Henry var 14 ár, tá ið hann byrjaði hjá A/S J. Dahl Gørðum í Vági, ella hjá Garðamonnunum, sum tað vanliga varð nevnt.
Tey fyrstu trý árini var arbeiðið ymisk fyrifallandi, at t.d. at lossa og at sigla runt til tær ymsu bygdirnar í Suðuroynni eftir úróðrarfiski, sum skuldi til Vágs at verða turkaður, og eftir fiski, sum varð turkaður í teimum ymsu bygdunum.
Tá íð tíðini turkaðu tey fisk í fleiri bygdum í Suðuroynni.
Báturin, teir høvdu til tað brúki var Leif.
Henry sigur, at tá var nógv arbeiðið í Vági.
? Allur niðari partur í bygdini, heilt av sandinum, líka úr á Marknoyri var hvítur av fiski, sum varð breiddur út á fiskaplássini at verða turkaður.
Í 1947 kom Henry á bedingina, sum Garðamenn eisini áttu, umframt smiðjuna. Har kom hann í læru sum skipstimbrari.
? Og har havi eg verið líka síðani, sigur Henry.
Einasta tíðarskeið, hann var burtur av bedingini, var summarið 1959, tá ið hann varð lántur av bedingini at hjálpa til at seta elsteyrar upp í Suðuroynni.
Trivist væl
Henry sigur, at hann hevur trivist ómetaliga væl á bedingini.
?Fólkið hevur verið ómetaliga hampiligt og lagaligt at vera saman við, eisini yvirmenninir, so at tað hevur verið ein stuttleiki at vera til arbeiðis.
Henry sigur, at tað hevur verið so gott at vera á bedingini, at hann hevur ongantíð hugsað um at fáa annað arbeiði.
Skiftandi tíðir
Hendan langa arbeiðsdagin á bedingini hevur verið skiftandi tíðir og Henry hevur báði sæð tað ganga upp og hann hevur sæð tað ganga niður.
? Tey fyrstu árini var øgiliga nógv arbeiði. Vit høvdu tríggjar sluppir uppi ísenn og tað varð arbeitt nátt og dag.
M.a. komu nógvar sluppir niorðaneftir til Vágs á beding.
?Tá var ikki sum nú, tá høvdu vit dampmaskinu at hála vognin upp. Vit brúktu nógv eingilskt kol til maskinuna, so tað var eitt øgiligt rokilsi, tá ið vognurin var í brúki.
Tá var bedingin eitt stórt arbeiðspláss. Henry sigur, at teir vóru 24 mans á sjálvari bedingini, umframt teir 12-14 menninar í smiðjuni. ? Tilsamans vóru vit einir 36-37 mans til arbeiðis.
Tann upprunaliga bedingin kom í 1914. Tann nýggi vognurin kom í 1985 og nú hava teir havt skip uppá 2.200 brt. á beding í Vági.
Bygdu skip í Vági
Tað eru eisini nøkur skip bygt í Vági.
Í 1966 fóru teir undir tjúgu-tonsararnar, sum teir vanliga vórðu nevndir.
? Tríggir tjúgutonsarar vórðu bygdir, ?Edvør?, ?Astrid? og ?Albert Victor?, og teir eru allir til enn.
Ein er í Klaksvík, ein í Miðvági og ein á Tvøroyri, so vítt hann minnist.
Men teir hava eisini havt onnur stór arbeiði á bedingini.
M.a. longdu teir eisini tveir bátar, sum teir fyrstu í Føroyum.
Magnus á Gørðinum fór á land í Grønlandi í 1964 so kjølurin skrædnaði undan.
?Tá ið vit so skuldu umvæla hann, varð hann longdur nakrar metrar samstundis.
Árið eftir varð so Jógvan á Gørðinum eisini longdur í Vági og yvirdekkaður. Margretha varð eisini longd í Vági í 1965.
Somuleiðis eru eisini fimm stálskip smíðað í Vági.
?Royndin Fríða? varð bygd til Nólsoyar. Aftaná bygdu teir ?Jaspis? og ?Ametyst?.
Síðani vóru skrokkarnir av ?Miðvingi? og ?Vestfart? førdir til Vágs, har teir vórðu gjørdir liðugir. Og seinni varð Sverri Olavson eisini longdur og gjørdur liðugur í Vági
Sunnudagur hvønn dag
Men so seig kreppan niðuryvir Vági, eins og hon gjørdi alla aðrastaðni eisini. Og endin var eisini, at báði bedingin og smiðjan fóru av knóranum.
? Tað var ein ræðilig tíð. tað var sum um tað var sunnudagur hvønn dag, sigur Henry.
Hann fegnast tí um, at tað eydnaðist at fáa bedingina og smiðjuna á føtur aftur. ? Men hevði Gudmund Jacobsen, sum nú er stjóri á skipasmiðjuni, ikki verið so treiskur, hevði tað ikki komið so langt. Men tíbetur gekk tað, og Gudmund Jacobsen hevur víst seg at hava eitt einastandandi hegni til hetta, so eg vóni, at tað eisini gongur
Og síðani on læt upp, hevur hon ment seg spakiliga og nú eru aftur einir 20 mans til arbeiðis í Smiðjuni. Tveir drongir eru í læru ein í smiðjuni og ein á bedingini.
Ikki pensjonerast enn
Nú er Henry 69 ára gamalur, men enn hevur hann ongar ætlanir um at lata seg pensjonera.
?Mær dámar best at vera í sving, so eg ætli mær at hanga í, so leingi heilsan er til tað.
? Enn hevur tað so ikki bilað, tíbetri, so eg má bara lata væl at, sigur Henry.
Størsta frítíðarítrivið hjá Hebry er sangur og tónleikur.
Hann hevur verið í kirkjukórinum ?Ljómi? í yvir 50 ár og hann hevur havt nógv upplivilsir við teimum. M.a. hevur hann verið nógvar uttanlandsferðir. Fyrsta uttanlandsferðin var Noregsferðin í 1954, tá ið tað var heilt óvanligt at gera slíkar ferðir. Síðani hevur henn verið í Íslandi og í Póllandi við Ljómi.
Henry hevur eisini spælt í hornorkestrinum í 10 ár, men tað er tíverri dottið niðurfyri.