Tað er burturvið at minka flotan fyri at fáa meiri fisk

Olaf Olsen, reiðari, er púra ósamdur við búskaparfrøðingar í, at bara tað vera færri skip, so verður meiri fiskur í part til hvørt skipið, og so fæst fiskiflotin at bera seg.

?Skipini fiska ikki stórt meir i enn tað sama, hóast tey eru nógv ella tey eru fá

? At trúgva tí, at hvørt skipið fer at fiska nógv meiri, bara fiskiflotin verður skerdur, er púra burturvið.

Olaf Olsen, reiðari á Kuba-trolarunum er grundleggjandi ósamdur við búskaparfrøðingarnar um, hvussu vit fáa fiskiflotan undir Føroyum at bera seg.

Ein høvuðsresept hjá búskaparfrøðingunum er tann, at fiskiflotin skal minkast, tí so verður meiri fiskur í part til hvørt skipið og so fæst fiskiflotin at bera seg.

Hendan uppskriftin varð eisini borin fram á kjakfundinum, sum Fiskirannsóknarstovan skipaði fyri í sambandi við ?Havsins Viku? herfyri.

Vit hava spurt Olaf Olsen reiðara, um hann er samdur í hesum sjónarmiði.

Olaf Olsen er reiðari á kubatrolarunum, sum partrola.

Mong halda, at er hetta sjónarmiðið hjá búskaparfrøðingunum rætt, skuldi tað nettupp gjørt seg galdandi hjá partrolarunum, tí tann flotin er minkaður heilt nógv tey seinastu árini.

Fyri 10 árum síðani vóru næstan 60 partrolarar í føroyska fiskiflotanum.

Nú eru færri enn 30 eftir, so partrolaraflotin er farin niður í helvt.

Sostatt verður hildið, at er metingin hjá búskaparfrøðingunum røtt, skuldi fiskiskapurin hjá partrolarunum verið munandi batnað seinastu árini.

Ikki minst skuldi tað gjørt seg galdandi hjá Kuba-trolarunum, tí her er talan um átta sama slag skip, ið hava fiskað eini 20 ár á sama sjóøki

Reiðaríið hjá Kuba-trolarunum førir neyv hagtøl yvir veiðina hjá bátunum og vit hava spurt reiðaran, um hann er samdur við búskaparfrøðingarnar.


Tað vísir seg ikki

Tað er Olaf Olsen, reiðari ikki.

Hann sigur, at tølini vísa, at tað er ikki so, sum búskaparfrøðingarnir siga.

Hann sigur, fiskiskapurin hjá Kubatrolarunum hevur verið merkiliga støðugur, hann hevur ligið um 1.000 tons í part um árið.

? Soleiðis hevur tað altíð verið. Hetta hevur verið galdandi tey seinastu 20 árini, sigur hann.

?Sjálvandi er skiftandi fiskiskapur. Okkurt árið hevur ein bátur fingið 1.500 tons og okkurt annað árið hevur ein annar fingið 800 tons.

? Men tað hevur avgjørt verið undantakið, og fiskikapurin er ikki vaksin, hóast partrolaraflotin er farin í helvt, sigur Olaf Olsen.

? Og harafturat vísir tað seg framvegis, at tað er rættiliga avgerandi fyri fiskiskapin, hvør skiparin er.

Hann sigur, at hann helt, at við øllum teimum nýmótans tólum og allari útgerðini, sum bátar hava í dag, hevði tað minni týdning fyri fiskiskapin, hvør var skipari.

?Men so er ikki. Tað vísir seg enn sum áður, at tað hevur rættilgia stóran týdning, hvør er skipari, tí summir fiska betri enn aðrir

Hann sigur, at hóast fiskiskapurin er ógvuliga støðugur, er stórur munur á samansetingini av veiðini ár um ár.

? Vanliga hava eini 70% av veiðini verið upsi, 10-15% hevur verið toskur og minni enn 10% hevur verið hýsa, og so eitt sindur av ymsum øðrum fiskasløgum.? Men teir størstu broytingarnar í samansetingini hava av veiðini verið tey bæði seinastu árini, hóast tað nú er við at koma í vanligu leguna aftur.


Púra burturvið

Olaf Olsen sigur, at eftir teirra royndum, kann hann ikki vera samdur við búskaparfrøðingarnar, tá ið teir siga, at loysnin fyri at fáa flotan at bera seg, er at fækka skipini, tí so verður meiri í part til hvørt skipið.

? Eg skal ikki pástanda, at fiskiskapurin slettis ikki fylgir talinum av skipunum.

? Men tað er heilt burturvið at siga, at vit fara at fáa líka nógvan fisk, sum vit fáa nú, við færri skipum.

Olaf Olsen sigur, at tað er mark fyri, hvussu nógv eitt skip kann fiska.

? Og nú er stðan tann, at skipini kunnu ikki fiska stórvegis meiri, enn tey gera nú.

? Tað vísir seg eisini, at nýggju skipini fiska ikki meiri enn tey gomlu. Afturímóti íløguni, sum krevst til eitt nýtt skip, hevur tað onki uppá seg, tað sum eitt nýtt skip fiskar meiri enn eitt gamalt.

? Verður fiskiskipaflotin tí minkaður, verður avleiðingin sostatt, at nøgdin fer niður ígjøgnum, um enn tað kanska verður eitt lítið sindur meiri av fiski uppá skipið.

? Hinvegin haldi eg, at fiskivinnusøga okkara mátti havt lært okkum nú, at fiskiskapurin er altíð ójavnur frá ári til ár.

? Tað hevur altíð gingið upp og niður, og tað fer altíð at ganga upp og niður. Vit koma aldrin har til, at fiskiskapurin verður javnur.

? Er fiskiskapurin javnur, er tað tí, at vit leggja støði eftir teimum vánaligastu árunum og fiska ikki meiri tey góðu árini.


Fer at halda uppat

Olaf Olsen heldur, at fylgja vit ráðunum um at skerja fiskiflotan undir Føroyum munandi, er tað mest sannlíkt, at fiskiskapurin eftir summum fiskasløgum fer heilt at detta niðurfyri. Olaf Olsen sigur, at skipini fiska sjálvandi tann fiskin, sum loysir seg best.

? Og at fiska meiri av toski og hýsu enn vit gera nú, ber ikki til á teimum leiðum, har tað ber til at fiska.

? Tvs, at verða skipini færri, fer fiskiskapurin eftir upsa helst at halda uppat, tí tað loysir seg ikki at fiska hann av tí at prísurin vanliga er so lágur, hóast hann er høgur í løtuni.


Ílagi við avmarkaðum studningi

Olaf Olsen sigur, at spurningurin er tí, um vit skulu lata hesa rávøruna fara fyri einki, tí at ikki loysir seg at fiska hana.

Hin spurningurin er, um vit skulu lata skipunum ein avmarkaðan stuðul, so at tað ber til at fiska t.d. upsa eisini.

?Tvs, at við einum avmarkaðum stuðuli kunnu vit bjarga einum 50.000 tonsum av fiski upp á land, sum vit annars ikki høvdu fingið til høldar.

Hann heldur, at talan má eisini vera um eitt slag av røkt av fiskigrunnunum, tí halda vit uppat at fiska upsa, fer hann at eta ov nógv burturav teirri føði, sum er í sjónum, og sum annars fiskur eisini skal hava burturav.

Tí heldur Olaf Olsen eisini, at ein avmarkaður stuðul til fiskivinnuna, m.a. fyri at varðveita ein fiskiflota so at vit hava nóg mikið av skipum at fáa fult virði upp úr havinum tey árini, fiskiskapurin er góður og so at vit kunnu troyta allar stovnar.

Hetta sigur hann hóast hann ásannar, at tað er trupult at stýra stuðlinum, so at tað ikki fer yvir gevind.

? Tað fer at sporinum viðhvørt. Tað gjørdi tað eisini í áttatiáruum. Men tað var mest tí, at lógir bilvu settar í gildi til ávís endamál, men tær blivu ikki settar úr gildi aftur, tá ið endamálið var rokkið.

Hann nevnir sum dømi lógina um at endurnýggja skipaflotanum.

? Men hon stóð við langt eftir, at flotin var endurnýggjaður og førdi við sær, at íløgur blivu gjørdar, sum ongin botnur var í og at flotin bleiv ov stórur.


Fiskivinnan gevur ikki undirskot

Olaf Olsen her eisini langt frá samdur við búskaparfrøðingarnar í, at fiskiflotin gevur undirskot hvørt einasta ár.

Á kjakfundinum í Nóatúni herfyri vísti Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur á, at fiskiflotin hevði givið 200 milliónir í undirskoti í miðal um árið síðani 1974.

?Og hvat so. Skulu vit so halda uppat at fiska fyri at spara tær 200 milliónirnar um árið í stuðuli, spyr reiðarin á Glyvrum.

Annars er hann als ikki samdur í, at fiskiflotin gevur undirskot.

? Tað kann væl vera, at sjálvur fær flotin ikki nógv nógv burturúr til at forrenta íløguna og til at gera nýíløgur.

?Men tað ber ikki til at taka flotan burturúr heildini og siga, at hann gevur undirskot.

? Flotin má setast inn í eina samfelagsliga heild og metast má um samlaða úrslitið.

? Og skulu vit meta um samfelagsliga avkastið av fiskiskapinum, má hyggjast eftir tí arbeiði, fiskurin kastar av sær og tær avleiddar vinnur, sum fiskiskapurin førir við sær.

? Og tað er ikki so lítið, sum fiskiflotin kastar av sær, aftaná, at hann er fiskaður.

? Støðan er í veruleiknum tann, at samfelagið í vissum førum ber fiskiflotanum eitt sindur aftur av tí, sum samfelagið fær burturúr tí, ið flotin førir til lands.

? Stuðulin er ein afturbering til flotan av tí at hann hevur størri avgjøld at dragast við, enn hann klárar at betalar.

? Men at innrætta kostnaðarstøðið øðrvísi er ein sera trupul gongd. Tí so er neyðugt at nógvir partar á arbeiðsmarknaðinum tosa saman á heilt øðrum máli, enn tey gera i dag. ? Tað er altíð ringt at bakka. Skulu vit bakka, skal okkurt álvarsligt henda á vegnum.

? Helst ?verður neyðugt? at samfelagið skramblar saman, áðrenn vit røkka nøkrum úrslitum vegin tann vegin.

Tá metir hann heldur, at vit eiga at lækka skattin fyri at lætta trýstið á lønarvøksturin.

Olaf Olsen vísir á, at tað verður ofta sagt, at í øðrum londum ber tað væl til at stuðla fiskivinnuni, tí hon hevur ikki so nógv at siga í øðrum londum.

?Eg vil venda tí við og siga, at í Føroyum mugu vit stuðla fiskivinnuni nettupp tí, at hon hevur so stóran týdning.

? Og tað fer í hvussu so er ongin við sínum fullu fimm at gera íløgur í fiskiskip við støði í teimum prísum, sum eru nú.

Reiðarin á Glyvrum sigur, at annars eru vit verri enn so tey einastu, sum stuðla fiskivinnuni fíggjarliga.

Tí á kjakfundinum á Fiskirannsóknarstovuni herfyri varð upplýst, at tilsamans fær alheims fiskivinnan væl yvir 100 milliardir krónur í stuðuli, leggur hann afturat.