Koltur fingið 2 milliónir frá Carlsberggrunninum

Ein ferðamaður í Koltri fekk í summar frágreiðing frá Bjørn Patursson um tær ætlanir, ið eru um at seta í stand gamla býlingin Niðri í Gerði. Hesin ferðamaður vísti seg at vera formaður í Carlsberggrunninum, ið nú hevur játtað 2 milliónir til ætlanirnar. Drotningin hevur eisini stuðlað við 20.000 krónum

Carlsbergrunnurin hevur játtað 2 milliónir krónur til ætlanirnar um at byggja upp aftur hús úti í Koltri. Hús og úthús skulu aftur í uppruna stand. Talan er um húsini Niðri í Gerð.


Løgin byrjan

Byrjanin á sólskinssøguni er heldur løgin, tí Bjørn Patursson, bóndi, er vanur at greiða ferðafólki í Koltri frá viðurskiftunum har úti. Hetta gjørdi hann eisini ein dag í juni í fjør, men tá visti hann ikki, at hetta skuldi enda við eina játtan uppá 2 milliónir krónur.

Í juni vitjaði danski mentamálaráðharrin føroyska starvsbróðir sín og skrivaðu ráðharrarnir undir avtalu um at flyta aftur fornlutir til Føroya.

- Í kjalarvørrinum á teimum komu so onnur fólk, t.d. formaðurin í Carlsberggrunninum. Hann og fylgi vitjaðu Trónd og Páll Patursson í Kirkjubø. Veðrið var av tí besta og teir gjørdu av at stima ein túr út í Koltur. Eg visiti ikki hvørji fólkini vóru, men vit eru von at taka ímóti og eg greiddi frá, sum vanligt, greiðir Bjørn Patursson, bóndi, frá.

Bjørn greiddi frá, at tey fyri kortum hava yvirtikið úti í Koltri og arbeiða við at byggja uppaftur. At endamálið er at fáa arbeiðið liðugt Heima í Húsi, so tað verður sum áðrenn ár 1900. Men pengar skulu til og myndugleikarnir hava ikki hjálpt stórvegis og arbeiðið er meira ella minni steðgað upp.

- Fólkini fóru so avstaðaftur. 14 dagar seinni ringdi hesin maðurin og segði mær tá veruliga, hvør hann var. Hans Edvard N. Nielsen segði ikki stórt undir vitjanini í Koltri, men hann greiddi frá, at hann var formaður í Carlsberggrunninum og at hann hevði skrivað kronikk um vitjanina í JyllandsPosten. Hann skrivar nógv og er frammaliga í danska listaheiminum, sigur Bjørn.


2 milliónir

-Hann var sera áhugaður og vildi fegin hjálpa okkum. Men trupulleikin var tó, at grunnurin sum so ikki hevði til endamáls at stuðla fornminnum, men list. Men hann sá tó okkurt serstakt í ætlanunum í Koltri og greiddi frá, at hóast hann ikki fekk hjálpt so nógv, sum hann fegin vildi, so hevði hann útvegað 2 milliónir til okkara, sigur Bjørn, ið gjørdist málleysur av boðunum.

- Hans Edvard N. Nielsen segði seg fegnan vilja vitja aftur og í august kom hann saman við arkitekti og einum hjálparmanni og øðrum. Vit høvdu fund her úti við myndugleikarnar. Tað vil siga Fornminnissavnið, kommununa og Jarðarráðið. Eg havi síðani fingið váttan uppá, at Carlsberggrunnurin hevur játtað 2 milliónir til at gera húsini Heima í Húsi í stand. Húsini niðri í Húsi eru reist aftur og lokaði inni, men ikki innrættað. Húsini uppi í Búð treingja eisini til eina hond, sigur Bjørn Patursson.

- Heima í Húsi verður ein serligur býlingur, har alt verður frá tíðini áðrenn ár 1900, sigur Bjørn.


Kolturs sjónin

- Hans Edvard undirstrikaði, at hann hevði áhuga, tí hann sá, at vit eru her, búgva her, og ætla at reka landbúnaðarvirksemi í pagt við tað, sum er á staðnum. Ístaðin fyri at taka friðaðu fornminnini, sum ein trupulleika, so hava vit valt at hava okkara virksemi saman við hesum og brúka tað og kanska fáa fleiri fólk út her og fáa lív aftur í oynna. Vit hava seyðahald, neytini og fornminnini og ferðavinnu og hetta hevði hann lagt til merkis og mett at verða serstakt, sigur Bjørn Patursson.

Slíkt arbeiðið krevur nógv, sigur Bjørn, tí ikki er gjørligt at leypa avstað og seta Husmorvindeygu í. Nógvar fyrireikingar krevjast og tað fáast vit við nú. Men formaðurin sigur í frágreiðing síni, at hann helst sær, at arbeiðið byrjar til várs.

Men nakað annað er, at ein bóklingur er, ið nevnist Kolturvisionen, Kolturs sjónin.

- Palle Dyreborg og Poul Jensen eru lærarar á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Palle Dyreborg hevur tilknýti til Føroyar. Er sonur ein dómara, ið var her, og vaks upp her. Teir hava verið her í Koltri við einum arkitektflokki og nýtt fornminnini sum verkætlan. Í samstarvi við onnur er hetta gjørt til bóklingin Kolturs sjónin, har m.a. verður komið inn á, hvussu møguleikar kunnu betrast og hvussu ein kann sameina nútímans landbúnaðarmenning og ferðavinnu, sigur Bjørn.

Bjørn hugsar sær t.d., at Koltur eisini kann nýtast til miðstøð, nú prátað verður um at hava føroysk húsdjór.


Byrjan

Bjørn Patursson fegnast um, at formaðurin í Carlsberggrunninum, Hans Edvard N. Nielsen, hevur sagt, at tær 2 milliónirnar er ein serstøk gáva, ein byrjan, og at tey framyvir ætla at hjálpa við at útvega fígging, m.a. við at fáa samband við aðrar grunnar.

- Vit eru næstan ikki komin niður aftur á jørðina enn, tí vit byrjaðu í 1994 og vóru kanska við at missa mótið, sigur Bjørn.

- Men tilfarið er so gott, Kolturs sjónin, og sum formaðurin sigur, so kann ein altíð flyta nøkur føroysk hús til Jútlands, men her liggur alt, sum tað eigur í rætta umhvørvinum, og tað er serstakt, sigur Bjørn Patursson.


Drotningin stuðlar

- Hans Edvard N. Nielsen er virdur maður og tá Poul Nyrup vitjaði og hoyrdi um vitjan Hans Edverd N, Nielsen, so helt hann, at so mundi okkurt vera í hesum. Eisini Drotningin hoyrdi um hettaá vitjan í Koltri og hon lat 20.000 krónur til endamálið, greiðir Bjørn Patursson fegin frá.


Treytir

Bjørn Patursson heldur, at land og kommuna mugu hugsa um at bøta um atkomumøguleikar, um nógv virksemi verður í Koltri. Bygdavegurin hevur t.d. eisini ligið órøktur í eini 30 - 40 ár.

- Sjálvsagt verða treytir settar, tá so nógvur peningur verður latin. Tvær treytir eru og tað má metast sum tað minsta, tí teir krevja ongan ognarrætt. Tann fyrra er , at tá teir hava verið við at bygt hetta upp, so vilja teir síggja, at vit klára at halda hetta, tí tað snýr seg um nógv hús og úthús. Vit mugu hava eina skipan, ið tryggjar rakstur og viðlíkahald. Onnur treytin er, at vit hava infrastruktur, ið er so frægur, at hann kann góðtakast í einum nútímanssamfelg, sigur Bjørn

Signar á Brúnni, landsstýrismaður, hevur sett arbeiðsbólk, ið arbeiðir við hesum, sigur Bjørn Patursson, bóndi í Koltri