Lækni ávarar: Ringasta influensa í fleiri ár

Influensan, sum nú gongur, er ræðandi, tí serliga eldri og veik kunnu blíva so sjúk, at tey fóta sær ikki aftur, sigur Jenis av Rana, kommunulækni

? Hendan influensan, sum nú gongur, er tann ringasta í fleiri ár. Og hon tekur so fast, at tað er ræðandi.

Jenis av Rana, kommunulækni sigur, at tað eru allar grundir til at taka influensuna, ið nú herjar sum eldur um alt landið, í fullum álvara.

? Verri influensu hevur ikki gingið í Føroyum í nógv ár, og hjá nógvum, serliga eldri fólki, og fólki, sum annars eru veik, kann hon blíva hon so ring, at tey fóta sær ikki aftur, sigur hann.

Tað eru nú nakrar vikur síðani, at Sidney influensan, sum hon kallast, fór at gera um seg úti í heimi.

Og á jólum rakti hon eisini Føroyar.

Jenis av Rana sigur, at hendan influensan er so umfatandi, at tað eru bara tey hepnastu, sum sleppa undan, serliga um tú ikki hevur havt influensu í eini tvey, trý ár.


Verri enn Hong Kong

Jenis av Rana heldur, at tað helst vóru jólagestirnir, sum høvdu hana heim til Føroyar við sum jólagest, tí tey fyrstu, sum løgdust, vóru júst fólk, sum vóru komin heim at halda jól.

Síðani hevur hon bara vundið uppá seg og nú eru tað eitt heilt stórt tal av fólki sum liggur.

Og spurningurin er, um hin er komin í hæddina enn.

Jenis av Rana vónar tað. Men hann ivast kortini.

Tí úti í heimi siga heilsumyndugleikar, at henda Sidney Influensan er sama kalibur sum tiltikna Hong Kong influensen, sum gekk fyri 30 árum síðani.

? Hava teir rætt tí, er hon ikki meiri enn byrjað í Føroyum enn. Men eg vóni ikki, at hon verður verri, enn hon nú er, sigur hann.

Hong Kong sjúkan, sum eisini herjaði í nógvum londum, beindi fyri 500.000 fólkum.

Men heilsumyndugleikar úti í heimi frykta fyri, at hendan fer at krevja enn fleiri mannalív.

Hendan influensan hevur mest sum felt alla norðaru jarðarhálvu tær seinastu vikurnar.

Og bara í Bretlandi stúra tey fyri, at 26.000 fólk fara at liggja eftirá, tá ið hendan influensan er løgd afturum.

Í Italia eru tvær milliónir farin undir dýnuna og í Fraklandi liggur ein millión.

Í Týsklandi er hon ikki komin í hæddina enn, men Noreg hevur ligið lamið í fleiri dagar. Í USA herjar hon nú eisini við fullari styrki.


Varar úr einari upp í fleiri vikur

Og at hon herjar við fullari styrki, skal takast í fullum álvara.

? Eg havi sjálvdan vita eina influensu, sum varar so leingi, og tekur so fast. sum hendan, sigur hann.

Hann sigur, at tann, sum verður sjúkur, skal í hvussu so er ikki rokna við at koma á føtur aftur ta fyrstu vikuna, og so leingi er tað sjálvdan, at influensa varar.

? Men harumframt er fepurin nógvur, minst 39 stig, mangan upp í 40 stig, og meiri enn tað eisini. Annars fær tann sjúki eisini tey vanligu eyðkennini fyri influensu, tvs, at tey vera ógvuliga ússalig og fáa ilt í allar liðir og hesuferð vrða fólk veruliga illa fyri.

? Men tað, sum ger hesa influensuna serstakliga ringa, er, at tað eru so nógv, sum fáa eftirsjúkur, bæði lungnabruna, hjáholubruna og aðrar sjúkur.

? Og tey, sum fáa fylgissjúkur, mugu ofta undir heilt í fleiri vikur.

Jenis av Rana sigur, at sjálvandi eru tað tey eldru, og fólk, sum frammanundan eru veik av sjúku, sum verða meinast rakt av sjúkuni.

? Hjá nógvum teirra tekur sjúkan so fast, at tey fóta sær ikki aftur, sigur kommunulæknin.

?Influensa er eitt virus, sum ongin heilivágur er fyri, og tað er nóg ringt sum er. Men tá ið fólk so eru ordiliga niðurundirkomin og viknað av influensuni, eru tey eitt lætt offur hjá ymsum bakteriusjúkum, eitt nú bruna í lungunum og hjáholunum.

Jenis av Rana sigur, at tað eru heilt nógv fólk, sum mugu viðgerast fyri ymsar eftirsjúkur í sambandi við hesa influensuna. Og at fáa eitt nú lungnabruna afturat, tá ið mann frammanundan er so veikur, sum mann verður av hesi influensuni, kann skjótt blíva ein óbótaligur skaði, sigur Jenis av Rana.


Mugu geva tol

Jenis av Rana sigur, at hjá tí, sum verður sjúkur, er onki at gera, uttan at vera innandura, og at halda seg innandura, til sjúkan er av.

? Tað er neyðugt at geva tol og at geva influensuni ta íð, sum krevst fyri at rasa seg lidna og ikki at fara út aftur ov tíðliga.

Sjálvur veit Jenis av Rana um fólk, sum hava ligið í bæði tvær og tríggjar vikur, um eftirsjúkur koma afturat.

? Tað er eisini sera umráðandi at drekka nógv, so at kroppurin ikki tornar. Og so eru tað eini góð ráð eisini at hava panodil, ella kodimagnyl við hondina til at taka broddin av fepurinum og pínuni í liðunum, sigur Jenis av Rana.

Hann leggur tó dent á, at tekur hostin yvirhond, ella verður tann sjúki heilt sárur í hálsinum, skulu fólk ikki aftra seg við at ringja til lækna, tí tað er umráðandi at tryggja sær, at talan ikki er um eina fylgissjúka.