiskt, lógligt virksemi í Grønlandi, hava eingir føroyskir politikarar sett [...] Eidesgaard, sum ein tíma seinni var komin fram til sína politisku støðu í hesum máli. ? Tað er eyðsæð, at stjórnin fyrst og fremst vil kanna, í hvussu stóran mun politikarar á danska vinstravonginum vórðu undir