SENDINGIN í sjónvarpinum mikukvøldið um júst svartkjaftin var ein av teimum góðu. Við relevantum spurningum og fjølbroyttum vinklum megnaði verturin - sum ikki einaferð - at seta ljóskastaran á eitt sera álvarssamt mál. Hvør eigur svartkjaftin, hvat fáa vit burtur úr honum, hvussu skal hann býtast í framtíðini osfr? So mikið týdningarmikil er hesin fiskur fyri føroyska samfelagið, at hann fer uttan iva at eiga stóran part av almenna orðaskiftinum næstu tíðina. Mangt bendir á, at svartkjaftagullið, ið svimur í føroyskum sjógvi, er og verður ikki minnandi týðandi enn tað svarta gullið, sum møguliga liggur undir havsins botni. Sera forvitnisligt og áhugavert at tað at kunna staðfesta, hvussu stóran týdning eitt einstakt fiskaslag hevur fyri so stóran part av flotanum, fyri flakatrolararnar, fyri rækjubátarnar, fyri nótabátarnar, fyri Havsbrún og fyri alivinnuna. Soleiðis kundi verið hildið fram at reksa upp allar tær vinnugreinar, sum antin beinleiðis ella óbeinleiðis liva av svartkjaftinum.
HESIN fiskurin hevur jú verið brúktur sum býtisfiskur við russar og norðmenn serstakliga í mong mong ár. Vit hava fingið dýrar rækjur og tosk í býti fyri svartkjaft. Og nú alivinnan er komin fyri at verða og tekur seg meira og meira inn á vanligu fiskivinnuna, er nettup svartkjafturin eitt av svarunum til hesa succes. Svartkjaftur er nevniliga týðandi partur av fóðrinum hjá alifiski.Men hvussu verður, tá kvotuavmarkingarnar koma? Verður tá nokk til allar tær ymsu vinnugreinarnar, til flakatrolarar, rækjubátar, nótabátar og fóðurvirki? Nú er so eisini tað nýggja komið inn í myndina, at vit fara at gera matvøru burtur úr svartkjaftinum úti á feltinum. Hetta er roynt fyrr við minni góðum úrsliti. Nú verður so aftur settur skjøtil á eitt nú við framleiðslu av surimi. At man í størri mun fer at brúka svartkjaft í beinleiðis matvøruframleiðslu er bara at fegnast um. Tað er so ein fjøltáttan av vinnuni.
EIN spurningur, ið tó hevur verið lítið frammi, er støðan hjá stovninum. Eru vit við at niðurfiska hann? Tá taka vit tilverugrundarlagið undan okkum. Og hvat við øðrum fiskastovnum, sum liva av svartkjafti? Her eru mangir spurningar at umrøða, og tí eigur tjakið um svartkjaftin at fáa eitt týðandi pláss í miðlunum í komandi tíðum. Er svartkjaftagullið við at gleppa okkum av hondum?










