enn vælkomin til at senda tilfar til Yngd. Tit fáa fatur á okkum allar vanligar gerandisdagar frá 8 - 16 á telefon 311820 og fax nummari er 314720. Teldupostadressan er: yngd@sosialurin.fo. Til ber eisini [...] okkara besta. Sjálvandi. Brævbumban stendur tó IKKI til at bresta í løtuni, men tað er okkara mál, at tað eigur at standa tykkum frítt í boði at skriva inn til Yngd. Vit vilja fegin hoyra júst tykkara meiningar [...] Gott nýggjár So var Yngd endiliga aftur í blaðnum, og vit vóna, at tit eru komin væl inn í ár 2000. Sum kunnugt kom Yngd ikki út fyrsta mikudagin eftir ársskiftið, tí trupulleikar - tó ikki ár 2000 tr
øll til tað. At kenna seg einsamallan og virðisleysan. Men okkum nýtist ikki at stúra. Tí sjálvt um alt kann kennast heldur vónleyst til tíðir, so staðfestir Heri Kragesteen, at øll eru vit góð til okkurt [...] so dugi eg ikki til nakað sum helst. Tvørturímóti. Tað er bara at herja á, heldur Heri. Viljin og áræði nógv at siga Tað er onki at taka seg aftur í, at tað krevur bæði vilja og áræði til at klára slíkar [...] at vera teg sjálvan og vísa hvør tú ert. Tað er ræðandi, men tað kann saktans vendast til tað positiva og gerast til nakað spennandi og mennandi. Ver ikki bangin fyri at dumma teg. Tann sum ikki hevur dumma
a, og tá ið teir høvdu spælt í okkurt um ein tíma, og dansurin gekk upp á tað besta, var tíðin komin til at fáa The Dubliners á pallin. Áðrenn írarnir komu á pallin, bjóða samfelagsfrøðingurin, Zacharias [...] hvíld, tá ið teir høvdu spælt í okkurt um ein tíma, tóktist heldur ikki til at ávirka lagið á áhoyrarunum, sum nú eisini fingu høvi til at hvíla seg eina løtu. Lagið var í topp Tað var eingin ivi um, at lagið [...] farið niðan aftur at lurta eftir teimum. The Dubliners vóru undir øllum umstøðum sinnaðir til at koma aftur til Føroya.
bjarga tí í land, sum hann heldur stendur til at bjargast. men neyvan nakrantíð er Hergeir Nielsen komin so jánkasliga frá einum aftursvari, har hann krøkir seg til illgitingar, ósannindir og ósakligar n [...] við uppskotinum til eina eykajáttan til Suðuroyar Sjúkrahús. Fyrst sigur hann, at eg fekk eina áheitan um at standa saman við einum umboði úr hvørjum flokki sum uppskotsstilliar til uppskotið. Eg fekk [...] kanska at farið til Klaksvíkar á skeið og lært, hvussu tingmenn í samgongu kunnu spæla síni kort skilagott. Vágatingmaðurin Jóannes Nielsen saman við øðrum setti fram broytingaruppskot til Strandfaraskip
visti, at har eru nógvir flúrar, og eg hevði júst snarað um ein hólm við einum fýri, tá eg fór yvir til radaran. Tá eg hugdi uppaftur, sá eg at tað breyt frammanfyri, og at tað var ov seint at bakka, tí [...] hevur verið knallharður streymur, sum hevur drigið skipið av kós, og so var galið, sum hann tekur til. ? Eg hevði dragað um vitan beint frammanundan, so eg visti av skerinum, sigur hann. Eitt lívsverk [...] skipinum. Men lat okkum nú síggja fyrst, sigur Torbjørn. Rósar norsku bjargingartænastuni Nú hann er komin upp á turt, og situr og hyggur aftur á tað, sum fór fram, rósar hann norsku sjóverjuni fyri skjótt
heldur, at tað helst vóru jólagestirnir, sum høvdu hana heim til Føroyar við sum jólagest, tí tey fyrstu, sum løgdust, vóru júst fólk, sum vóru komin heim at halda jól. Síðani hevur hon bara vundið uppá seg [...] hon tekur so fast, at tað er ræðandi. Jenis av Rana, kommunulækni sigur, at tað eru allar grundir til at taka influensuna, ið nú herjar sum eldur um alt landið, í fullum álvara. ? Verri influensu hevur [...] seg og nú eru tað eitt heilt stórt tal av fólki sum liggur. Og spurningurin er, um hin er komin í hæddina enn. Jenis av Rana vónar tað. Men hann ivast kortini. Tí úti í heimi siga heilsumyndugleikar, at
og viðgerðum munandi hækkað ? Og tað sigur seg sjálvt, at fyrr ella seinni koma vit til eitt mark, har tað ikki ber til at spara meiri. ? Og tað markið er longu rokkið. Helena Dahl Olesen sigur, at tað svitast [...] ætlanin nú er at seta í verk, fara at føra til, at færri fólk verða løgd inn á landssjúkrahúsið. Tá ið manningartalið aftur nú skal minkast, ber heilt einfalt ikki til at taka ímóti líka nógvum sjúklingum, [...] Har eru tey longu nú farin at skriva sjúklingar upp til kanningar, innleggingar og viðgerð í juni mánaða, so hara er talan um eina bíðitíð uppá 5 til 5 1/2 mánaða. Og tað sigur seg sjálvt, at hóast allir
hevur játtað 2 milliónir til at gera húsini Heima í Húsi í stand. Húsini niðri í Húsi eru reist aftur og lokaði inni, men ikki innrættað. Húsini uppi í Búð treingja eisini til eina hond, sigur Bjørn Patursson [...] tilknýti til Føroyar. Er sonur ein dómara, ið var her, og vaks upp her. Teir hava verið her í Koltri við einum arkitektflokki og nýtt fornminnini sum verkætlan. Í samstarvi við onnur er hetta gjørt til bóklingin [...] Carlsbergrunnurin hevur játtað 2 milliónir krónur til ætlanirnar um at byggja upp aftur hús úti í Koltri. Hús og úthús skulu aftur í uppruna stand. Talan er um húsini Niðri í Gerð. Løgin byrjan Byrjanin
býti fyri svartkjaft. Og nú alivinnan er komin fyri at verða og tekur seg meira og meira inn á vanligu fiskivinnuna, er nettup svartkjafturin eitt av svarunum til hesa succes. Svartkjaftur er nevniliga týðandi [...] fóðrinum hjá alifiski.Men hvussu verður, tá kvotuavmarkingarnar koma? Verður tá nokk til allar tær ymsu vinnugreinarnar, til flakatrolarar, rækjubátar, nótabátar og fóðurvirki? Nú er so eisini tað nýggja komið
Vanliga hevur undirtøkan til hesa kapping verið sera góð, og væntandi verður hon ikki minni hesu ferðina. Tað er nevnliga soleiðis, at í ár er ein nýggjur aldursbólkur komin við í flogbóltshøpi, og er [...] er hetta bólkurin upp til 9 ár. Frammanundan hevur yngsti bólkurin verið fyri gentur og dreingir upp til 12 ár, so møguliga kann flogbólturin fáa fatur á enn fleiri leikarum á henda hátt. Í hvussu so er [...] hevur verið, at tey hava nýtt KÍ-høllina, fimleikahøllina og skúlan á Fossanesi til hesar kappingar, men um heilt illa stendur til, er møguleiki eisini fyri at leiga høllina á Viðareiði. Hesin møguleiki hevur