ar til málið, soleiðis sum tað liggur nú, men hann vísir ikki aftur, at leiðaraskiftið hjá bretum kann tulkast sum, at nú er nóg mikið tosað um jura og at ein nú má finna fram til, hvat tann politiski [...] rleiðara vil bretska stjórnin eisini vísa eitt nýtt signal mótvegis føroyingum: at nú er nóg mikið tosað um jura, nú skal málið loysast politiskt. Varin Árni Olafsson, leiðari av føroysku samráðingarnevndini [...] seg um. Líta vit nøkur ár aftur í tíðina, tá táverandi breski oljumálaráðharrin at Tim Eddgar, var talan um eina beinharða støðu í marknamálinum bæði mótvegis føroyingum og norðmonnum. Eitt nú var Tim Eddgar
tíðina. Nú stendur kanska betri til Setningurin hjá Allani Simonsen er nú at seta liðið soleiðis, at úrtøkan verður sum frægast. Tað tykist vera greitt, at bæði Julian Johnsson og Todi Jónsson eru hópin [...] tað er eisini vandi fyri skaðum í sambandi við venjingina í Bosnia. Vit vóna sjálvandi, at allir teir átjan spælararnir, sum nú eru í landsliðshópinum, eisini vera tøkir mikukvøldið. Málverjin Sum nevnt [...] í Estlandi. Vit hava áður sagt, at úrslitið ta ferðina var størsta vónbrotið, sum føroyskur landsliðsfótbóltur hevur verið úti fyri, síðani fyrsta UEFA landsdystin í 1988, og tað halda vit framvegis.
Tær eru báðar 11 ár. Tær eru báðar út einum av heimsins størstu londum. Og tær eru báðar uppvaksnar í stórbýum. Men allan juli mánaða vóru tær í Føroyum, á altjóða barnalegu á Tvøroyri. Og tær eru báðar [...] føroyskum børnum. Í skúlanum, sum Alex gongur í, eru 733 børn. Í hennara flokki eru 30 børn. Í skúlanum, sum Jú gongur í, eru gott 300 næmingar, og tey eru 17 í flokkinum. Aftaná skúlatíð spælir Jú flogbólt [...] útvega mat. Og hon heldur, at vilja vit hava kjøt, noyðast vit at góðtaka dráp. ? Tað eru eisini við hvørt at fólk øtast, tá ið tey koma til Brasilia og síggja, hvussu vit drepa hønungar. ? Tað er matur so
so at tær, sum eftir eru, virka nøktandi. ?Eg haldi, at nú er so nógv spart, at vit eru komin niður har til, at plenuklipparin kann ikki brúkast longur, tí allar funktiónir eru so niðurpíndar frammanundan [...] manglar pengar í ár. ? Vit standa í somu tvístøðu í ár, sum vit hava staðið hvørt einasta ár leingi: Skulu vit kappa líka nógv av allastaðni við plenuklipparanum, ella skulu vit heldur niðurleggja onkrar [...] øki, sum eru rættiliga krevjandi. Hann leggur tó dent á, at hóast tey hava umrøtt spurningin, eru tey ikki komin til nakra niðurstøðu enn. ? Men spurningurin kann verða aktuellur, áðrenn vit vita av, leggur
Hon hevur ikki fyrrenn nú vitað, at hendan heiðursnálin er til, annars hevði hon langt síðani havt innstillað Ara til hana. Men kortini vónar hon, at hann fær nálina, hóast tað nú eru seks ár síðani, at, [...] drongi. Og vit fara ongantíð at gloyma tað. Nei, Elinita Hansen í Kollafjørði fer ongantíð at gloyma Ara Magnussen. Tí helst er tað honum fyri at takka, at hon ikki misti sonin. Elinita Hansen hevur nú innstillað [...] tað frøtt hana um Ari kundi fingið eina heiðursál fyri bragdið, hann útinti, sigur hon. ?Hetta fara vit ongantíð at gloyma.Tað er helst onki at ivast í, at Ari bjargaði Theodor Esmari tann dagin, leggur
næstu umførini, sum eru á heimavølli móti Sumba og á útivølli móti ÍF. TB liðið er skert, tí einasti landsliðsmaðurin í Suðuroy, Óli Johannesen, er leikbannaður. Hinir spælararnir eru allir tøkir. TB hevur [...] í ár. Mest óvæntaða úrslitið í landskappingini higartil í ár var, tá VB 17. mai vann 2-0 í Gøtu. Nú eru nøkur ár síðani, at VB vann á heimavølli móti GÍ. Tað gjørdu teir í 1990 og í 1991, tá úrslitini [...] byrja ivaleyst báðir inni í dag. Kappingin er um at koma so langt, at hvør dystur nú hevur stóran týdning. Sumba hevur B36 nú og TB á Tvøroyri um eina viku. Serliga dysturin móti TB verður ein sonevndur seks-stigs
farnir stóð 6-0. So vóru ikki fleiri mál skotin. Returdysturin verður um tvær vikur, men tað er longu nú greitt, at FCK er komið víðari í kappingini. Todi Jónsson var ikki millum málskjúttarnar. Hann taldist [...] verður hundrað prosent klárur til týdningarmikla útidystin í morgin, sum verður í Silkeborg. So vóna vit, at tað fer at gangast Toda væl í morgin, bæði við málskjótingini og við heilsuni. Føroyar hava brúk [...] Kongsvinger hevði havt við sær, at teir sloppu undan niðurflytingarstrikuni. Tapið ber í sær, at teir eru fjórði aftastir. Tvey lið flyta beinleiðis niður, og liðið, sum endar triðniðast skal spæla um eitt
Nøkur orð, nú Jógvan er farin. Ella Jeppa sum vit vanliga kallaðu hann. Varð so heppin, at sleppa at verða lærlingur hansara í trý ár, og eru hesi árini tey bestu eg minnist afturá sum arbeiðspláss. Umframt
3-2), men tá høvdu teir frammanundan tapt 6-0 í Budapest. Nú skal GÍ niður til Budapest, og so er spurningurin, hvussu tað fer at myndast. Vit kunnu vóna, at tá teir hava vunnið á útivølli, so fara un [...] so tapið varð avmarkað til 3-1. Akkurát sum hjá Ujpest, so sást aftur hesa ferð, at ungverjarnir eru ikki serliga góðir í verjupartinum. Liðformaðurin, sum spældi aftastur, tóktist eitt sindur gumpatungur
verið sett í verk sum skjótast, so vit vita, hvussu støðan verður um fimm ár, 10 ár o.s.fr. Somuleiðis áttu vit at umrøtt, hvørjir alternativir møguleikar eru. Nógvir eru teir, og fleiri verða longu royndir [...] eftir ferð staðfest á hesum stað. At vælferðarsamfelagið framvegis hevur síni álvarsligu lýti, sóu vit, tá vit í blaðnum lósu um ein mann, sum í 10 ár hevði búð óhjálpin í einum kamari, sum var 10 fermetrar [...] hvat bagir røktarskipanini - heimahjálpini - men vit áttu eisni latið eina eldranevnd kannað alla støðuna til botns, eins og gjørt eitt álit um, hvussu vit skipa okkara eldrapolitikk í framtíðini, tí tað