Ari rann eftir hjálp og bjargaði lívinum á Theodor Esmar

Tann 10 ára gamli Ari Magnussen í Kollafjørði fær nú heiðursnál fyri eitt bragd hann gjørdi fyri seks árum síðani, tá ið hann var avgerandi fyri, at vinmaðurin Theodor Esmar bjargaði lívinum

?Eg haldi, at tað, sum Ari gjørdi, var ógvuliga skilagott og skjótt atborið av einum so lítlum drongi. Og vit fara ongantíð at gloyma tað.

Nei, Elinita Hansen í Kollafjørði fer ongantíð at gloyma Ara Magnussen. Tí helst er tað honum fyri at takka, at hon ikki misti sonin.

Elinita Hansen hevur nú innstillað Ara til at fáa eina heiðursnál fyri bragdið, hann gjørdi.

Hon hevur ikki fyrrenn nú vitað, at hendan heiðursnálin er til, annars hevði hon langt síðani havt innstillað Ara til hana.

Men kortini vónar hon, at hann fær nálina, hóast tað nú eru seks ár síðani, at, at hendindingin fór fram, sum hann skal fáa hana fyri.

Tað er Leif Erik Niclasen, gullsmiðjur á Argjum, sum av sínum eintingum er farin at gera eina heiðursnál til, sum kann latast teimum, sum á ein ella annan hátt bjarga einum øðrum úr vanda


Fór í septiktangan

Elinita Hansen sigur, at hendingin, sum hon heldur, at Ari hevur uppiborið eina heiðursnál fyri, fór fram tann 1. august 1992, tá ið Theodor Esmar var 12 ára gamal og Ari akkurát var fyltur fýra ár.

? Teir báðir vóru altíð saman, tíðliga og seint.

? Og hendan dagin vóru teir úti sum vant.

? Á einum stykki, har teir spældu, stendur ein septiktangi.

? Og tað hevði verið so óheppið, at um veturin var ein bilur gliðin í kavanum á septiktangan, so at hongslini og lásið, sum hildu lokinum, fóru, og lokið tískil lá leyst.

Fyri at ongin skuldi taka lokið omanav, hevði onkur lagt ein platt omaná tað.

Men Theodor Esmar hevur altíð verið sera evnaligur og onkusvegna hevði hann fingið báði platt og lok omanav. Men í tí sama var hann áhaldsin og datt sjálvur datt í tangan

Ari minnist Theodor Esmar fór framav, tá ið hann lyfti lokið upp frá, men at hann akkurát fekk fatur í kantinum við hondunum, áðrenn hann datt heilt í tangan.

Og har bleiv hann hangandi í fingrunum á kantinum og hevði ongan møguleika at sleppa upp.


Fór eftir hjálp

Men lukkutíð var Ari ikki langt burtur.

Táið hann sá, at vinmaðurin var í vanda, rann hann beinanvegin eftir hjálp, tí har var ikki ein livandi sál at síggja.

Hann fekk fyrst fatur á einum manni.

Men har fekk hann ikki gjørt seg so forstáiligan, at maðurin trúði honum, tá ið hann segði, at Theodor Esmar var dottin í eitt hol.

So rann hann eftir næsta manninum, sum fekst við okkurt uttanduraarbeiði, og hann skilti, at okkurt álvarsligt var áfatt, tá ið Ari bleiv við at siga, at Theodor Esmar var dottin í eitt hol.

Hann bað Ara vísa honum hvar, og tað gjørdi tann litli.

Tá ið teir nærkaðust septiktanganum, hoyrdu teir rópini av Theodor Esmar og maðurin fekk hann upp beinanvegin og bjargaði honum áðrenn hann misti takið heilt og endaði heilt niðri í brunninum


Ótrúliga væl klárað

Elinita, mamma Theodor Esmar heldur at Ari bar seg ógvuliga skjótt og skilagott at av einum so lítlum drongi at vera.

? Ari var bara akkurát fyltur fýra ára gamal, tá ið hetta hendi.

? Og tey flestu børnini í hansara aldri høvdu helst runnið beint heim til mammu eftir hjálp, ella tey høvdu kanska blivið upptikin av onkrum heilt øðrum á vegnum og høvdu tískil gloymt alt um, hvat tey skuldu Men so var ikki við Ara. Hann vendi sær til tann fyrsta mannin, hann sá. Og tá ið tað ikki hjálpti fór hann eftir tí næsta.

Elinita Hansen sigur, at hetta fara tey ongantíð at gloyma og tí kundi tað frøtt hana um Ari kundi fingið eina heiðursál fyri bragdið, hann útinti, sigur hon.

?Hetta fara vit ongantíð at gloyma.Tað er helst onki at ivast í, at Ari bjargaði Theodor Esmari tann dagin, leggur hon afturat, tó hóast hann var sterkur, hevði hann ikkihingið leingi í tí tunna, hvassa kantinum við berum fingrum.