Føroyska oljufelagið ?Atlants Kolvetni? ella betur kent í altjóða oljuverðini undir heitinum ?Atlantic Petroleum? er komið rættiliga væl áleiðis við fyrireikingum sínum at gera endaligan sáttamála við eitt útlendskt oljusamtak um samtarv.
Kjartan Hoydal, nevndarformaður sigur við Sosialin, at teir í løtuni hava samráðingar við fýra olju-samtøk, sum eru áhugað at vera við í leiting við Føroyar. Hini oljufeløgini hava ikki enn latið við seg koma.
-Vit hava fingið uppskot um samstarvssáttmálar, sum í løtuni verða kannaðir og sum vit halda eru nóg góð tilboð til, at tú kanst taka av einum av teimum.
Kjartan Hoydal váttar, at tað er munur á tilboðunum, og at talan eru ymsar loysnir, sum veljast kann ímillum.
-Trupulleikin er tann, at vit skulu finna eina loysn, sum er fult út kommerciell, og tað er kanska ikki so heilt einfalt. Kjartan Hoydal sigur, at tað er umráðandi, at talan verður um ein reint handilsligan sáttmála, har vit ikki fáa nakað fyri einki.
Í tilboðunum frá oljusamtøkunum eru ymsar loysnir og sømdir, sum ein skal taka støðu til og hetta er eisini eitt sera áhugavert arbeiði viðgongur Kjartan Hoydal, sum heldur tað er rímuliga stórur áhugi fyri at fáa hetta føroyska oljufelagið við, men har tað so kanska eisini eru ymsar metingar um, nær man vil hava føroyska felagið við.
-Nú eru tað ikki øll samtøk, sum vísa Føroyaøkinum ans, ið hava tosað við okkum um samstarv, men vit hava eina rímuliga góða samrøðu við tey, sum hava sett seg í samband við okkum leggur nevndarformaðurin aftrat.
Teirra partur minkar
við føroyskari luttøku
Vit spurdu Kjartan Hoydal, hví hann heldur oljusamtøkini í heila takið vilja hava eitt føroyskt felag, sum hevur sera avmarkaðar peningamøguleikar og vitan annars, við?
Hann sigur, at teir bert vilja hava avtalur, sum gera, at samtakið ikki skal hava útreiðslur av at hava eitt føroyskt felag við. Tað einasta, sum hendir í hesum sambandi, er, at parturin hjá útlendsku feløgunum minkar eitt sindur, nevniliga við tí parti, sum føroyska felagið fær.
Nevndarformaðurin í føroyska oljufelagnum dylur ikki fyri, at samráðingar av hesum slag eru ein tung prosess, tí allir partarnir í einum oljusamtaki skulu ganga inn fyri, at føroyska felagið skal hava ein part av køkuni.
Sjálvur trýr hann uppá, at teir fáa eina rímuliga góða avtalu, sum partaeigararnir kunnu vera nøgdir við.
Vit spurdu Kjartan Hoydal, um tað ikki er rættiliga vágiligt at fara út í, tá tú bert kann velja eitt samtak at arbeiða saman við!
Hann sigur, at skal hetta vera á handilsligum grundarlag, so er bert hesin møguleikin. -Er talan um eina handilsliga avtalu, so kanst tú ikki vera í fleiri samtøkum. Hevur tú valt eitt samtak at arbeiða saman við, so mást tú vera har í hvussu er í fyrstu rundu.
Kjartan Hoydal leggur alstóran dent á, hvussu umráðandi tað er, at føroyingar sjálvir kunnu læra nakað í sambandi við alla gongdina í eini leiting. -Vit mugu fáa vitan og vera við til at taka avgerðir, sum vit skulu læra av fyri framtíðina.
-Men hvørjir eru so fyrimunirnir hjá tí oljusamtakinum, sum kann fáa eina avtalu við Atlants Kolvetni?
-Tað haldi eg ein má spyrja teir um. Men tað er einki óvanligt í tí, at oljusamtøk hava tann hugburð, at man skal hava samstarv við fólk á staðnum.
Kjartan Hoydal sigur annars, at oljusamtøkini mugu sjálvir gera av at meta um, antin tað er ein fyrimunur at hava eitt føroyskt feløg við ella ikki.
Tekna nýggjan partapening tá sáttmáli er gjørdur
Nú hevur partapeningur verið teknaður tvær reisir til Atlants Kolvetni. Kjartan Hoydal viðgongur, at tann dag, tá ein sáttmáli verður gjørdur, verður tað lættari hjá fólki at vita, hvat tað er tey seta pengar í, og tí er rímuligt og rætt at fara undir at tekna seinasta partin av partapeninginum, tá sáttmáli er fingin.
So skjótt sáttmáli er gjørdur við eitt samtak verður farið undir at finna fólkini, sum kunnu vera í við frá føroyskari síðu og læra tey upp. Endamálið er at vera við í øllum fyrireikingararbeiðinum í sambandi við ta fyrstu útbjóðingina og læra av hesum. Hetta verður mett sum nakað av tí, føroyska felagið kann læra mest av við framtíðini fyri eygað.
-Vit vilja eisini gjarna vera við í tí prossessini, har tú velur, hvat man vil søkja um. Tvs. at vit vilja vera við og læra mannagongdina í sambandi við eina útbjóðing. Tað er tað vit kunnu læra mest av fyri framtíðina. Og tað krevur, at felagið umframt stjóran eisini fær fólk við fakligum grundarlag.
Alment og privat
Hvat heldur Kjartan Hoy-dal um tankan við einum almennum oljufelag ella luttøku frá almennari síðu í privatum oljufeløgum! Hann sigur, at tað al-menna hevur rætt eins og øll onnur at seta pening í privata oljufelagið men tó í mesta lagi 20% í felagið.
Eingin kann forða tí almenna at keypa partabrøv eins og privatpersónar.
Tá spurningurin tekur seg upp um eitt alment oljufelag, sigur Kjartan Hoydal sigur seg tó ikki vita, hvat landsstýrið ætlar á hesum øki.
Vit spurdu Kjartan Hoydal, um hann heldur tað vera rætt, verður td. einki alment oljufelag stovnað, at bara tey fólkini, sum seta pengar í eitt privat føroyskt oljufelag hava møguleikan at fáa ágóðan og ikki alt Føroya fólk - sum støðan hevði verið, um vit harafturímóti høvdu eitt alment felag.
-Eg veit ikki, um ein kann seta tað so fýrkantað upp. Føroya fólk kann jú taka inn pengar yvir vanligu skattaskipanina, og um tað verða gjørd heilt stór fund so møguliga yvir ein ressursskatt. Tann møguleikin er altíð opin, um ein vil tryggja sær, at henda ognin hjá Føroya fólki gevur eitt avkast til føroyska samfelagið.
Men eg trúgvi, at teir sum hava stovnað Atlants Kolvetni, hava eisini hugsað um nakað, nevniliga at ein møgulig inntøka skal brúkast til at økja kapitalskapanina innan privata vinnulívið í tí føroyska samfelagnum, sum vit vita hevur trupulleikar við tí í dag, og á tann hátt at kunna víðka støðið hjá privata vinnulívinum.
Landsstýrið og løgtingið kunnu altíð áseta, hvat tey halda, at tað almenna skal hava, men tað eigur eisini at vera ein inntøka til tað privata vinnulívið í Føroyum, sum ger, at tað fær eitt sterkari grundarlag at standa á.
Kjartan Hoydal heldur sjálvur, at hetta er ein góður málsetningur og vísir til, at tað hava verið tíðir, har summir partar av fiskivinnuni hava kastað sera nógv av sær, og tað hevur ført til nýíløgur. Um oljan kann gera tað sama við tað, at tann investeraði kapitalurin kann geva stórt avkast, so er tað sera gott fyri tað føroyska samfelagið.
-Men tá tú hugsar um, at hetta er vágaspæl, har tú kanst vera óheppin og velja eitt samtak, sum ikki finnur olju, átti tú tá sum føroyingur ikki heldur frá byrjan fyri at tryggja okkum at sagt, at tað er eitt alment oljufelag ella ein almenn optión í øllum loyvum eftir tí norska mynstrinum?
Kjartan Hoydal sigur, at hetta hava teir í Atlants Kolvetni ikki umrøtt. -Vit hava lagt okkum eftir tí uppgávu, sum hetta felagið hevur. Verður ein slík avgerð sum her nevnd tikin, so fær tað ávirkan á okkara møguleikar, men tað mugu politikararnir taka støðu til, og ynskja teir okkara meining um tað, so er tað upp til teir.
Kjartan Hoydal viðgongur, at við at gera tað uppá henda mátan so vágar ein at vera við í einum samtaki sum ikki fær tann besta blokkin. Hetta hava teir eisini tikið hædd fyri.
Ongan framíhjárætt
-Men er tað so, at tit hava roknað við, at tit sum eitt føroyskt felag í einum útlendskum samtaki, kunnu fáa hesum samtaki ein framíhjárætt í eini útbjóðing?
-Tað kunnu vit ikki rokna við, tí tað hevði ikki verið roknað seriøst av oljufyrisitingini, um teir søgdu, at fyrsti prioriteturin var eitt samtak við einum føroyskum privatfelag.
Kjartan Hoydal sigur víðari, at hann hevur tað álit á oljufyrisitingini, at tað duga teir at handfara, soleiðis at tað ikki verður nøkur órímuligheit í útbjóðingini.
-Er tað so, at tú harvið ikki skilur óttan hjá stjóranum í Shell, sum hevur latið seg órógva av leiklutinum hjá einum føroyskum oljufelag í einum útlendskum oljusamtaki?
Kjartan Hoydal heldur henda ótta verða ógrundaðan. -Eingin kann set a ein fingur á tann mátan, sum Oljufyrisitingin brúkt við at upplýsa oljufeløgini um treytir ol. Her er einki, sum bendir á ella vísir, at oljufeløgini nýtast at hava nakran ótta. Tað er heldur ikki norska loysin, sum er vald. Høvdu vit valt hana, so kundu vit bara lagt okkum afturá, og so kundi landsstýrið latið okkum komið inn onkunstaðni. Tað hevur man ikki gjørt. Og tað hevur Atlants Kolvetni heldur ikki ynskt.
-Men tit velja væl tað samtakið at arbeiða saman við, sum hevur møguleika at geva tað besta tilboðið, tá útbjóðingin verður veruleiki?
-Tað gera vit, og tað er eisini júst hetta vit í løtuni fáa mett um av útlendskum ráðgevum, eitt nú hvørjar veikleikar og hvørja styrki feløgini hava.
Kjartan Hoydal sigur, at tað er ikki bara talan um at hava fíggjarliga styrki. Tað er eisini so nógv annað, sum telur t.d. arbeiðshættir, hvussu tað riggar at samstarva ol.
-So hetta er ein sera avgerandi løta í lívinum hjá Atlants Kolvetni?
-Tað er tað, men ein skal heldur ikki yvirdramitisera tað. Skuldi 1. útbjóðingarumfar ikki rigga, so hava vit framvegis onnur umfør, har vit sjálvir gera av, hvønn vit samarbeiða við.
Kjartan Hoydal viðgongur, at tað gongur ikki long tíð, áðrenn felagið hevur tikið eina avgerð.
Uppá fyrispurning um hann ikki er vorðin ótólin eftir útbjóðingini sigur nevndarformaðurin í Atlants Kolvetni, at hann skilur væl støðuna og sjónarmiðini hjá Oljufyristingini og føroyskum myndugleikum annars um ikki at taka avgerð um hetta, fyrr enn tíðin er búgvin til tess.
Sosialurin skilur, at myndugleikarnir enn ikki hava tikið støðu til komandi útbjóðingarumfar. Arbeitt verður við at loysa marknatrætuna við bretar, og hósdagin verður fundur í Uttanlandsnevndini um nettup marknaspurningin. Tá fara Anfinn Kallsberg, løgmaður og Árni Ólafsson, samráðingarleiðari at kunna nevndina um gongdina í samráðingunum.
Annars er tíðarætlanin hjá landsstýrinum tann, at fyrsta lisensrundan skal verða boðin út í vár, soleiðis at oljufeløg sleppa í gongd at bora seint í 99 ella í ár 2000.