Tattovørur vitjar aftur

Fleiri og fleiri ungir føroyingar velja at prýða likam sítt við einari ella aðrari tekning. Hetta hevur ført við sær, at íslendski tattovørurin, sum vitjaði fyrr í ár, nú aftur er á klettunum

Eitt alsamt vaksandi tal av føroyingum velja at prýða, onkur vil kanska siga misprýða, likam sítt við tekningum av onkrum djóri ella til dømis ein kinesiskum tekni fyri eitt ella annað.

Tey flestu, sum hava fingið gjørt slíkt, hava fingið tað gjørt í Danmark ella aðrastaðnis úti í heimi. Fyrr í ár var so fyri fyrstu ferð møguleiki at fáa gjørt tatoveringar í Føroyum, og hópurin av føroyingum valdu at gera sær dælt av hesum møguleikanum.

Hesa vikuna er íslendski tattovørurin aftur á vitjan í Føroyum, og verður hann verandi til fríggjadagin.


Piercing er eisini "in"

Tað eru ikki bert tatoveringar, sum eru "in" millum ungar føroyingar nú á døgum. Eisini er tað sera vælumtókt at fáa sær ringar á bæði lík og ólík støð.

Hetta, ið vanliga verður rópt piercing, vinnur nógv fram kring allan heim í hesum døgum, og Føroyar eru einki undantak í so máta.

Ikki tí, tað hevur ikki verið nøkur óvanlig sjón at sæð ungar gentur við ringi í nøsini og eisini nalvanum, men nú eru tað onnur støð á kroppinum, sum bókstaviliga standa fyri "skotum".

Ringur í eygnabrýrnum, keta í vørruni, ringur í tunguni, umframt ringar á øðrum kendum, men betur ónevndum støðum, alt hetta er við at gerast gerandiskostur í føroyska samfelagnum.

Hetta tykist óivað ørt fyri eldra ættarliðið, men munnu tey ikki eisini hava gjørt okkurt, tá ið tey vóru ung, sum táverandi eldra ættarliðið helt verða ørt? Tað vildi eg mett.

Tað er greitt, at slík piercing setur strong krøv til útgerð, reinføri, og alt tað, sum har til hoyrir, og tað er einki stað í Føroyum, sum ger øll sløg av piercing enn. Tó eru tað fleiri, sum til dømis gera hol í nalvan.


Hví fáa sær tatovering

Tað eru óivað mong, sum seta spurning við, hví fólk yvirhøvur fáa sær tatovering ella ring ymsastaðnis á kroppinum.

At fáa sær slík kropsprýði er aldargamal siður, sum fólk í Asia, Afrika og aðrastaðnis hava gjørt í fleiri hundrað ár.

Í vesturheiminum hevur hetta ikki so gamla søgu, men tó so, tey flestu kenna helst onkran gamlan sjómann, sum hevur fingið sær tatovering fyri nógvum árum síðani, eitt nú undir krígnum.

Summi vilja eisini siga, at nógv fáa sær tatovering, tá ið tey eru ávirkaði av rúsdrekka, men so er ikki. Ein góðkendur tattovørur hevur ikki loyvi til at tatovera fólk, sum eru ávirkaði.

Tað slepst tó ikki undan, at summir ikki yvirhalda hesar reglur. Tá ið Norrøna herfyri var í Aberdeen í sambandi við landsdystin hjá føroyingum móti Skotlandi, lá skipið bundið tætt við har, sum ein tattovørur helt til.

Hesin tattovørur hevði gyltar dagar, meðan Norrøna lá við bryggju, tí bíðirúmið hjá honum var allan dagin fult av føroyingum, sum bíðaðu eftir at fáa eina tatovering. Tað skuldi verið løgið, um allir hesir vóru edrúir.


Hvat prýðir kroppin

Tað er ógvuliga ymiskt, hvat fyri tekningar og annað, sum fólk velja at prýða sín kropp við. Onkur hevur fingið sær eitt band teknað um yvirarmin, fleiri hava tekningar av drekum, onkur av skipum, og so eru tað fleiri, sum bert hava tatoverað sær eitt navn á armin.

Eisini gerst tað alsamt betur umtókt at fáa kinesisk tekin á kroppin. Fleiri konufólk hava fingið sær eitt nú kinesiska teknið fyri kvinnu ella kærleika á sín kropp - ofta fáa konufólk sær tatoveringina á herðablaðið.

Mannfólkini fáa sær so hinvegin kinesiska teknið fyri mann ella styrki tatoverað á kroppin. Eisini eru tað fleiri og fleiri fótbóltsørir føroyingar, sum fáa sær ymisk fótbóltsmotiv á sítt likam.

Øll hava vit hoyrt um HB-kaninuna, men eisini hevur onkur fingið sær búmerkið hjá Liverpool, og onkur annar búmerkið hjá Tottenham á armin.


Tatovering fyri lívið?

Tað, sum ein skal gera sær, tá ið man fær sær eina tatovering, er, at hon so væntandi situr á kroppinum fyri lívið. Tað ber tó til at fáa eina tatovering burtur við eini plastikk-skurðviðgerð, men ein slík er ógvuliga kostnaðarmikil, so viðmælast má fólki at hugsa seg væl um, áðrenn tey fáa sær eina tatovering, sjálvt um nógvar av teimum eru stak flottar.