á tí ríkisrættarligu støðuni. Bara tað ikki er ov seint, nú loysingarflokkarnir føra seg fram. Tað kann ikki sigast, at sambandsflokkurin livdi upp til slagorð sítt við seinasta val: »Vit hava loysnirnar« [...] Tað valið er av og nú má farast til verka, tí viðurskiftini her á landi loysast ikki í danska fólkatinginum. Tað stendur eitt avgerandi løgtingsval fyri framman, og helst skuldi flokkurin fingið eina framgongd [...] kemur í eina landsstýrissamgongu. Tí má farast til verka her og nú. Um hesin møguleiki gleppur okkum av hondum, verða tey komandi árini ring at koma ígjøgnum, ikki bara fyri flokkin, men fyri Føroya fólk. Sum
Skeiðið verður á Hotel Eiði í døgunum 27. til 29. mars. Við á skeiðnum verða 8 fólk, læknar og sjúkrasystrar frá tí føroyska heilsuverkinum. Skeiðið hevur til endamáls at gera luttakararnar betur førar [...] samskifti er størri, tess sjúkari sjúklingurin er. -tey flestu starvsfólkini innan heilsuverkið í dag hava ikki fingið nakra skipaða undirvísing í hesum evni, men mugu sjálv finna ein hóskandi hátt at klára ta
henda konsertin er ikki sørt »hernaðarkend« er kanska ikki so løgið. Tað lá í tíðini, at tónasetarar tá skrivaðu verk við goturdundri, trompetsignalum og marsjrútmum. Kanska er ikki einki av hesum at hoyra [...] at koma til London av violinistinum og konsertfyriskiparanum Solomon. Umframt seks symfoniir, var hann harafturat biðin um at skriva tjúgu smærri verk. Sjálvan nýggjársdag í 1791 kom hann til London, men [...] endiliga kom, var ikki endi á fagnaðinum. Teir listamenn, sum Solomon hevði fingið í orkestrið, vóru frálíkir, og orkestrið var nógv størri, enn Haydn var vanur við hjá Esterhazy. Har vóru ikki færri enn nakrir
Týsdag kl. 8.30?12.30 Hósdag kl 8.30?16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant [...] frá Jan Johannesen, tlf. 30 35 59 66. Vitin Vitin skipar fyri familjulegu skírishósdag til páskaaftan, sum er 9. til 11. apríl 1998. Prísurin er: 600 krónur fyri familjuna 270 krónur fyri ein vaksnan 75 [...] við kekki ella á danska girokonto 1038419. Áhugað kunna venda sær til Vitan á tlf. 8624-7773 / fax 8624-7787 ella skriva nakrar reglur til vitin@get2net.dk. Freistin at tekna seg er 1. apríl, og enn er pláss
kann Tróndur ikki taka størru bilarnar við, og hesir eru lastbilar við ráfiski til flakavirkini til Sandoynna, og lidnu vøruna av aftur oynni, strandferðslubilurin við neyðugu vøruni til oynna, eins og [...] av hesum, og serliga leggja vit merki til, at tann seinkaði flutningurin av fiski til tíðir hevur borið við sær, at rávøran er munandi versnað, og sostatt ikki gevur neyðuga og útroknaða søluvirði, tá [...] Tróndur tikin úr allari sigling sum ferðamannaskip, tí nútíðarkrøv gera greitt, at hetta skip ikki fær loyvi til hesa sigling meiri. Tað áliggur landsstýrismanninum í samferðslumálum, í hesum føri løgmanni
tá ikki er leggjandi at á Drelnesi? Hvør skal gjalda fyri leiguna, sum ikki verður bílig? Kanska við at tvífalda ferðaseðlaprísirnar? Nei, lat okkum fáa bæði beinini niður aftur á jørðina og ikki liva [...] hevur ført til stóra ónøgd. Onkur hevur kravt at fáa »Norrönu« í suðuroyarsigling, og tað seinasta, sum er komið fram er, at Tvøroyrar býráð ætlar at sýta »Dúgvuni« atløgupláss, sum um tað ikki eru aðrar [...] aðrar havnir í Suðuroynni. Er hetta ikki eitt øgiligt hysterí? Sama slag av hysterí, sum vit kenna í Vágum og í Norðoyggjum? At tosa um at seta »Norrönu« í suðuroyarsigling er ørvitistos. Hvussu skulu bilar
nevndarsessirnar í Fólkatinginum. Hann veit ikki við vissu, hvussu tað hevur gingið hesaferð at skipa stjórn, men heldur, at um Birthe Weiss ikki var í uppskoti til formanssessin í Fólkatinginum, so hevði [...] tað týdning í virðingini fyri stjórnini og Birthe Weiss, at hon verður vald til formann í Fólkatinginum. Lutakast um Jóannes ikki atkvøður Tá vit tosaðu við Fólkatingið í gjár, vistu tey har at siga, at Óli [...] Eidesgaard sagt, at hann ikki fer at atkvøða, og so verður helst lutakast um, hvør skal hava sessin. Tað verður eitt sindur harmiligt fyri stjórnina, um teirra uppskot ikki vinnur frama. Stjórnin missir
so strong krøv til hýruvognsførarar, at tað er ein spurningur, hvørt tað ber til at reka taxakoyring sum vinnuveg. Við at taka gomlu reglurnar frá 70 árunum fram aftur, ber als ikki til. Tá koyrdi hvør [...] sigur Magnus Fuglø. So vítt vit duga at síggja, so hevur arbeiðsbólkurin als ikki megnað at evna reglugerðina soleiðis til, at báðir partar kunnu góðtaka hana. Bólkurin er farin um garðin, har hann er [...] Eru tað fólk, sum vóru ónøgd við at løgmaður útskrivaði val, so eru taxa- bilførarar ikki millum teirra. Orsøkin er, at eitt uppskot um lógarbroyting í hýruvognsreglugerðini varð lagt niðan í tingið, uttan
fakfelagið skal betala bót, hóast hann ikki kann prógva, at hann hevur mist pening. Hetta er ein av niðurstøð- um hjá sakføraranum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Til aðalfundin hjá FA hevðiu sakførarin hjá [...] verður sagt, at fyri rættartrygdina hevur tað týdning, at dómarar ikki tilvildarliga kunnu sigast úr starvi. Tí so er vandi fyri, at teir ikki fara at kenna seg heilt óheftar av tí myndugleika, sum setir teir [...] hóast arbeiðsgevarin ikki kann prógva, at hann hevur mist pengar. Somuleiðis skulu vit hava í huga, at avgerðirnar hjá arbeiðsrættinum eru endaligar. Tí kann tann, sum fær bót, ikki kæra avgerðina fyri
er at verja okkara egnu limum. Ikki ráð til skattalætta Ingeborg Vinther segði, at báði heimarøktin, eldrarøktin og heilsuverkið eru í sori. Og tá hava vit ikki ráð til skattalætta. Men skulu vit veita [...] var tað eitt lokalfelag, sum alment boðaði frá, at tað varð ikki sinnað at fylgja avgerðini hjá FA um 24 tíma arbeiðssteðg. Tað slapst ikki undan, at málið var reist á aðalfundinum í FA um vikuskiftið [...] endurtók seg, at felagið gjørdi ímóti boðum frá FA. Líkist ongum Ingeborg Vinther, formaður í FA legði ikki fingrarnar ímillum táið hon lýsti málið. Føroya Arbeiðarafelag kemur at standa illa fyri, táið eitt