Føroya Banka Savnið keypt fýra málningar eftir Jens Dam Ziska

Í fimm ár hevur Sjálvsognarstovnurin FØROYA BANKA SAVNIÐ fingið dyggan stuðul frá FØROYA BANKA til keyp av føroyskari samtíðarlist

Jens Dam Ziska

Tíðindaskriv:

 

Hesi fimm árini hevur stuðulin verið kr. 750.000, og hava vit keypt 47 listaverk frá níggju listafólkum, sum vit ikki áttu í savninum áður.

 

Føroya Banki eigur stóra tøkk fyri stuðulin til føroyska samtíðarlist.

 

Júst nú hava vit keypt fýra málningar eftir listamannin Jens Dam Ziska, sum í hesum døgum hevur soloframsýning við heitinum Eftirmyndir á Listasavni Føroya. Jens Dam Ziska (f. 1982) er føddur og uppvaksin í Tórshavn og sýndi fyrstu ferð fram á várframsýningini í 2002. Síðan tá hevur hann sýnt fram á fleiri bólka- og einstaklingaframsýningum bæði í Føroyum og uttanlands.

 

##med5##

 

Jens Dam Ziska hevur MFA útbúgving í málningalist frá UCLA í Los Angeles og hevur harumframt skrivað doktararitgerð í heimspeki á University of Oxford. Árini 2017-2019 starvaðist hann sum postdoc-granskari á Kunstakademie Düsseldorf, har hann undirvísti í fagurfrøði og granskaði málningalist. Síðani 2019 hevur Jens Dam Ziska undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya.

 

##med2##

Eftirmyndir er fyrsta savnsframsýning hjá listamanninum. Málningarnir á hesi framsýningini lýsa ikki eina hending í sjálvum sær, men heldur eftirlívið frá eini hending, goymdar veruleikar, gloymdar søgur, og hvussu tann metafysiski heimurin kann ávirka upplivingina av einum staði.

 

##med3##

Meðan summir av málningunum eru nærum non-figurativir, eru aðrir hinvegin abstraktiónir av motivum og lutum, ið hómast aftur í myndini, og sum áskoðarin kennur aftur úr gerandislívinum. Verkini eru afturljóð av tí ósædda og endurgeva tað, sum var - eftirmyndirnar, ið hava fest seg handan eygnalokini, eitt markamót millum tað, ið er eygleitt, og tað, ið er ímyndað. Eitt slag av rannsakan av minninum og tí persónligu upplivingini, har veruleiki og tulking renna saman.

 

##med4##

 

 

Jens Dam Ziska

Lemmar 2021 145 x 190 cm

Virki 2022 122 x 152 cm

Harbinger 2022 120 x 150 cm

Flóki 2021 61 x 48 cm