Christian
Schults-Lorentze
úr Keypmannahavn
Meðan grønlendskir politikarar hava sett fram krav um at vita, í hvussu stóran mun fregnartænastan hjá danska politinum (PET) hevur skrásett politiskt, lógligt virksemi í Grønlandi, hava eingir føroyskir politikarar sett fram ynski um eina samsvarandi kanning í sambandi við fregnartænastuna og politiska umhvørvið í Føroyum.
Spurningurin hevur tikið seg upp, eftir at danski løgmálaráðharrin Frank Jensen í Fólkatinginum hevur lagt fram eitt uppskot um eina nevndarkanning av arbeiðnum hjá fregnartænastuni. Hetta hendir eftir at tað er komið fram, at PET møguliga ikki hevur hildið seg til lógina frá 1968, sum bannar skráseting av donskum borgarum bert orsakað av teirra lógliga politiska virksemi.
Tá Sosialurin setti seg í samband við føroyska fólkatingsumboðið Jóannes Eidesgaard, bað hann um at fáa tíð til at hugsa um spurningin.
? Skalt tú tosa við nakran annan fyrst um henda spurningin?
? Nei, eg skal bara hava stundir til at hugsa meg um. Tað er jú ein eymur spurningur, segði Jóannes Eidesgaard, sum ein tíma seinni var komin fram til sína politisku støðu í hesum máli.
? Tað er eyðsæð, at stjórnin fyrst og fremst vil kanna, í hvussu stóran mun politikarar á danska vinstravonginum vórðu undir eftirliti. At grønlendska landsstýrið vil vera ein partur av hesi kanningini, er eftir egnum ynski, men eg havi onga kenslu av, at tað skuldi verið neyðugt hjá okkum. Hinvegin kann tað tykjast paranoidt. Tí fari eg ikki at taka stig til, at kanningin eisini skal umfevna eina møguliga skráseting av føroyskum politikarum.
? Men hevði tað ikki verið náttúrligt at fingið greiðu á spurninginum, tá ein nevnd nú kortini skal kanna málið? Um tú ikki spyrt, fært tú jú einki svar?
? Jú, tað kanst tú siga. Men eg havi ilt við at síggja, hvussu eg einsamallur kann seta kravið fram. Bert um løgtingið heitir á meg, fari eg at fylgja málinum upp, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tá grønlendska landstingið vil vera partur av kanningini, kemst tað millum annað av illgruna um, at lóglig, politisk mótmælistiltøk móti amerikansku herstøðini í Thule og sambond við inuit í Russlandi eru skrásett hjá PET.
Tað hevur ikki borið til at fáa eina viðmerking frá hinum føroyska fólkatingsliminum, Óla Breckmann.