Gullkonto Cup 2000

Seinasta vikuskifti skipaði Mjølnir fyri kapping fyri eldri liðini, og um góða viku standa tey yngru fyri tørni

Sum kunnugt, so var flogbóltur leiktur í allari Klaksvíkini seinasta vikuskifti, tá vaksnu leikararnir í landinum, høvdu høvi at royna síni flogbóltsevni, umframt at teir eisini fingu høvi at vera saman uttan fyri vøllin.

Tað eru tó ikki bara tey vaksnu, sum sleppa at spæla flogbólt í Klaksvík, og leygardagin 23. januar verður so stór kapping fyri yngru deildirnar hildin.

Vanliga hevur undirtøkan til hesa kapping verið sera góð, og væntandi verður hon ikki minni hesu ferðina.

Tað er nevnliga soleiðis, at í ár er ein nýggjur aldursbólkur komin við í flogbóltshøpi, og er hetta bólkurin upp til 9 ár. Frammanundan hevur yngsti bólkurin verið fyri gentur og dreingir upp til 12 ár, so møguliga kann flogbólturin fáa fatur á enn fleiri leikarum á henda hátt. Í hvussu so er, kann hetta verða viðvirkandi til at áhugin fyri flogbóltinum verður kveiktur fyrr, so at tey yngstu eisini kunnu fáa gleði av hesi ítróttargrein.

Kappingin fer sostatt at fevna um fimm aldursbólkar, og verður kappast hjá báðum kynum í hesum bólkum.

Úr Klaksvík frætta vit, at væntandi fer talið av liðum at liggja um tey 70, men kortini er ætlanin at avgreiða allar dystirnar leygardagin, við tað at dystir verða leiktir í landskappingini sunnudagin.

Sjálvsagt verður tí neyðugt við fleiri hallum, men hetta man ivaleyst fara at ganga. Vanligt hevur verið, at tey hava nýtt KÍ-høllina, fimleikahøllina og skúlan á Fossanesi til hesar kappingar, men um heilt illa stendur til, er møguleiki eisini fyri at leiga høllina á Viðareiði. Hesin møguleiki hevur tó ikki verið nýttur enn, men verður undirtøkan nóg stór, gerst hetta kanska neyðugt.

Kappingin er annars skipað soleiðis, at teljiskipanin verður hin sonevnda »running-scores«, sum nú eisini verður nýtt í landskappingini. Leikt verður upp til 21 í hvørjum setti og stendur á jøvnum eftir tey bæði fyrstu settini, skal dysturin avgerast við einum tie-breakara.

Eftir at seinastu dystirnir eru leiktir, letur Norðoya Sparikassi steyp og heiðursmerki til vinnandi liðini.