NSÍ kemur í Gundadal seinnapartin í dag at verja triðja plássið og møguleikan fyri altjóða luttøku komandi ár.
NSÍ hevur ofta havt stórar trupulleikar móti HB, tá liðini hava dystast í Runavík, men teir hava ofta staðið seg væl móti HB í Gundadali, t.d. var 2-2 í fjør og 0-0 í 1995 (í 1996 var NSÍ í 2. deild). Síðsti HB sigurin var 3-0 í 1994, og í 1992 vann NSÍ 4-3. HB vann ikki minni enn 4-0 í Runavík fyrr í ár, m.a. við málinum sum Bjarki Mohr í fyrsta minutti skoraði úr 55 metrum.
Hesa ferð er bitin hjá NSÍ stórur, og tí kom tað stak illa við hjá teimum at frætta, at Óli Hansen breyt fótin mánakvøldið ? sama kvøldið sum hann var komin niður aftur frá dystinum móti VB. Fóturin brotnaði í venjing í Kolding. Ætlanin var annars, at álopsmaðurin skuldi koma uppaftur at spæla í dag.
Dejan Milanovic var leikbannaður seinast, men hann fær í dag plássið aftur, sum Abraham Hansen vikarieraði í seinast.
Kasper L. Jcobsen hevur verið ivasamur, men teir rokna við, at hann verður í hópinum.
Hjá HB er Rúni Nolsøe bæði burturstaddur í arbeiðsørindum og leikbannaður. Jan Dam fer ikki til Danmarkar fyrrenn í morgin, men hann spælir ikki í 1. deild í dag, møguliga fer hann at hjálpa Alberti Ellefsen í 2. deild móti FS Vágum.
Andrew av Fløtum sat uttanfyri seinast, tí hann hevði verið sjúkur alla vikuna. Hann er tøkur aftur, og Magni á Lakjuni kom upp úr Danmark hósdagin. Kaj Leo Johannesen er sera ivasamur. Í gjár roknaðu teir við, at Bárður Johannesen fer at verja HB málið í dag.
TB-verjan skerd
Tá síðsta bríkslið ljóðar kring landið seinnapartin í dag, eru tveir triðingar av landskappingini í 1998 lagdir afturum. Undan tólvta umfarinum hava tvørámenn framvegis fyrsta sigurin til góða, og av Tvøroyri verður sagt, at teir fara norður til Klaksvíkar í vónini um, at tað fer at eydnast hjá teimum at vinna ein javnleik. Sigrarnar ætla teir at vinna tey bæði næstu umførini, sum eru á heimavølli móti Sumba og á útivølli móti ÍF.
TB liðið er skert, tí einasti landsliðsmaðurin í Suðuroy, Óli Johannesen, er leikbannaður. Hinir spælararnir eru allir tøkir.
TB hevur staðið seg hampuliga væl í Klaksvík nógvu tey síðstu árini. Í 1989 vóru teir í 2. deild og aftur í fjør. Hinar átta ferðirnar hava teir fýra ferðir megnað javnleik, og fýra ferðir hevur KÍ vunnið. Fyrr í ár vann KÍ 3-1 á Sevmýri.
Lyklaspælarar burtur
Hjá KÍ eru tveir av stuðulsspælarunum burturfrá í dag. Harley Bertholdsen fór av landinum í arbeiðsørindum í gjár, og hann verður ikki aftur fyrrenn eftir vikuskiftið.
Verri sær út hjá miðvallaranum Jan Joensen. Hann varð skaddur, tá KÍ var í Gundadali og spældi móti B36. Aftaná vísti tað seg, at kjálkabeinið er brotið í fýra støðum, so tað er lítið sannlíkt, at hann verður við aftur tær nógvu fyrstu vikurnar.
Pól Juul Vilhelmsen, Jóhan Lützen og Kurt Mørkøre hava sitið á beinkinum tær síðstu ferðirnar, so tað vera ivaleyst teir, ið fara at loysa av.
Tveir gøtumenn
eru leikbannaðir
GÍ stríddist í Europa Cup í fyrrakvøldið. Tað kostar nógvar kreftir at spæla á vátum og tungum grasvølli.
Í gjárkvøldið høvdu teir lætta venjing í Sarpisgerði, og í morgun fóru teir suður til Vágs, har teir skulu spæla á Eiðinum seinnapartin klokkan 14.30.
Allir spælararnir komu heilskapaðir burturúr Europa Cup stríðnum, men tríggir teirra, sum vóru inni á vøllinum hóskvøldið, fara ikki at spæla við í dag. Talan er um Søren Skov Jørgensen og Svenn Olsen, sum eru leikbannaðir, og um Samson Nesá, sum hevur gjørt av at trappa niður. Skúlin krevur sítt, og Samson hevur ikki stundir at venja so nógv, sum hann hevur gjørt higartil.
Svenn og Søren vóru í byrjunaruppstillingini hóskvøldið. Tað kann roknast við, at Jóan Petur Olsen verður í miðverjuni frá byrjan í dag, og miðvallaraplássið fer til Magna Jacobsen ella Erland Tvørfoss, sum hevur vant regluliga síðani summarsteðgin.
Hjá VB var Milan Culjic ikki við í Runavík. Hann var skaddur, men hann hevur vant í hesi vikuni, og hann verður við í dag. Magni Mohr fór mánadagin niður at ganga í skúla, men hann skuldi koma heim til dystin í dag. Magni Magnussen er til skips og verður ikki við aftur í ár.
Mest óvæntaða úrslitið í landskappingini higartil í ár var, tá VB 17. mai vann 2-0 í Gøtu.
Nú eru nøkur ár síðani, at VB vann á heimavølli móti GÍ. Tað gjørdu teir í 1990 og í 1991, tá úrslitini vóru ávikavíst 2-0 og 1-0. Í fjør var málleyst, men øll árini frá 1992 og til 1996 vann GÍ ? burtursæð frá 1994, tá VB var í 2. deild. Í 1995 spældu vágbingar saman við sumbingum, og tá vann GÍ 2-0.
B68 ikki vunnið
á ÍF í fýra ár
Tað er ofta tætt, tá tey bæði eysturoyarliðini, B68 og ÍF, takast. Seinasta tætta uppgerðin var í Fuglafirði 17. mai, tá úrslitið var 2-2.
Tey seinnu árini hevur gingið striltið hjá toftamonnum at fáa fulla úrtøku móti ÍF á Svangaskarði. Í fjør vann ÍF 3-1, og í fyrraárið var 1-1. Í 1995 var ÍF í 2. deild, og í 1994 vann B68 1-0.
Bæði liðini komu væl frá síðsta vikuskifti. ÍF vann fyri fyrstu ferð á árinum, tá teir sendu Sumba suður við 0-6 sekki, og B68 fekk javnleik í torføra útidystinum móti GÍ.
Í dag verður spælt á grasvøllinum, sum fekk ein orduligan umgang hóskvøldið.
Hjá B68 eru allir spælararnir tøkir uttan Sámal Erik Hentze, sum framvegis hevur trupulleikar við knænum. Øssur Jacobsen hevur verið skaddur síðani summarsteðgin, men hann er við aftur í hópinum.
Hjá ÍF eru tveir av stuðulsspælarunum frá fyrstu umførunum eftir summarsteðgin burtur. Torstein Joensen hevur brotið beinið, og Símun Eliasen er farin niður aftur til Aarhus. Í gjár var eisini ivasamt, um Erling Joensen fer at verja málið í dag. Í fyrrakvøldið lá hann sjúkur við fepri. Um Erling ikki verður tøkur, so fer Alfred Olsen at verja málið. Mortan Thomasen er nýggjur maður í 1. deildarhópinum hjá Piotr Krakowski, sum sjálvur verður í miðverjuni hjá ÍF.
Dysturin í 3. deild millum somu feløg skuldi sambært skipanina verið spældur í morgin, men hann er framskundaður og verður spældur á graslíkisvøllinum í dag klokkan 17.30.
Bæði Sumba
og B36 eru skerd
Sumbingar taka ímóti B36 uttan Dánjal Johan Joensen, sum fekk reyða kortið í Fuglafirði seinasta vikuskifti. Harafturat er Sonni Kjærbo ivasamur. Hann hevur skaða í fótinum og hevur ikki vant hesa vikuna. Jan Poulsen og Spasojé Biberdzic hava sitið leikbannið, teir fingu á Toftum, av, og byrja ivaleyst báðir inni í dag.
Kappingin er um at koma so langt, at hvør dystur nú hevur stóran týdning. Sumba hevur B36 nú og TB á Tvøroyri um eina viku. Serliga dysturin móti TB verður ein sonevndur seks-stigs dystur, men um Sumba kann fáa okkurt burturúr í dag móti B36, meðan TB einki fær í Klaksvík, er tað ikki heimsins endi hjá sumbingum, um teir tapa á Tvøroyri.
B36 er væl koyrandi í løtuni, og seinastu tveir dystirnir eru vunnir móti oddaliðunum HB og KÍ. B36 fer til Suðuroyar uttan Jens Kristian Hansen og Bjarna Prior, sum báðir eru leikbannaðir. Hinvegin er Pól Thorsteinsson aftur tøkur hjá venjaranum Tomislav Sivic, sum sjálvur hevur sitið sítt leikbann av, tá dysturin í dag er lokin.