Føroyingar eiga at vera betri fyri hesa ferð

Tveir spælarar hava givið avboð, men stuðulsspælararnir eru betri fyri nú, enn teir vóru í juni

Landsliðið fer av landinum sunnudagin. Ferðin gongur niður til Bosnia. Landsliðið millumlendir í Keypmannahavn, men Julian Johnsson, Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson, vera ikki við í flogfarinum, sum lættir úr Kastrup sunnukvøldið. Teir spæla allir í landskapping sunnudagin. Julian Johnsson og Kongsvinger skulu klokkan 18 sunnukvøldið spæla á heimavølli ímóti Moss. Talan er um týdningarmikla uppgerð, tí hesi bæði liðini eru rættuliga jøvn ikki so langt omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Todi Jónsson og FCK, sum í gjárkvøldið spældu á heimavølli í europeisku steypakappingini í Parkini ímóti Karabakh Agdam úr Aserbadjan, spæla sunnudagin klokkan 15 í Silkeborg, og Jákup Mikkelsen og Herfølge skulu sunnudagin klokkan 15 á heimavølli verja oddastøðuna ímóti botnliðnum Aarhus Fremad.

At hesir tríggir skulu í eldin um somu tíð, sum hinir í landsliðsferðalagnum fara í luftina á veg niður til Bosnia, ger, at teir ikki fara niður til Bosnia fyrrenn við rutuflogfarinum mánamorgunin.


Tvey avboð

Tveir av teimum átjan, sum upprunaliga vórðu úttiknir til hesa ferðina, verða ikki við. Teir eru Jan Allan Müller og Øssur Hansen, sum tað orsaka av privatum orsøkum ikki ber til at fara avstað.

Í teirra stað hevur landsliðsvenjarin úttikið Jens Erik Rasmussen og Símun Eliasen. Tað kom óvart á fleiri, at Jens Erik, sum annars hevur verið fastur fúsur í hópinum ? og ofta á beinkinum ? var vrakaður í fyrstu atløgu, tí hann hevur hesar síðstu vikurnar staðið sterkur í myndini hjá HB. Símun Eliasen er, eftir summarfrí í Føroyum og venjing og tveir dystir við ÍF, farin niður aftur til Aarhus Fremad, har hann framvegis stríðist fyri at vinna sær pláss millum sekstan teir bestu.


Mótstøðan

At føroyingarnir fáa nógv at síggja til mikukvøldið í Sarajevo er eingin ivi um. Bosnia telist millum tær nógvu nýggju tjóðirnar í Europa, og aftur og aftur hevur verið staðfest, at nýggju tjóðirnar síggja fótbóltin og landsliðini sum gylt høvi at markera seg í. Besta dømið um hetta er Croatia, sum bæði í EM endaspælinum í Onglandi fyri tveimum árum síðani og aftur í HM endaspælinum í summar stóð seg so sera væl.

Bosnia hevur heldur ikki smæðst burtur, hvat hesum viðvíkir. Tað hevur m.a. Danmark kent sviðan av. Danir vóru fyrsta mótstøðulandið hjá Bosnia, eftir at landið hevði fingið sjálvstøðuga umboðan í FIFA og UEFA, og danir kendu sviðan av, at Bosnia, sum á heimavølli vann 3-0, bæði spældi við hjartanum og høvdinum.

At føroyingar fáa eina mótstøðu, sum verður nógvar ferðir størri, enn hon var, tá landsliðið 4. juni tapti 5-0 í Talinn í Estlandi. Vit hava áður sagt, at úrslitið ta ferðina var størsta vónbrotið, sum føroyskur landsliðsfótbóltur hevur verið úti fyri, síðani fyrsta UEFA landsdystin í 1988, og tað halda vit framvegis.

Spurningurin er so, um Allan Simonsen og hansara menn fara at megna at reisa seg, og spurningurin er eisini, hvat vit kunnu rokna við.

Landsliðið hevur tvær ferðir spælt niðri á Balkan., og báðu ferðirnar var mótstøðuliðið Jugoslavia, og báðu ferðirnar varð spælt í Beograd. Fyrra ferðin var í 1991, tá føroyingar taptu 7-0 ímóti tí stóra Jugoslavia, sum Bosnia eisini var partur av. Í 1995 taptu Føroyar 3-1 ímóti nýggja Jugoslavia.

Allan Simonsen plagar at siga, at tað ber ikki til at siga nakað um, hvussu úrslitið verður, fyrrenn tú sært, hvussu dysturin myndast. T.d. vóru føroyingar undirmannaðir størra partin av tíðini í Estlandi, lyklaspælarar kunnu verða skaddir, hinir kunnu skora tvey mál beinanvegin og so nógv annað kann eisini henda.

Men hóast Bosnia er eitt gott lið, so sigur altjóða styrkislistin okkum, at tað Jugoslavia, sum Føroyar taptu 3-1 ímóti á útivølli (og seinni 8-1 ímóti á Svangaskarði) er væl hægri styrkismett enn Bosnia.


Vóru ikki væl fyri

Eitt er mótstøðuliðið. Nakað annað er føroyska liðið. Venjarin plagar at siga, at tað eru ellivu ímóti ellivu, og sjálvsagt er avrikið hjá føroyingum rættuliga avgerandi fyri, hvussu tað fer at laga seg, og hvussu úrslitið verður.

Tá vit síggja avrikið í Estlandi í bakkspeglinum, so mugu vit ásanna, at føroysku spælararnir vóru ikki so væl fyri, sum tað kundi roknast við, at teir fóru at vera fyrst í juni. Bæði í Noregi og í Danmark vóru landskappingarnar júst loknar. Tað hevði við sær, at sjálvt um viljin var góður, so var tað sjónskt, at bæði Julian Johnsson og Todi Jónsson, sinniliga vóru farnir í summarfrí, og tað gjørdi ikki støðuna betri, at Todi Jónsson royndi at spæla, sjálvt um hann var hálvskaddur.

Avrikini hjá hinum spælarunum vóru heldur ikki á tí støðinum, sum tey plagar at vera á landsliðnum. Onkrir vóru ikki í tí venjingarstøðuni, sum teir annars plaga at vera í, og onkrir, sum vóru í góðari venjingarstøðu, sótu á beinkinum alla tíðina.


Nú stendur

kanska betri til

Setningurin hjá Allani Simonsen er nú at seta liðið soleiðis, at úrtøkan verður sum frægast.

Tað tykist vera greitt, at bæði Julian Johnsson og Todi Jónsson eru hópin betri fyri, enn teir vóru fyrst í juni, og tað er sjón fyri søgn, at Jákup Mikkelsen, sum í dag hevur 28 ára føðingardag, og sum hesa ferð er sjálvskrivaður málverji, hevur stórt sjálvsálit. Tað man Uni Arge eisini hava. Hetta er fyrsta ferðin hjá honum í landsliðsferðalagnum, síðani hann av álvara fekk gongd á í Íslandi.

Hesir veruleikarnir eru gott grundarlag at taka útgangsstøðu í. Tað er heldur eingin ivi um, at fleiri av teimum, sum spæla í heimligu kappingini, eru betri fyri. Óli Johannesen gav avboð í juni, tí hann var upptikin av próvtøku, og avrikini hjá Pól Thorsteinsson hava verið væl betri eftir summarsteðgin, enn tey vóru undan summarsteðginum.

Jan Dam hevur í hesi vikuni sagt farvæl til føroyskan fótbólt, tí hann er farin av landinum í lestrarørindum. Hann segði sjálvur undan fráferðini, at hugurin at spæla var ikki tann, sum hann hevði verið, og tað undirstrikar tað, sum vit áður hava sagt, at tað hevur tykst, sum um hann í ár ? millum annað orsaka av fleiri skaðum ? ikki hevur verið tað, sum hann áður hevur verið. So við allari virðing fyri tí, Jan Dam hevur staðið fyri, síðani hann í 1990 kom á landsliðið, so verður missurin kanska ikki so stórur, sum hann hevði verið, um Jan Dam hevði givist fyri einum ári síðani.

Nógv kann broytast til komandi mikudag. Tað er eitt umfar í landskappingini heima á landi í morgin, útisetarnir skulu spæla sunnudagin, og tað er eisini vandi fyri skaðum í sambandi við venjingina í Bosnia. Vit vóna sjálvandi, at allir teir átjan spælararnir, sum nú eru í landsliðshópinum, eisini vera tøkir mikukvøldið.


Málverjin

Sum nevnt, so verður Jákup Mikkelsen málverji. At venjarin hevur tikið Sunvard Joensen við sum eykamálverja var fullkomuliga óvæntað. Hevði ungi evnaríki maðurin í sambandi við heimadyst fingið í boði at koma á Svangaskarð at venja saman við Jens Martini Knudsen og Jákupi Mikkelsen fyri á tann hátt at snúsa til altjóða atmosferuna, so hevði tað verið væl skiljandi, men tað er stór ábyrgd at leggja á so ungan og óroyndan mann at lata hann sita á beinkinum kláran at fara inn, um tað óhepna skuldi hent, at Jákup varð skaddur ella útvístur. Allan Simonsen sá Sunvard spæla í Gøtu leygardagin, og avrikið ta ferðina gav ikki rætt til landsliðssess. Serliga var tað, tá høgir bóltar komu innfyri, at GÍ málverjin hevði trupulleikar.

Men úttøkan er kanska ábending um, at tað er ikki so væl statt við málverjum, tá ter báðir bestu, sum spæla uttanlanda, eru tiknir frá. Nátúrligasta valið hevði verið Bjarni Johansen, sum fleiri ferðir hevur verið við í ferðalagnum, men hann sær út til at vera settur uttanfyri eftir avrikið í Íslandi í fjør.


Úti á vøllinum

Í miðverjuni eru Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson sjálvskrivaðir, og so kann lítil ivi vera um, at Hans Fróði Hansen hesa ferð fær møguleikan fyri sínum fyrsta landsdysti.

Tað er ein størri spurningur, hvat venjarin ætlar sær at gera við Jens Kristian Hansen, sum ikki hevur verið sannførandi í ár. B36 maðurin verður neyvan á beinkinum, tí Allan Simonsen setur stóran prís uppá drúgvar altjóða royndir. Ein møguleiki er, at Jens Kristian yvirtekur vongverja plássið í vinstru, sum stendur tómt, nú Øssur Hansen ikki er við, og ein annar møguleiki er, at Jens Kristian verður á miðvøllinum.

Henning Jarnskor hevur fleiri ferðir vikarierað á vinstra vongverja, t.d. niðri í Jugoslavia í 1996, tá Øssur ikki var við. Allan Mørkøre er sjálvskrivaður á liðnum. Spurningurin er bara, um hann verður á vongverjanum, ella um hann verður á miðvøllinum. Todi Jónsson og John Petersen vera framrættaðir, men tað kann væl hugsast, at tann seinni nevndi verður á miðvøllinum, og at Uni Arge fer at fáa møguleikan frá fyrsta bríksli.

Eitt sannlíkt boð uppá liðið er hetta: Jákup Mikkelsen ? Henning Jarnskor, Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen ? Allan Mørkøre, Julian Johnsson, Sámal Joensen, John Petersen ? Todi Jónsson.

Venjarin plagar at halda nógv av Magna Jarnskor. Men í Estlandi sat hann uttanfyri. Ta ferðina hevði Magni Jarnskor ein lítlan skaða at dragast við. Tað hevur hann ikki hesa ferð, og so kann tað vera, at hann verður tikin framum Sámal Joensen, sum síðst hevði plássið, Magni Jarnskor plagar at hava. Um Uni Arge skal inn, so skal ein miðvallari út. Tað kundi verið Allan Mørkøre, sum so hevði yvirtikið plássið hjá Henningi Jarnskor í verjuni, og hesin kundi so kanska flutt yvir á plássið hjá Jens Kristiani Hansen.

Møguleikarnir eru fleirfaldir, men tað tykist greitt, at hinir spælararnir koma neyvan upp á tal til ellivu teir fyrstu. Teir eru Sunvard Joensen, Arnbjørn Danielsen, Jens Erik Rasmussen, Símun Eliasen og Jákup á Borg.