Írsku myndugleikarnir vóru í átaksstøðu, tá ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, mánadagin í vikuni kom til Írlands, og Irish Times veit frá keldum at siga, at dronur vóru sæddar nærindis flogfarinum hjá ukrainska forsetanum.
Sambært keldunum hjá Irish Times vórðu dronurnar sæddar av einum skipi, og stúrt varð fyri, at dronurnar vórðu sendar í luftina fyri at órógva kósina hjá flogfarinum við ukrainska forsetanum.
Sum skilst, kom flogfarið við Volodymyr Zelenskyj til Írlands nakað fyri tíð, og tí gjørdust dronurnar eingin trupulleiki fyri flúgvingina. Steðgurin í Írlandi var stuttur, og forsetin fór longu avstað aftur dagin eftir.
Sambært The Journal settu írsku myndugleikarnir í verk dronuforboð í økinum kring høvuðsstaðin, Dublin, meðan ukrainski forsetin var á vitjan.
Á myndini omanfyri sæst Zelenskyj saman við írska forsætisráðharranum, Micheal Martin.
Sambært írskum miðlum var talan um framkomnar dronur, sum vóru í luftini mánakvøldið, og tær vórðu stýrdar av royndum fólki. The Journal skrivar, at talan var um fýra dronur, ið verða lýstar sum "hernaðarligar".
Ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, Dmytro Lytvyn, váttar yvirfyri ukrainskum miðlum, at ukrainska ferðalagið í Írlandi fekk at vita, at dronur vóru sæddar, men sambært ráðgevanum órógvaðu tær ikki vitjanina.
Tað eru Ritzau og Reuters, sum eru keldur til hesi tíðindi, og her verður eitt nú víst til miðlarnar, Irish Times og The Journal.










