Todi smáskaddur

Og tað gekk illa hjá felagnum hjá Julian Johnsson

Í fyrrakvøldið vann FCK á heimavølli í Parkini sannførandi 6-0 sigur í undankappingini til europeisku steypakappingina. Mótstøðuliðið var Karabakh Agdam úr Aserbadjan, og tað var synd í teimum. FCK kom á odda beinanvegin, og tá 40 minuttir vóru farnir stóð 6-0. So vóru ikki fleiri mál skotin. Returdysturin verður um tvær vikur, men tað er longu nú greitt, at FCK er komið víðari í kappingini.

Todi Jónsson var ikki millum málskjúttarnar. Hann taldist millum teir 5.700 áskoðararnar, sum vóru í Parkini. Móti Herfølge fekk hann ein lítlan vøddaskaða í lærið, og venjarin valdi at halda honum uttanfyri, soleiðis at hann verður hundrað prosent klárur til týdningarmikla útidystin í morgin, sum verður í Silkeborg.

So vóna vit, at tað fer at gangast Toda væl í morgin, bæði við málskjótingini og við heilsuni. Føroyar hava brúk fyri honum í Sarajevo mikudagin.


Gongur ikki væl

Tað gekk ikki væl hjá Julian Johnsson og Kongsvinger, tá teir í vikuni spældu á heimavølli móti Haugesund. Kongsvinger tapti 1-0, og tað var ikki væntað, tí Haugesund var næstniðast. Ein sigur til Kongsvinger hevði havt við sær, at teir sloppu undan niðurflytingarstrikuni. Tapið ber í sær, at teir eru fjórði aftastir. Tvey lið flyta beinleiðis niður, og liðið, sum endar triðniðast skal spæla um eitt pláss í bestu deildini.

Tað var um reppið, at Julian Johnsson, sum spældi allar 90 minuttirnar, skoraði, men stútarin eftir horna, fór niður í vøllin.