Terji Nielsen
Eini 1.300 fólk vóru komin saman í høllini á Hálsi leygarkvøldið fyri at hoyra teir víðagitnu írsku abbarnar, The Dubliners, framføra sín vælkenda glaða írska fólkatónleik. Áhoyrararnir vóru í øllum aldri; tann yngsti helst um tey sjey árini, og tann elsti mundi vera farin um tey áttati.
Byrjaðu stundisliga
Tiltakið í høllini á Hálsi leygarkvøldið var sett til at byrja klokkan átta, og ikki kann sigast annað, enn at fyrireikararnir hildu tíðarætlanina væl. Klokkan var ikki meiri enn farin av átta, tá ið ein føroyskur bólkur, ið var mannaður við nøkrum av teimum royndastu heimligu tónleikarunum innan dansitónleik, trein á pallin. Bólkurin dugdi einastandandi væl at fáa lív í áhoyrarafjøldina, og tá ið teir høvdu spælt í okkurt um ein tíma, og dansurin gekk upp á tað besta, var tíðin komin til at fáa The Dubliners á pallin.
Áðrenn írarnir komu á pallin, bjóða samfelagsfrøðingurin, Zacharias Wang, teimum vælkomnum, og hann segði í stuttu vælkomstrøðu sínari, at írar og føroyingar høvdu nógv til felags. Hann nevndi millum annað, at bæði írar og føroyingar høvdu í nógv ár verið kúgað fólkasløg, men høvdu strítt seg úr kúgingini. Síðani komu írarnir á pallin, og teir blivu stórliga fagnaðir av mannamúgvuni.
Eru ikki ungir longur
Tað var beinan vegin, at glaði tónleikurin hjá The Dubliners hevði fingið so at siga hvørja sál at reisa seg úr áhoyrarasessinum, og stóðst tú væl fyri, kundi tú eygleiða, hvussu øll áhoyrarafjøldin livdi við í tónleikinum.
Tíverri var ljóðgóðskan ikki av tí besta fyrstu løtuna, men aftaná tey fyrstu trý løgini var hetta fingið í rættlag.
Teir fimm limirnir í The Dubliners eru heldur ikki nakrir unglingar longur. Allir hava teir annaðhvørt grátt ella heilt hvítt hár og skegg, og onkur einkultur av teimum er eisini eitt sindur lamin. Somulei0is vildi onkur vera við, at ein av írsku tónleikarunum var rættuliga deyvur, so at ljóðið í pallhátalaranum hjá honum noyddist at vera rættuliga hart frá, og hetta órógvaði teknikkin nakað.
Hóast teir allir eru komnir væl upp í aldur, er spæligleðin hjá teimum tó hin sama. Tað hoyrdist týðuliga, at teir elska at spæla sín tónleik, og sum áhoyrari merkti tú, at her l1 nakað aftan fyri tónleikin. Við nýmótans tónleikinum er tað mangan so, at tú hevur tað kenslu, at tónleikurin bara er gjørdur fyri at vinna sær pening, men hetta kann ikki sigast um The Dubliners. At teir fimm írarnir fingu sær eina hvíld, tá ið teir høvdu spælt í okkurt um ein tíma, tóktist heldur ikki til at ávirka lagið á áhoyrarunum, sum nú eisini fingu høvi til at hvíla seg eina løtu.
Lagið var í topp
Tað var eingin ivi um, at lagið var í topp hjá teimum mongu áhoyrarunum í høllini á Hálsi leygarkvøldið. Ymsastaðnis í høllini dansaðu fólk, og hýrurin var óførur. Serliga var tað banjoin hjá Barney McKenna, ið var vældámd, og tað var ógvuliga hugtakandi at síggja, hvussu fingrarnir hjá honum spældu við streingirnar á banjoini. Nakað, sum teir flestu av áhoyrarunum ikki vistu, var, at Barney McKenna bert hevur The Dubliners sum eitt ítriv, tí at hann eigur ein kraftblokkabát, sum hann gongur ógvuliga høgt uppí.
Eisini var violinin hjá John Shean ógvuliga væl dámd millum áhoyrararnar, eins og djúpa bassrøddin hjá Amon Campbell fekk tað at renna tær kalt niður eftir rygginum.
At tað ikki bert vóru tey lívligu løgini hjá írunum, sum áhoyrararnir livdu seg inní, sást millum annað, tá ið tað kenda stilla lagið ?the town I love so much? bleiv spældur, tí tá sóust tendrarar lýsa um alla høllini
Tá ið so allarkendasta lagið hjá bólkinum, nevnliga tað navnframa lagið ?Whiskey in the jar?, tóktist rómurin á áhoyrarafjøldina ongan enda at fáa. Allir áhoyrararnir reistust úr sessinum hjá sær, og øll sungu við. Hetta lagið hevur enn tann dag í dag stóran tokka millum øll ættarlið, og tað er ikki langt síðani, at ein av teimum allarbest umtóktu bólkinum í heiminum millum ungfólk, Metallica, innspældi teirra egnu útgávu av ?Whiskey in the jar?.
Aftaná hetta lagið takkaðu írarnir fyri seg, men áhoyrarafjøldin vildi ikki rættuliga sleppa teimum, og teir noyddust tí út aftur á pallin at geva okkurt eykalag. Tá spældu teir eitt nú tað í Føroyum so kenda veitslulagið ?Wild Rover?, og tá sang øll høllin við. Síðani var konsertin komin at enda, og øll fóru vælhýrd heim aftur ella víðari í býin, meðan hjálparfólkini fóru at rudda upp eftir konsertina.
Okkurt var
ov langdrigið
Hóast konsertin var framúr góð, og allir áhoyrararnir vóru stak væl nøgdir, so var tað tó okkurt, ið kanska kundi verið betur. Til dømis var, sum áðurnevnt, ljóðið ikki av tí besta tað fyrstu løtuna, og tískil fingu The Dubliners ikki bestu byrjanina upp á konsertina.
Eisini vóru tónleikainnsløgina hjá írunum, har teir løgdu dentin á eitt ljóðføri, kanska í longra lagi. Ikki tí, violinspælið hjá John Shean er hugtakandi, men at hoyra hann spæla solo í 10 minuttir, kann gerast ov langdrigið. Eisini var soloinnslagið hjá Barney McKenna nakað langt.
Hinvegin vóru karmarnir um konsertina góðir. Stólar vóru settir upp úti í síðunum av høllini, meðan tað framman fyri pallin var opið gólvpláss, har man kundi dansa ella bara standa og lurta. Tað sást týðuligani, at tað serliga vóru teir yngru áhoyrararnir, sum høvdu troðkað seg fram at pallinum, og har var veruligt lív í, og onkur av írsku abbunum fór eisini heilt út á kantin á pallinum og fekk sær ein lítlan frá onkrum áhoyrara.
Eingir trupulleikar vóru við ófriði, og tað vísir seg, at til slíkar konsertir, har áhoyrarafjøldin er eitt sindur tilkomin, eru eingir trupulleikar.
Konsertin var sum heild sera góð, og tað er lítið at ivast í, at tey allarflestu, sum vóru í høllini leygarkvøldið, heldur enn fegin høvdu farið niðan aftur at lurta eftir teimum. The Dubliners vóru undir øllum umstøðum sinnaðir til at koma aftur til Føroya.