Sum tað er deiligt at kunna anda so fríska luft í seg

? Tað er deiligt at kunna anda so reina luft í seg, sum tit hava í Føroyum. Og so at kunna leggja seg at sova, uttan at hugsa um at læsa hurðina.

? Men tað er eisini deiligt at sleppa at ferðast uttan at hava foreldrini við

Tær eru báðar 11 ár.

Tær eru báðar út einum av heimsins størstu londum. Og tær eru báðar uppvaksnar í stórbýum.

Men allan juli mánaða vóru tær í Føroyum, á altjóða barnalegu á Tvøroyri.

Og tær eru báðar samdar um, at hetta hevur verið eitt minni fyri lívið...

Juliana Wurmli Landmann úr Brasilia, vanliga nevnd Jú og Alexandra Joshua úr USA, vanliga nevnd Alex, vóru tvey av børnunum, sum vóru á altjóða barnaleguni í Trongisvági, ið endaði beint fyri ólavsøkun.

Hesa tíðina hava børn úr tilsamans 11 londum verið á barnalegu á á Tvøroyri.

Umframt børnini úr teimum 11 londunum, vóru eisini ungleiðarar úr tveimum øðrum londum ið eisini, so tilsamans vóru 13 tjóðir umboðaðar á Tvøroyri hesar dagarnar.

Børnini komu úr Noregi, Svøríki, Týsklandi, Sveis, Italia, Jordan, Teilandi, Brasilia USA, Fraklandi og úr Føroyum.

Ungleiðararnir vóru úr Egyptalandi og úr Finnlandi.

Hjá summum av børnunum var tað ikki sørt av eini kollvelting at koma til eitt av heimsins allar minstu londum.

Ikki minst hjá Brasiliansku Jú og amerikansku Alex, sum báðar eru úr tveimum av heimins allar størstu londum

Og kollveltinginbleiv ikki minni av, at báðar harafturat koma úr býum so stórum, at tað kann vera ringt at ímynda sær.

Jú er úr størsta býi í Brasilia og triðstørsta býi í heiminum, Sao Paulo,, har í næstan 20 milliónir fólk búgva.

Alex kemur úr amerikanska bilabýnum, Detroit, har einar fýra milliónir búgva.

Tær koma báðar úr familjum, sum eru væl fyri. Pápi Alex er hevur egið virki, har hann selur lutir til bilar og mamma hennara er sakførari.

Pápi Jú er evnafrøðingur og mamman er heimagangandi húsmóður.

Teirra gerandisdagur heima líkist í nógvar mátar gerandisdegnum hjá føroyskum børnum.

Í skúlanum, sum Alex gongur í, eru 733 børn. Í hennara flokki eru 30 børn.

Í skúlanum, sum Jú gongur í, eru gott 300 næmingar, og tey eru 17 í flokkinum.

Aftaná skúlatíð spælir Jú flogbólt, tennis og handbólt og hon svimur eisini. Og hon spælir sjálvandi eisini við vinfólk.

Antin koma tey heim til hennara at spæla, ella fer hon heim til onkran av teimum

Men øll frítíðin fer ikki bara til ítrótt og spæl, tí hon hevur hevur eisini tímar í enskum eftir skúlatíð.

Alex svimur, henni dámar væl at súkkla og at koyra á rulluskoytum. Henni dámar eisini at hyggja í sjónvarp og so syngur hon í kóri.


Ikki eitt orð um Føroyar

Hvørgin teirra hevði hoyrt eitt orð um Føroyar, tá ið tær komu hendavegin.

Báðar høvdu hoyrt um Norðurlond og um Danmark, men aldrin um Føroyar.

? Men tá ið eg hoyrdi, at eg skuldi til Føroyar, fór eg á bókasavnið, har eg fekk fatur á onkrum bókum, og á einum kortið funnu vit akkurát Føroyar, sigur Alex.

Jú sigur, at hon hevði funnið onkrar upplýsingar um Føroyar á Internetinum.

So heilt ófyrireikaðar vóru tær kortini ikki.

? Men tær eru báðar vanar at Ferðast. Alex hevur verið fleiri staðni í USA, á Bahamas, Jameika og í Kanada.

Jú hevur verið ymsastaðni í Brasilia, í USA, á Galapagos, Suðurafrika og ymsastaðni í Karibiska Havinum.

Men hetta er fyrstu ferð, at tær eru og ferðast, uttan saman við foreldrunum.

Og tað eru tær báðar samdar um, er eitt tað besta við hesi leguni.

Og hóast tær hava verið burtur ein heilan mánaða, er heimlongsul ikki nakar trupulleiki.

? Onkuntíð hava vit longst eitt sindur, men er gingið yvir aftur skjótt ,siga tær.

Hóast nógv er øðrvísi í Føroyum, enn tað er heima, halda tær kortini ikki, at tað er so nógv øðrvísi.

? Her er báði sjónvarp, video og alt, siga tær.


Reint, frískt og smátt

Men tó, okkurt er, sum tekur tær á bóli.

Sum nevnt koma tær báðar úr stórplásum og eitt sum hugtók tær sera nógv í Føroyum, vóru, teir smáu skúlarnir.

Alex vildi verða púra býtt, tá ið hon slapp í skúlan í Sandvík at hyggja og fekk at vita, at tað gingu bara 14 børn í øllum skúlanum.

Hetta vóru eisini fyrstu ?stórtíðindini? hon hevði at fortelja øðrum legubørnum.

Men tá ið vit bóður tær báðar Alex og Jú nevna tað, sum hevði hugtikið tær mest í Føroyum, nevndu tær beinanvegin við ein munn tað reinu, frísku luftina

? Tað er heilt fantastiskt at kunna anda so reina og fríska luft. Vit koma báðar úr stórbýum, har í luftin bart út sagt luktar í lorti. So hetta er heilt ótrúligt

Men tær eru eisini sera hugtiknar av, at tað er so trygt í Føroyum.

? T.d. tá ið tit fara frá húsum, so læsa tit slett ikki úthurðina. Tað er heilt óskiljandi hjá okkum, at tað kann bera til.

? gjørdu vit hetta heima hjá okkum, hevði alt verið stolið beinanvegin.

Ella, sum Alex velur at siga tað:

? Um vit løgdu okkum at sova á altanini, hevði onkur burturflutt okkum um náttina, tað er púra vist.

? Men tað er deiligt, at tað kann vera so, sum tað er hjá tykkum. Her er ikki neyðugt, at verja fólk so væl, sum tað er hjá okkum.

Báðar halda tær eisini, at tað er deiligt, at tað er so stilt í Føroyum.

? Í Føroyum kemur tað ofta fyri, at tað er púra kvirt og at tú ikki hoyrir eitt tað einasta ljóð.

Tað er ikki sum heima í einum stórbyi, har oyruni aldrin fáa hvíld, tí ta larmar so illa alla tíðina.

Tað kemur ikki fyri, at ikki okkurt er onkustaðni, sum larmar. Jú, tað larmar illa at búgva í einum stórbýi, halda Alex og Jú.

Og so hava tær lagt merki til, at tað eru ongi trøð í Føroyum, men tað halda tær ikki ger nakað.


Maturin er øðrvísi

Og so er tað sjálvandi maturin. Alex sigur, at tað eta nógvan fisk, har hon kemur, men kortini ikki so nógv sum vit eta í Føroyum.

Henni dámar ikki so matin so vælt. M.a. heldur hon, at maturin í Føroyum er nakað einstáttaður: Tað er mest breyð og fiskur, sigur hon

Jú hevur onki ímóti matinum, tí hon etur alt, sigur hon.


Hava gjørt nógv

Á leguni á Tvøroyri hava tey havt nógv at gera.

? Vit hava lært nógv um tey ymsu londini og hava havt hvør sítt tjóðkvøld.

Tey hava eisini verið heilt uppi á Árnafjalli.

Har gingu summir av útlendsku leguluttakarunum seg fastar í brattanum, men tað spældi væl av.

? Tá vóru vit eitt sindur bangin, tí har vóru so nógvir stórir steinar og onkur fór á bólt, sigur Alex.

Tær hava eisini verið við árabáti úti á Tjaldavíkshólmi, sum og tey hava sparkað á plenuni á Tvøroyri og svomið í skúlanum.

Annars siga tær báðar, at tær hava fingið nógv vinfólk á leguni á Tvøroyri, eisini vinfólk, sum tey fara at varðveita samband við, eftir at tey eru komin heim.

? Tað er ógvuliga stuttligt at hitta fólk úr øðrum lond-um og læra siðir og vanar hjá øðrum, sigur Jú

Nú, tey hava verið á legu í ein heilan mánaða er tað ikki so galið at koma heimaftur.

Men tær eru báðar samdar um, at tað verður stórur saknur í øllum, teimum børnunum, tey hava møtt á leguni.

? Og tað verður eisini saknur í teirri frísku luftini. ? Og ikki minst verður tað saknur í tí, at kunna lata hurðina standa ólæsta, tá ið tú fert út, sigur Alex.

? Og her eru tað heldur ongir fuglar, sum skvetta á bilin, leggur Alex afturat í skellilátri.

Tað er nevniliga ein stórur trupulleiki í Detroit.


Eitt skelkandi upplivilsi

Eitt upplivilsi, sum sum mundi festa seg fastari í minnið enn alt annað, tey upplivdu hesar dagarnar í Trongisvági, var tá ið tey róptu grindaboð í Hvalba.

Næstan allir luttakararnir á leguni tustu á dyr og sluppu sær upp í bilar og fóru til Hvalbiar.

Tey søgdu, at bara ein amerikanskur drongur var eftir, sum ikki vildi við.

Grindadrápið var eitt skelkandi upplivilsi hjá teimum flestu og summi bæði grótu og illa lótu.

Nógv teirra vóru eisini í øðini, tá ið tey komu aftur á leguna og lovaðu at skriva um hetta í bløðunum.

Men tað eydnaðist leguleiðarunum at sissa børnini aftur við at fortelja teimum um grind, grindadráp og hví, vit drepa grind. Tey sluppu eisini at tekna upplivilsini burturav sær.

Og grindabúffarnar tey fingu til døgverða ótu tey flestu við góðari matarlyst.

Alex sigur bart út, at hon heldur at tað er kenluleyst og henni dámdi heldur ikki tvøstið.

Hon heldur at tað er skeivt at drepa hval, men hon veit ikki ordiliga hví.

Jú dámdi heldur ikki at síggja grindadrápið.

? Mær dámar sera væl hval. Og tað var so vakurt at síggja teir koma svimjandi inneftir.

? Tí dámdi mær slett ikki at síggja menninar so koma og skera í teir við teimum stóru knívunum, og tað bløddi so ræðuliga illa.

Men hon leggur afturat, at hon veit, at tað veðrur gjørt fyri at útvega mat.

Og hon heldur, at vilja vit hava kjøt, noyðast vit at góðtaka dráp.

? Tað eru eisini við hvørt at fólk øtast, tá ið tey koma til Brasilia og síggja, hvussu vit drepa hønungar.

? Tað er matur so tað má drepast.

? Tað er bara so ógvusligt, tá ið tað er fremmant og ókent.

Hon heldur, at tá ið tú etur kjøt, hugsar tú ikki um, at hetta dýrið, sum kjøtið er av, er dripið fyri at tú kanst fáa kjøt.

Tað er nógv øðrvísi at síggja dýrið verða dripið. Tí troystaði eg mær ikki at eta tvøstið, sigur brasilianska gentan.