Ymiskt bendir á, at bretar eru við at førka seg í marknaósemjuni millum Føroyar og Bretland. Herfyri skrivaði bretski uttanríkisráðharrin Robin Cook bræv til Anfinn Kalsberg, løgmann, við einum ynski um, at marknamálið fór at verða loyst innan rímuliga tíð. Síðani er tað hent, at bretska stjórnin hevur skift út samráðingarleiðara sín. A. R. Brenton, sum er deildarstjóri í uttanríkisráðnum, hevur tikið við sum nýggjur leiðari í bretsku samráðingarnevndini eftir Frank Bermann, sum ikki rættiliga slapp at royna seg sum leiðara, nú naggatódn hevur verið í samráðingunum so leingi.
Tað áhugaverda í hesum leiðaraskiftinum er, at nýggi leiðarin er ikki løgfrøðingur eins og hinir báðir undanfarnu. Bæði David Anderson, sum hevur verið samráðingarleiðari ta mesta av tíðini og nú Frank Bermann vórðu høgtstandandi juristar við stórum innliti í havrættarmál.
A. R. Brenton er tað bretar nevna ?Director of Global Affairs? í bretska uttanríkisráðnum. Ein kelda, sum Sosialurin hevur tosað við, vil vera við, at við avgerðini at skifta samráðingarleiðara vil bretska stjórnin eisini vísa eitt nýtt signal mótvegis føroyingum: at nú er nóg mikið tosað um jura, nú skal málið loysast politiskt.
Varin
Árni Olafsson, leiðari av føroysku samráðingarnevndini er ógvuliga varin við at gera viðmerkingar til málið, soleiðis sum tað liggur nú, men hann vísir ikki aftur, at leiðaraskiftið hjá bretum kann tulkast sum, at nú er nóg mikið tosað um jura og at ein nú má finna fram til, hvat tann politiski viljin er í báðum londum - og um tað ber til at finna eina praktiska loysn, sum báðir partar kunnu liva við.
Uppá fyrispurning um hann sær leiðaraskiftið sum nakað positivt svarar Árni Olafsson, at hann bara hevur tikið hetta til eftirtektar.
Árni Olafsson váttar, at hann hevur heilsað uppá nýggja bretska samráðingarleiðaran. Tað var gjørt fyri at kunna seg við hvør annan.
Hægsta politiska stig
Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa nakað at vita um, antin marknamálið fer upp á hægsta politiska stig ella ikki. Tað var undanfarni løgmaður, Edmund Joensen, sum tíðliga í ár heitti á danska forsætisráðharran um at fáa fund í lag millum seg, løgmann og Tony Blair. Nyrup hevur síðani svarað Anfinni Kalsberg, at hann hevur umrøtt málið á fundi við Tony Blair í Keypmannahavn, men at hann ger ikki meira við málið, fyrr enn nýggi løgmaður hevur spælt út við, hvat nýggja landsstýrið ætlar í málinum.
Sosialurin skilur, at avgerð er enn ikki tikin til henda spurningin. Ein fundur millum ovastu leiðararnar í teimum trimum londunum um málið er so avgjørt tann seinasti møguleikin, sum verður troyttur. Og er tað so, at málið skal uppá á hægsta politiska stig, og hetta ikki gevur nakað úrslit, so er greitt, at tann møguleikin harvið er troyttur. Nettup tí má roknast við, at alt annað verður roynt, áðrenn tað kemur har upp.
Fundur í uttanlandsnevnd
Undir viðgerðini av ólavsøkurøðuni segði Anfinn Kalsberg, løgmaður, at hann skuldi hava fund við føroyska samráðingarleiðaran hesa vikuna. Sosialurin skilur, at teir hava tosað saman, og í gjár bað løgmaður so um at fáa fund við uttanlandsnevndina.
Neyvan er hugsandi, at føroyingar fara at draga nógv meira í land. Hildið verður fast um miðlinjuna sum undirgrundarmark. Bretar vita, at málið er av grundleggjandi týdningi fyri Føroyar, meðan tað í Bretlandi ikki hevur tann sama týdningin. Spurningurin er nú, hvussu langt bretar vilja geva seg og í hvønn mun føroyingar vilja ganga við til eina ella aðra neyðsemju.
Elttør og Battle
Ætlanin er, at føroyski oljumálaráðharrin skal hitta bretska starvsfelaga sín, John Battle, tá hesir báðir verða stæddir á oljuráðstevnuni í Stavanger seinast í august mánað.
Teir fara at umrøða oljumál sum heild, men eingin ivi er um, at teir eisini fara at nema við marknatrætuna. Og hóast marknatrætan kemur undir málsøkið hjá uttanríkisráðnum og ikki ídnaðarmálaráðnum, so vilja eygleiðarar, sum Sosialurin hevur tosað við, vera við, at oljumálaráðharrin eisini kann hava ávirkan á marknamálið. Og tí er tað eisini her ein spurningur um persónar og teirra evni og vilja til at loysa mál hetta snýr seg um. Líta vit nøkur ár aftur í tíðina, tá táverandi breski oljumálaráðharrin at Tim Eddgar, var talan um eina beinharða støðu í marknamálinum bæði mótvegis føroyingum og norðmonnum. Eitt nú var Tim Eddgar ein forðing fyri eini loysn í málinum um Frigg-oljufeltið á markinum millum Noreg og Bretland. Tá ein nýggjur oljumálaráðharri loysti Tim Eddgar av, varð hetta málið loyst stutt eftir.
Tað er tí ikki óhugsandi, at ein John Battle sum oljumálaráðharri kann hava positiva ávirkan á gongdina í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland.
Ein eygleiðari sigur við Sosialin, at stóri bretski oljuídnaðurin leggur stórt trýtst á bretska ídnaðarmálaráðið - DTI - um at fáa loyst marknatrætuna við føroyingar, soleiðis at ?Tað Hvíta økið? verður latið upp fyri leiting. Hetta er tað økið millum Føroyar og Bretland, sum ikki kann verða boðið út til leiting, soleingi markið ikki er ásett.
Tað er eisini greitt, at hetta trýstið á oljumálaráðharran fer víðari til uttanríkisráðið, sum tá sær álvaran í, hvussu stóran týdning tað hevur at fáa loyst málið sum skjótast. So oljumálaráðharrin kann medvirka til, at málið fær eina skjóta loysn.
At norski forsætisráðharrin hevur boðið Føroya løgmanni á vitjan við ma. eini øktari samvinnu á oljuøkinum fyri eygað eigur helst eisini at fáa bretar at rakna við, tí neyvan tænir tað bretskum áhugamálum, at ein óloyst marknatræta knýtir føroyingar og norðmenn so nógv saman, at bretsk áhugamál ikki sleppa upp í part.
Formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jóannes Eidesgaard, sigur í eini viðmerking til fundin í gjár, at talan var um eina kunning. Av tí at allir limirnir í nevndini, við undantaki av einum, eru nýggir, helt løgmaður tað vera rætt at geva nevndarlimunum eina gjølliga frágreiðing um alla gongdina í marknamálinum.










