Í skaldskapi sínum trívur Ulf Stark í stóru eksistentiellu lívsspurningarnar. Hann megnar til fulnar at avdramatisera uttan tó at foreinkla. Sniðfundiga sigur hann frá, hvat tað vil siga at liva, og aldrin sleppur hann lesaranum upp á fjall. Hann torir at minnast barndóm sín, og lýsir hann við humor, varma og eymleika. Men hann torir eisini at minnast tað, sum nívdi - og tað, sum kanska enn nívir.
Ulf Stark hevur ans fyri tí stóra eins og tí lítla í tilveruni. Hetta er serliga sýniligt í hansara seinastu bókum, »Ängeln och den blåa hästen« (1997) og »Når pappa visade Mej Världsalltet« (1998). Hann kennir »galskapin« í menniskjunum, tað irrationella, sorgina, saknin, kærleikan, trúfesti og »bara man har en hund og gode «kompisser«, skal det aldrig gå helt galt«, segði hann á einum tíðindafundi herfyri.
»? At værkets suverænitet kun trænger sig på som en uafviselig og indtrængende oplevelse, når formen artikulerer noget personligt erfaret, som værket transformerer til universel, menneskelig erkendelse« (skrivar rithøvundurin Jens Christian Grøndahl í »Politiken« 26.04.98).
Hetta er júst tað, Ulf Stark ger í bókum sínum. Hann er egin, originalur og ektaður. Afturat kunnu bøkur hansara eins væl lesast av vaksnum.
Heiðurslønin verður handað leygardagin 21. november 1998 klokkan 16.00 á Bási nr. 17 í »BogForum ?98«, FORUM København, Julius Thomsens Plads 1, 1925 Frederiksberg C.
Norrøna Skúlabókavarðafelagið hevur síðani 1985 latið Norrønu Barnabókaheiðurslønina. Hetta er ein heiðursgáva, sum er eitt vakurt heiðursbræv sum teknarin Jens Bach Andersen hevur teknað og ein lutur úr leiri, sum keramikarin Karen-Lisbeth Rasmussen hevur gjørt.
Í dómsnevndini eru: Gunvør Joensen úr Føroyum, Aud T. Neverdalen úr Noregi, Frida Haraldsdóttir úr Íslandi, Tove Fagerholm úr Finnlandi, Anna-Lena Lindekvist úr Svøríki, Bent Rasmussen úr Danmørk.
Hesi hava fingið Norrønu Barnabókaheiðurslønina:
1985 Maria Gripe, Svøríki.
1986 Tormod Haugen, Noregi.
1987 Kaarina Helakisa, Finnlandi.
1988 Metta Newth, Noregi.
1989 Svend Otto S. Danmørk.
1990 Mats Wahl, Svøríki.
1991 Ólavur Michelsen, Føroyum, Erik Hjorth Nielsen, Danmørk.
1992 Gudrún Helgadóttir, Íslandi.
1993 Bjarne Reuter, Danmørk.
1994 Torill Thorstad Hauger, Noregi.
1995 Torun Lian, Noregi, Viveca Lärn Sundvall, Svøríki.
1996 Louis Jensen, Danmørk.
1997 Lars-Henrik Olsen, Danmørk.
1998 Ulf Stark, Svøríki.
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út bókina eftir Ulf Stark: »Lati hvítabjarnirnar dansa«. Í vetur kemur enn ein bók eftir Ulf Stark á føroyskum á sama forlag »Systir mín er ein eingil«. So eitthvørt er at gleða seg til.