Føroyskur hondbóltsvenjari hevur eydnuna við sær í Noregi

Hondbóltur: Dia Midjord er venjari hjá einum kvinnuliði í norsku 4. deild

Í løtuni gongur sera væl hjá norska hondbóltskvinnuliðnum FSK úr Florø. Liðið spælir í 4. deild, men hevur vunnið allar teir fimm dystirnar, tað higartil hevur spælt, við meiri enn 10 málum. Liðið er ikki serliga kent í Føroyum, men venjarin er eitt kent navn. Tað er Dia Midjord, sum í nógv ár spældi við besta mansliðnum hjá Kyndli og eisini var venjari hjá teimum okkurt árið.

? Jú, tað gongur væl, segði Dia, tá vit høvdu hann í telefonini um middagsleitið í gjár.

? Eg veit ikki, um tað er so nógv at skriva um, tí tað er bara 4. deild, men vit flyta so væntandi upp í 3. deild.

Higartil hevur Florø SK spælt fimm dystir og vunnið teir allar. Herfyri kom liðið við upp á avboð til eina kapping við 2. og 3. deildarliðnum, og har endaði Florø-liðið nummar 6 av 12.

Dia Midjord sigur, at hóast talan er um eitt 4. deildarlið, er støðið somikið høgt, at liðið væl hevði kunnað staðið seg í føroysku 1. deild.

? Umstøðurnar eru góðar, og eg trívist væl, sigur Dia, sum letur heilsa øllum í Føroyum.